Fara at søkja eftir heilsustarvsfólki í Skotlandi

- Á heilsuútbúgvingarøkinum kundu Føroyar havt fyrimunir av einum tøttum samstarvi við Skotland, heldur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sum hevur verið á vitjan í Skotlandi fyri at kanna møguleikarnar fyri samstarvi við tað skotska heilsuverkið

Samskiftið og samstarvið millum føroyska og skotska heilsuverkið hevur verið sera lítið.

- Hetta er undrunavert, tá hugsað verður um, at ein so stórur partur av heilsutænastunum, sum verða veittar føroyingum, verða keyptar uttanlands, heldur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður.

Heilsutænastan verður veitt, antin við at sjúklingar verða sendir av landinum, ella við at heilsustarvsfólk koma til Føroyar.

Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður var í døgunum 16. og 17. oktober á vitjan í Skotlandi fyri at kanna møguleikarnar fyri samstarvi við tað skotska heilsuverkið.

Í Edinburgh hitti landsstýrismaðurin skotska heilsumálaráðharran, Nicolu Sturgeon, sum var sera positiv fyri einum samstarvi við tað føroyska heilsuverkið.

Skotar hava síðani 1999 havt fulla politiska umsiting av heilsuverkinum innan fyri karmarnar av skotsku sjálvstýrislógini. Samanborið við England, hevur Skotland ført ein rættuliga øðrvísi heilsupolitik. Tann enski politikkurin er nógv grundaður á kapping og frítt val, eins og í Danmark og fleiri øðrum londum. Í Skotlandi hava tey ikki lagt dent á hetta, men heldur á netverk, samstarv og eina meiri líka atgongd til heilsutænastur.

Landsstýrismaðurin vitjaði eisini í Aberdeen, har hann m.a. sá bráðmóttøkuna á meginsjúkrahúsinum Aberdeen Royal Infirmery. Hetta sjúkrahúsið veitir tænastu til Hetland, Orknoyggjar og Suðuroyggjar og hevur eina sera framkomna telemedisinska tænastu. Kannað verður nú, um føroyingar kundu havt fyrimun av einum skipaðum samstarvi við hetta meginsjúkrahúsið. Flogtíðin til Aberdeen er einans helvtina av tíðini at flúgva til Danmarkar, og kann hetta í ávísum førum verða avgerandi fyri akuttari læknahjálp.

- Á heilsuútbúgvingarøkinum kundu Føroyar eisini havt fyrimunir av einum tøttum samstarvi við Skotland. Hetta er galdandi fyri grundútbúgvingar, víðari útbúgvingar umframt eftirútbúgvingar. Nógv fólk aðrastaðni frá ynskja at lesa á teimum hægru lærustovnunum í Skotlandi, og landið útbúgvir fleiri heilsustarvsfólk, enn tey sjálv hava tørv á, heldur Hans Pauli Strøm.

Hann sigur, at sum heild er ikki mangul upp á heilsustarvsfólk í Skotlandi, og møguliga kundu heilsustarvsfólk úr Skotlandi havt áhuga at starvast í Føroyum. Ætlanin er í næstum at royna at søkja eftir heilsustarvsfólki úr Skotlandi.

Sum heild var ferðin til Skotland sera gevandi og eitt gott grundarlag fyri eini framhaldandi fyrireiking av einum tøttum samstarvi við grannalandið fyri sunnan, sigur landsstýrismaðurin.