væl, at tað bara er ein flokkur, sum hevur loysingina sum stevnumið - og tað er tá als ikki vist, at øll í Tjóðveldi taka undir við loysing. Tí er loysingin sum hugtak nakað sum er farið í bakgrundina [...] ikki klókt. Tað er heldur ikki taktiskt ella politiskt korrekt. Okey, kanska tað er ein roynd at hjálpa Sambandsflokkinum - ella onkrum veingi í Sambandsflokkinum. Men tað er heldur ikki klókt [...] sítt. Tað er politikkur. Tað ger einki, sum stjórnarskipanarlógin ikki samsvarar við grundlógina. Tað er als ikki neyðugt - tí tað ger heimastýrislógin heldur ikki. Soleiðis er politikkur
útkallinum til fráferðina. Klokkan er farin at nærkast 11, og flogfarið hjá FaroeJet er júst lent. Løtu seinni skal eitt flogfar hjá Atlantsflogi seta seg. Klokkan er nú 10:58 og brádliga berast tíðindini [...] eg boðaði frá, at tað var dunna, so eg vóni at eg segði satt. Hatta sær nú meiri út sum fleskasteik!, sigur hon við einum brosi. Jú, hetta er góð dunna. So gott at kunna fáa heitan mat umborð á flogfarinum [...] Nakrar av flogternunum hjá FaroeJet gera seg klárar til flogferðina til Danmarkar. Hetta er ein sjáldsom ferð, tí hetta er seinasti túrurin áðrenn sunnudagin. Tær eru samstundis greiðar um, at árla morgunin
var ikki. Longu í fyrstu sangregluni er okkurt sum tú festir teg við í sanginum. Sungu tey ikki okkurt um ein silvurstrong?! Nei, tað ber ikki til, tí hatta lagið er jú ikki tað, sum vanliga verður brúkt [...] hann slær taktina ann og so er hesin sangurin í gongd. Tónleikararnir spæla eina vakra intro til henda sangin eina intro, sum ikki gevur áhoyrarunum nakra ábending um, hvat er í væntu. Hjálp til lagið Hesar [...] og so líðandi kemur teksturin tær eisini í hug tí hetta er veruliga kendi sangurin: Ein dag so røddin tagna skal, tí silvurstrongur brostin er. Orðini eiga Fanny Crosby og Olfert Richard, og týðingina
Tað sást ikki á Brit, at hon ber eina deyðiliga smittu innan í sær. Hon er nakað kløn, men tað er ikki nakað, sum bendir á, at hon er sjúk. Hon fær ta serligu samansettu viðgerðina fyri HIV positiv og hevur [...] avbjóðing at greiða frá mínari søgu her í Føroyum. Trupulleikin er, sum eg havi skilt, tíbetur ikki so stórur í Føroyum, men samstundis er tað sera umráðandi, at man minnir á hetta, tí tað kann vera so [...] øðrum manni, sum eisini er HIV smittaður. Hon heldur avgjørt, at tað til tíðir ger tað lættari fyri tey at skilja hvønnannan, at bæði hava smittuna. Tá hjáárin vísa seg, tá ein dagur er torførur at koma ígjøgnum
sáðað, men tað er ikki altíð tað kemur upp í tí líki, vit høvdu væntað Freistingin er ikki bara tað søta og tað spennandi og stuttliga. Freistingin er álvarsamari enn so. Tí freistingin er eitt grundleggandi [...] til, at hann er Guðs sonur, sum framvegis er solidariskur við menniskjunum. Tí Jesus varð freistaður, og at verða freistaður er at verða roynd ella royndur. Tað kann vera at vera í iva. Tað er at vera í kreppu [...] Hvat var hetta? Jú, tá hevði hann tendrað teldilin, i-pad’in, ið var handritið hjá honum hetta kvøldið í kirkjuni, har Ólavur doyði á vali á Stiklastøðum. Orðið er tíðarleyst, og er enn tað sama, hvørt
