Í 80 ár hevur Sankta Frans Skúli, sum eisini verður nevndur Nunnuskúlin, hildið til í Varðagøtu 10 í Havn. Hóast skúlin í alsamt størri mun líkist flestu øðrum fólkaskúlum, hevur hann ávísar reglur og siðvenjur, ið gera skúlan serligan.
- Tá skúlin byrjaði í 1933, vóru niðurskrivaðar 27 reglur, ið skuldu haldast. Onkrar av reglunum eru ikki galdandi longur, men fleiri av teimum verða framvegis nýttar á skúlanum í dag. Og tað riggar væl, at hava ein nýmótans skúla og samstundis hava hesar reglurnar at ganga eftir. Harafturat er tað mín fatan, at børnini vilja hava fastar rammur, sigur Poulina Slættanes. Hon hevur verið lærari í Sankta Frans skúla síðani 1975 og hevur eisini verið varaskúlastjóri í fleiri umførum.
- Hetta er einasti skúli av sínum slag við teimum ymsu reglunum, sum eru galdandi, og tað ivist eg ikki í, at skúlin eisini fer at halda fast við í framtíðini. Eg haldi, at talan er um sunnar reglur, og tær gera skúlan til tað, hann er, sigur Poulina Slættanes.
Nunnurnar vóru undangongukvinnur
Søgan hjá Nunnuskúlanum byrjar heilt aftur í 1931, tá Van Rossum kardinalur kom á veg til Íslands at víga eina dómkirkju og steðgaði á í Føroyum. Hann helt tá, at tað átti at komið ein katólsk kirkja aftur, og hann fekk lagað tað soleiðis, at tveir prestar og nakrar systrar komu til Føroya. Systrarnar komu komu tíðliga í 1931 til Havnar, har tær leigaðu sær eina íbúð. Van Rossum kardinalur hevði ikki gjørt sær nakra hugsan um, hvat systrarnar skuldu gera í Havn. Men tað funnu systrarnar skjótt útav.
- Tær fóru undir at reka privatskúla, tí tær flestu voru avlærdar sum lærarar. Onkur teirra var eisini sjúkrasystir. Tær, ið frægast vóru førar fyri at duga føroyskt, undirvístu í skúlanum, meðan hinar arbeiddu í køki, fjósi, urtagarði og seymistovu, greiðir Poulina Slættanes frá.
Eitt, ið hon minnist serliga væl, er tann eyðkenda formskriftin, ið eisini verður rópt nunnuskrift.
- Tað vóru nunnurnar, ið byrjaðu við tí skriftini. Tað, sum er serligt við tí skriviháttinum, er, at næmingarnar læra at skriva ein bókstav í senn, og so líðandi læra børnini at skriva bókstavirnar samanhangandi. Onkrar smávegis broytingar eru gjørdar í skriftini í dag, men vit brúka hana enn, serliga tí at hetta er ein vøkur og týðilig skrift, sigur Poulina Slættanes.
At nunnurnar eisini vóru framskygdar, eru fleiri dømi um. Eitt nú tá oljukreppa var í 1973.
- Tá valdu tær at taka døgurðatíman av sum tann fyrsti skúlin í landinum. Á tann hátt komu bilarnir ikki eftir børnunum á døgurða, og harafturat bleiv skúladagurin styttri. Hetta vísir eisini væl teirra sparsemi, sum altíð hevur verið teirra eyðkenni, sigur Poulina Slættanes.
Fleiri onnnur ting hava eyðkennt nunnurnar, sum høvdu skúla í Havn.
- Nógvir føroyingar kenna til nunnubasarin á ólavsøku. Tað var fastur partur hjá nógvum at fara niðan til nunnurnar á ólavsøku á tiltikna basarin, har til bar at vinna ymiskt, sum nunnurnar sjálvar høvdu evna til. Eg minnst, at tað var sannur gravgangur eftir teimum sokallaðu nunnudukkunum. Øll vildu hava tær. Mær er fortalt, at nunnurnar gjørdu umleið 50 slíkar dukkur um árið, fortelur Poulina Slættanes. Seinasti basarurin hjá nunnunum var í 1972.
