Lítið visti hon og øll hini ferðafólkini um ta veruligu støðuna hjá hesum flogfelagnum.
Hon og hinar flogternurnar møttu í góðari tíð henda fríggjamorgunin og byrjaðu at fyrireika seg til enn eina flogferð millum Føroyar og Danmark.
Í sínum lagi gjørdu ferðafólkini seg til reiðar. Summi fóru árla frá húsum fyri at røkka eina ferju ella fyri at vera í góðari tíð til flogbussin úr Havn.
Øll høvdu tey eitt í huganum: At koma til Danmarkar so skjótt og trygt sum gjørligt.
Eingin merkti nakað óvanligt, og eingin grunaði heldur, at botnurin var komin undan í kassanum á flogfelagnum. Har vóru ikki nógvar krónur eftir at reka hetta flogfelagið víðari við.
Klokkan 11:30 fríggjamorgunin hin 15. desember 2006 fór einasta flogfarið hjá FaroeJet út á breytina í Vága Floghavn.
Seinasti túrurin og seinasta virksemið hjá FaroJet fór í luftina – bæði á ein og annan hátt!
Bíða eftir útkallinum
Fríggjamorgunin vóru rættiliga nógv fólk á flogvøllinum. Nøkur bíðaðu eftir ferðandi, meðan onnur bíðaðu eftir útkallinum til fráferðina.
Klokkan er farin at nærkast 11, og flogfarið hjá FaroeJet er júst lent. Løtu seinni skal eitt flogfar hjá Atlantsflogi seta seg.
Klokkan er nú 10:58 og brádliga berast tíðindini um, at flogfarið hjá Atlantsflogi hevur fingið trupulleikar við flapsunum undir innflúgvingini til Vágar.
Her var ikki annað at gera enn at venda við til Bergens til eina sokallaða trygdarlending.
Hóast hetta var ein trupulleiki hjá kappingarneytanum, er eingin hjá hinum partinum sum fegnast um eitt slíkt tekniskt brek!
Til reiðar
Inni á skrivstovuni hjá FaroeJet eru tey eisini vitni til hesa skakandi hendingina. Tey duga at ímynda sær tær hugsanir sum starvsfólkini hjá kappingarneytanum gera sær í hesi løtuni. Og hvat ein flogterna skal gera við eitt slíkt høvi!
Nakrar av flogternunum hjá FaroeJet gera seg klárar til flogferðina til Danmarkar. Hetta er ein sjáldsom ferð, tí hetta er seinasti túrurin áðrenn sunnudagin.
Tær eru samstundis greiðar um, at árla morgunin eftir skulu tær á fyrsta sinni við flogfelagi teirra ta longu leiðina til Pristina í Kosovo.
Ein avtala er gjørd við eina danska ferðaskrivstovu um at FaroeJet skal flúgva hagar einaferð um vikuna.
Nú skal henda avtalan standa sína roynd og roynast í verki!
Har frammi í stýrihúsinum gera flogskiparin Hans Meinhard á Høgabóli og stýrikvinna hansara, Kára Dam seg til reiðar at fara úr Vágum.
Søgulig ferð
Á flogvøllinum fær eingin gjørt nakað við, at eitt flogfar má venda við til Bergens. Her gongur alt sína vanligu gongd.
Kl. 11:15 verður rópt í hátalarunum, at ferðafólkini hjá FaroeJet kunnu fara umborð á flogfarið. Kl. 11:30 skal flogfarið eftir røttum fara á flog. Lítið vita ferðafólkini, at tey eru farin á eina søguliga ferð – ta seinastu ferðina í søguni hjá FaroeJet!
Umborð á flogfarinum gongur alt sína vanligu gongd. Flogternurnar takast við sítt, hjálpa fólki við viðførinum og annað. Í dag er ikki neyðugt at finna sær síni pláss, tí flogfarið er ikki fullsett.
Ein rødd í hátalarunum boðar frá, at flogfarið var nakað seinkað úr Danmark. Orsøkin var tann nógvi mótvindurin.