samskifta er ikki bara at tosa, tað er eisini at lurta. - Vit síggja ofta í føroyskum kjaksendingum í sjónvarpinum, at samskiftið millum persónar, sum eru ósamdir um eitthvørt, er heilt út av lagi. Tað er heilt [...] eitthvørt er sum tað ikki eigur at vera. Varhugin ella tað tú kennir á tær skalt tú ikki skúgva til viks, tí mínar royndir eru, at jú meiri tú arbeiðir í samsvari við tí, tú kennir á tær, jú betri fært [...] søkjandi, tá ið vit spyrja og ikki ákærandi, ið er rættiliga vanligt. Eisini gevur Gunnleyg Durhuus Kranio-Sakral-viðgerð, sum er ein fysisk viðgerð, ið er ein avbalansering av sentral nervaskipanini og
minnist serliga væl, er tann eyðkenda formskriftin, ið eisini verður rópt nunnuskrift. - Tað vóru nunnurnar, ið byrjaðu við tí skriftini. Tað, sum er serligt við tí skriviháttinum, er, at næmingarnar læra [...] umførum. - Hetta er einasti skúli av sínum slag við teimum ymsu reglunum, sum eru galdandi, og tað ivist eg ikki í, at skúlin eisini fer at halda fast við í framtíðini. Eg haldi, at talan er um sunnar reglur [...] kravdu nógv av næmingunum. Tær kravdu ein góðan atburð, fortelur Poulina Slættanes og heldur fram: - Hatta er tó nakað, sum skúlin heldur fast við enn tann dag í dag. Til dømis hava vit framvegis morgunsang
sigur Ingerð: - Jú, vit hava hugsað um tað, men tað ber ikki til, so leingi í øllum føri eg eri á sjónum. Tað er ikki lætt at siga sjólívinum farvæl, tí hóast tað er stressandi, so er tað eisini eitt gott [...] Arbeiðið umborð á skipi er mangan tungt og knossut, og nógv av arbeiðnum ber heilt einfalt ikki til hjá eini kvinnu at gera. - Men eg setti meg ikki afturá fyri tann skyld og segði, at hatta ella hitt kláraði [...] fiskiloyvi, sigur Ingerð. Dómurin fyri at fiska uttan loyvi í hesum londum er ikki mildur. Ein partur av arbeiðnum hjá Ingerð er tí at kunna manningina um hesi viðurskifti. - Eg má nærmast ræða tey frá lívinum
tær á 80 ára degnum, ja hetta at tú longu fyllur 80, tú ert jú so ung í sinni, dámar best, tá ið nógv fólk eru rundan um teg og stákanin er stór, ja sjálvt um bert ein okkara kemur innar á gólvið. Mamma [...] ikki tær somu at vera okkara millum, at stákast og at práta. Men væl fylgir tú við og minnið er gott. Tað er bara at spyrja ... viðhvørt kemur tú bara sum ketta burtur úr høvdatrog og rættar nøvn ella árstøl [...] kanska fáa tey tá dagsins humoristiska kommentar frá tær, tá tú kemur um gáttina. Mangt er broytt og ferðin er ikki tann sama. Men fyri okkum eru tit tey somu kærleiksfullu foreldur. Einaferð enn, hjartaliga
fekk staðfest tuberklar, og hóast hendan sjúka ikki er so ræðulig longur, so varð hann innlagdur, til smittuvandin var av. Nú er hann frískur og er aftur til arbeiðis. Men bara orðið tuberklar vekir tey [...] mál, so er tað besta ein kann gera, at koma út og greiða rætt frá málinum. Vit greiddu við innslagnum fólki frá, at tað var rætt, at kokkurin á Nan-Tong hevði tuberklar. Síðan lótu vit læknan, ið er serkønur [...] hevur lagt seg. - Eg skilji væl at fólk eru bangin fyri tuberklasjúkuni, tí hon var jú heilt ræðulig fyrr. Av tí sama er tað so umráðandi, at ein tuberklatilburður verður umrøddur við varðsemi, soleiðis