- Tá steðgaði tann siðvenjan av tí orsøk, at her vóru ikki nóg nógvar nunnur í Havn til at standa fyri tiltakinum. Onkrar vóru og ferðaðust í heimlandinum, meðan aðrar vóru fluttar heim.
Strangur skúli
Tær ymisku reglurnar, ið nunnurnar høvdu sett í gildið á skúlanum, høvdu við sær, at summi hildu skúlan vera strangan.
- Jú, kanska var tað strangt. Næmingarnir skuldu møta til tíðina, og komst tú fimm ferðir ov seint, mátti tú sita eftir. Eisini skuldu næmingarnir úr skógnum í gongini og seta teir undir sín knagga, har klæðini hingu. Tær vóru av tí gamla skúlanum og kravdu nógv av næmingunum. Tær kravdu ein góðan atburð, fortelur Poulina Slættanes og heldur fram:
- Hatta er tó nakað, sum skúlin heldur fast við enn tann dag í dag. Til dømis hava vit framvegis morgunsang, sum fer fram á júst sama hátt sum fyri eini 80 árum síðani. Vit signa okkum, syngja ávísar sálmar, biðja somu bønina og so framvegis. Eisini halda vit fast við siðvenjuni at fara til jólagudstænastu, og sum einasti skúli í landinum fara vit til gudstænastu í Mariukirkjuni á páskum, greiðir Poulina Slættanes frá.
Hon vísir á tað serliga sambandið, sum næmingarnir høvdu við skúlastjóran.
- Sættu hvørja viku kom skúlastjórin inn í flokksstovuna við einum ummæli. So blivu næmingarnir róptir upp ein og ein eftir ummælinum, har skúlastjórin gav viðkomandi nøkur orð á vegnum. Teir næmingarnir, ið ikki høvdu gjørt sær nóg góðan ómak, fingu tað at vita, men tað bleiv sagt upp á ein penan máta. Hetta var eisini heilt serstakt fyri skúlan, sigur Poulina Slættanes.
Siðvenjurnar eru minniligar
Nunnuskúlin hevur altíð havt sínar egnu, serligu siðvenjur. Eitt nú var tað í fleiri ár vanligt, at næmingar í 7. flokki fóru námsferð til Hetlands.
- Hetlandsferðirnar hjá næmingunum byrjaðu fyrst í 80unum, og endamálið var sjálvandi, at okkurt gott skuldi spyrjast burturúr. Nunnurnar gjørdu altíð nógv burtur úr at vísa á munin á fátøkum og ríkum, og tað var nakað, tær løgdu stóran dent á. Hetland minti rættiliga nógv um Føroyar, men var eitt sindur aftanfyri okkum, og sostatt kundu næmingarnir síggja henda munin og eisini læra at prísmeta tað, tey høvdu í Føroyum, sigur Poulina Slættnes og leggur afturat, at seinasta Hetlandsferðin var í 2006, tá Smyril Line legði rutuna niður.
Sum einasti skúli í landinum hátíðarheldur Nunnuskúlin hvørt ár Sankta Frans dag til minnis um deyðadag Frans av Assisi.
- Júst tann dagurin stendur rættiliga sterkur í minninum hjá flest øllum, sum hava gingið í Nunnuskúlanum, og tað er ein dagur, sum vit framvegis hátíðarhalda við ymiskum tiltøkum, kappingum og ísi. Eisini halda vit altíð ST dagin við innsavning og serligari umrøðu og virðing fyri neyðhjálp, sigur Poulina Slættanes.
Hon vísir á, at tað kann vera avbjóðandi at halda fast við tær ymsu siðvenjurnar og samstundis vera ein modernaður fólkaskúli.
- Hinvegin eru fleiri av siðvenjunum blivnar ein so mikið fastur partur av skúlanum, at vit ikki kunnu ímynda okkum, at tær ikki skulu vera longur, sigur Poulina Slættanes.