- Men so kunnu vit beróliga tykkum, at vit vinna hetta innaftur á leiðini til Danmarkar. Nú hava vit vindin við okkum, verður sagt.
Lagið á ferðafólkunum er gott, hóast tey umvegis fartelefon og Portalin beint hava frætt um støðuna við flogfarinum hjá Atlantsflogi.
Enn hevur so eingin sett nakað spurnartekin við trygdina hjá FaroeJet.
Fleskasteik og dunna
Hann er vestligur í ættini, so vit fara á flog út eftir Sørvágsfirði.
Flogfarið kemur skjótt upp í hæddina og harúti við drangarnar verður snarað í bakborð. Flogið verður framvið Vágoynni, framvið Leitisvatni og Miðvági, áðrenn vakra landið hvørvur undir skýggjunum.
Tað er nakað av turbulensi og nøkur fáa smærri lufthol. Men tey bæði har frammi í stýrihúsinum eru ikki óvon við slíkt, og tí verður hildið áfram á leiðini til Danmarkar.
Tað gongur ikki long tíð til flogternurnar fara til verka. Tær bjóða fólki okkurt at drekka og løtu seinni kemur so tann heiti rætturin.
Heiti rætturin er væl valdur til stóru høgtíðina, sum stendur fyri framman: Dunna, eplir og ein góð sós.
Ein av flogternunum kemur framvið:
- Tú, eg boðaði frá, at tað var dunna, so eg vóni at eg segði satt. Hatta sær nú meiri út sum fleskasteik!, sigur hon við einum brosi.
Jú, hetta er góð dunna. So gott at kunna fáa heitan mat umborð á flogfarinum. Gad viti, nær ein fær tað aftur!
Flogternurnar arbeiða allar við tí eyðkenda FaroeJet-smílinum, og gera sítt til at ferðafólkini skulu kenna seg væl – eisini tey sum kanska eru eitt sindur óttafull eftir lítið hugaligu tíðindini um flogfarið hjá kappingarneytanum.
Kvinnurødd
Nú fer flogfarið at nærkast Keypmannahavn, og fyrst nú hoyra vit eina vakra kvinnurødd har frammi úr stýrihúsinum. Tað er Kára sum førir orðið í dag.
Hon greiðir frá hæddini og kuldastigunum fyri uttan, og sigur frá, at veðrið í Keypmannhavn hevur verið betri onkran annan dag: Seks stig og sirm. Súrligt veður her á leiðini, má sigast.
Løtu seinni boðar flogternan frá, at vit eru byrjað innflúgvingina til Keypmannahavn og at borð og stólar mugu setast á rætt pláss.
Flogternurnar seta seg á sínar stólar, práta við ferðafólkini í nánd og tykjast at vera væl fyri, nú lent verður í Keypmannahavn.
Tær vita, at tær og tvey av ferðafólkunum – tvey umboð fyri tíðindatænastuna í Føroyum – hittast aftur morgunin eftir. Tá skal flúgvast annar túrurin, nevniliga úr Kastrup til Pristina í Kosovo.
Men lítið grunaðu tær, at henda fráferðin úr Føroyum var teirra seinasta í starvi hjá FaroeJet, - ja, tann seinasta hjá FaroeJet yvirhøvur.
Monopol aftur
Áðrenn FaroeJet yvirhøvur byrjaði at flúgva var gjørt eitt stórt fyrireikingararbeiði, bæði av einum og øðrum slagi.
Kanska var tað fíggjarliga fyrireikingararbeiðið ikki eins væl avstaðfarið og hitt, tí okkurt hevur kiksað her.
Í eina tíð hevur helst verið nógv fundast og nógv kannað um fíggjarliga grundarlagið hjá felagnum. Hetta vistu hvørki tær ella nakar annar nakað um.
Minni enn 24 tímar seinni skuldi sannleikin kortini opinberast almenninginum: FaroeJet var farið av knóranum. Øll starvsfólkini á landi og í luftini uppsøgd. Eitt ævintýr var at enda komið.
FaroeJet fekk deyðasting sín. Nú ræður monopolið aftur!