Ábyrgdin var mín egna

? Eg var ikki ábyrgdarfull, tá eg bleiv smittað við HIV. Eg raðfesti ikki fyribyrging nóg høgt, og eg havi ongantíð givið nøkrum øðrum skyldina, sigur 41 ára gamla Brit Mølberg Nielsen úr Danmark, sum fekk staðfest HIV smittuna fyri 12 árum síðani. Hon livir tó kortini eitt nærum púra vanligt lív, og merkir ikki nógv til sína sjúku til dagligt

Brit Mølberg Nielsen úr Danmark fekk staðfest HIV smittuna fyri 12 árum síðani. Týsdagin og mikudagin var hon í Føroyum og helt fyrilestur um sítt lív og sjúkuna í sambandi við altjóða AIDS dagin, sum var í gjár.
Tað sást ikki á Brit, at hon ber eina deyðiliga smittu innan í sær. Hon er nakað kløn, men tað er ikki nakað, sum bendir á, at hon er sjúk. Hon fær ta serligu samansettu viðgerðina fyri HIV positiv og hevur bert fá hjáárin. Brit arbeiðir hvønn dag sum sosialnámsfrøðingur á einum stovni fyri sálarsjúk. Hon býr saman við samlivara sínum, sum eisini er smittaður. Parið hevur ongi børn, tí tað hevur Brit tilvitað valt frá orsakað av sínari sjúku.
Lívlig og brosandi greiðir hon frá sínari søgu, og hvussu hon hevur lært at liva við smittuni.
? At vera beisk og angra nyttar onki. Eg veit, at ábyrgdin var mín egna, og eg kann takka mær sjálvari fyri, at eg bleiv smittað, sigur ein sera avklárað Brit Mølberg Nielsen.
Hon sær tað sum nakað sera positivt, at hon kann greiða frá sínari søgu í Føroyum, tí tað hevur hon valt ikki at gera í Danmark millum annað av fyriliti fyri foreldrum sínum.
? Eg síggi tað sum eina stóra avbjóðing at greiða frá mínari søgu her í Føroyum. Trupulleikin er, sum eg havi skilt, tíbetur ikki so stórur í Føroyum, men samstundis er tað sera umráðandi, at man minnir á hetta, tí tað kann vera so skjótt, at fólk ikki hugsa so nógv um tað, heldur Brit, sum veit, at hon varð smittað av hinskyndum sambandi. Hon veit tó ikki við vissu, hvør hevur smittað hana.

Kannað av tilvild
Lívið hjá Brit Mølberg Nielsen steðgaði upp í 1992, tá hon sum 29 ára gomul fekk at vita, at hon var blivin smittað við deyðiliga virussinum HIV.
? Tað var jú ein reellur deyðadómur, ið varð feldur yvir meg, sigur Brit.
Tað var ógvuliga tilvildarligt, at hon fór og kannaði seg. Alt byrjaði við, at ein vinkona hjá henni ringdi til hana og segði, at ein gamal drongur hjá henni hevði ringt og boðað frá, at hann var HIV smittaður, og tískil átti vinkonan hjá Brit eisini at farið og kannað seg.
Brit hevði sjálv eisini verið saman við hesum manninum, so hon gjørdi av at lata seg kanna. Hon var ikki nakað serliga bangin, tí hon dugdi ikki at ímynda sær, at hon varð vorðin smittað, tí stutt eftir fekk vinkonan tey boðini, at hon ikki var.
Men Brit hevði fingið smittuna. Tað er ikki greitt júst, nær hon varð smittað, men hon fekk seinni at vita, at tað var lítið sannlíkt, at tað hesin sami drongurin hjá vinkonuni, sum hevði smittað hana, tí tað passaði ikki saman við, hvussu langt hon var komin í sjúkuforløbinum.

Ólukkulig
Brit sigur, at tað var ein stórur skelkur fyri hana. Hon var púrasta fyri ongum, tá hon fekk boðini. Tað einasta hon minnist frá tí læknavitjanini er, at læknin var øgiliga ósikkur, tá Brit kom inn. Tá hugsaði hon beinanvegin við sær sjálvari, at okkurt mundi vera galið.
Síðani minnist hon bert, at læknin tosaði um eina amerikanska kanning og eitt ávíst slag av heilivági, sum varð nógv nýtt móti HIV ta tíðina.
? Eg fór tútbrølandi frá læknanum á mínari súkklu heim, greiðir hon frá.
Hon livdi tá saman við einum, og eitt tað ringasta var at siga tað fyri honum. Hann fór so eisini at kanna seg og tað vísti seg, at hann eisini bar smittuna.
? Vit vita tó ikki hvør av okkum hevur smittað hvønn. Tað er eisini fullkomuliga líkamikið, tí ta vitanina hevði ikki kunnað brúkt til nakað, sigur Brit púra avgjørd.
Seinni fóru tey so hvør til sítt. Men í dag livir Brit saman við einum øðrum manni, sum eisini er HIV smittaður.
Hon heldur avgjørt, at tað til tíðir ger tað lættari fyri tey at skilja hvønnannan, at bæði hava smittuna. Tá hjáárin vísa seg, tá ein dagur er torførur at koma ígjøgnum ella hvat tað nú skal vera, so vita tey bæði, hvat hin fer ígjøgnum.

Heppin
Brit Mølberg Nielsen sær seg sjálva sum sera hepna. Síðani hon fekk staðfest smittuna og byrjaði at taka heilivág hevur hon sum heild havt tað gott. Hon hevur ikki havt nógv hjáárin, og heilivágurin hevur hjálpt henni væl.
Læknin hjá henni hevur fleiri ferðir sagt henni, at hon helst fer at blíva gomul við hesi sjúkuni.
? Nú ljóðar hetta sum eg bara havi tað so gott, og alt er so ljósareytt, men tað hevur tað so sanniliga ikki verið. Eg havi verið heilt niðri í kjallaranum, og óttin fyri deyðanum hevur sitið fast í mær, greiðir hon álvarsom frá.
Í fyrstuni var hon bangin fyri, at hon kundi doyggja av einum vanligum forkølilsi, og hon hugdi ikki langt fram í tíðina.
Tað ger hon framvegis ikki, men hon er kortini ikki bangin fyri at leggja ætlanir fyri framtíðini.
? Eg gangi ikki og hugsi, at um tíggju ár skal eg hetta ella hatta. Men eg dugi og tori betri at hugsa nakað longri fram enn bara ein dag, sigur hon.
Brit hevur heldur ikki møtt nógvum fordómum um sína sjúku. Hon greiðir frá, at stuðulin kanska ikki altíð hevur verið so nógvur, men hon hevur møtt nógvum fólki, sum hon veit, veruliga hava roynt at víst, at tey vilja stuðla henni og skilja hennara støðu.
? Tað lærir ein skjótt at skyna á, og tá fólk veruliga royna, verður ein takksamur fyri tað, sigur hon og heldur fram, at hon so at siga ongantíð beinleiðis hevur merkt avvísingar frá fólki, tí hon er smittað.
? So alt í alt kann eg bara siga, at eg kenni meg sera hepna, hóast mína sjúku. Beisk havi eg ongantíð verið, sigur Brit Mølberg Nielsen, sum fór av aftur landinum seinnapartin í dag.
Tað var ein fakligur áhugabólkur undir Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar, sum tók stig til at fáa Brit hendan vegin. Fyribyrgingarráðið fíggjaði ferðina.