Í dagligari talu verður hon bert nevnd Lina hjá Símun hjá Turið ella Lina á vaskarínum. Mamma er úr Húsavík, dóttir Óla Danielsen, Óli á Breyt kallaður, og Jacobinu í Horni, doypt Joensen og ættað úr Oyndarfirði.
Reiðiliga fermd fór mamma til Velbastaðar at tæna, og síðani í húspláss hjá Dahl-fólkunum í Vági, har systir hennara Edith hevði verið frammanundan. Gumma hennara, Julia, sum var økonoma á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, hevði síðani boð eftir henni, og soleiðis bar tað til, at mamma okkara kom til Klaksvíkar. Har var hon drúgt tíðarskeið, arbeiddi síðani á Sjómansheiminum og onkuntíð á Viking. Seinni kom hon at starvast á vaskarínum á sjúkrahúsinum, tey seinastu árini sum leiðari, til hon fór frá við eftirløn í 1994.
Mamma og pápi giftust 2. jóladag í 1949. Fimm eru vit synirnir, Manni (f. 1950) býr á Viðareiði, Ólavur (1956) býr í Hvalvík, Høgni (1957) á Toftum, Birgir (1960) í Vestmanna, og Ingi (1964) í Havn, og abba- og ommubørnini eru 22 tali og langabba- og langommubørnini seks. Vit fimm við familjum vilja ynskja tær hjartaliga til lukku við 80 ára føðingardegnum. Tað kundi verið nógv at sagt um teg, sum liggur okkum á hjarta, men lítilátin sum tú ert, so ynskir tú ongan háva gjørdan burturúr.
Tað kennist eitt sindur løgið at heilsa tær á 80 ára degnum, ja hetta at tú longu fyllur 80, tú ert jú so ung í sinni, dámar best, tá ið nógv fólk eru rundan um teg og stákanin er stór, ja sjálvt um bert ein okkara kemur innar á gólvið.
Mamma, tú hevur altíð verið ein jonglørur, tá ræður um mat. Hóast tú plagar at siga, at tú eigur einki inni, so stendur eftir lítlari løtu burtur úr púra ongum eitt væl dekkað borð við vælsmakkandi mati, sum verður etin á svaðasvørði.
Nú vit eru við matin, mamma, so minnast vit manga ferðina, tá fyrireikarar til brúðleyp og veitslur plagdu at spyrja, um tú kundi standa fyri matinum. Tey fingu sjálvdan eitt nei. Men tað sum hugtók mest var, tá ið tú av einhvørjari orsøk noyddist at siga nei: So settist tú hóast hetta við blýant og pappíri, tí tey hóast títt nei vildu vita, hvussu tú hevði gjørt og hvussu nógv av hesum og hasum skuldi nýtast. Mamma, soleiðis ert tú bara.
Tað skerst ikki burtur, at tú í dagliga yrki tínum hevur verið støðuføst, tí tú starvaðist í samfull 30 ár á Klaksvíkar sjúkrahúsi, seinastu árini sum leiðari. Vit minnast fráfaringarrøðurnar, sum vóru hildnar, tá tú gavst á sjúkrahúsinum, har kom fólk úr eystri og vestri, rósandi orð um hetta og hatta. Eftir stuttari tíð fekst tú bilbugt við játtanina, sum var til vaskaríið, varð sagt. Hettar var eingin løtt uppgáva, tí játtanin var skerd ógvusliga kreppuárini, og ítøkiligar ætlanir vóru um at taka vaskaríið av. Og ikki minst minnast vit orðini frá læknanum um tey góðu argumentini, sum tú hevði givið teimum høgu monnunum í Havn, so vaskaríið framvegis er í Klaksvík í dag. Tú hevði tína greiðu ætlan, og fekst øll at skilja tað neyðuga í henni; meiri kom burturúr við færri tímum, men tað góða lagið varð varðveitt á arbeiðsplássinum. Tað kann av røttum sigast, at tá var tað meiri tíni meðmenniskju, ið tú hugsaði um, heldur enn teg sjálva, tí tú longu tá visti, at tú skuldi leggja frá tær skjótt.
Tolsemi hevur altíð fylgt tær, tað var tann tíð, tá ongar dagrøktarmammur vóru og tú hevði fimm rokaligar dreingir í húsinum. Hetta kravdi tol og eina ótrúliga samskipan. Men við tí toli, tú hevði, og við arbeiði tú var so ómetaliga glað fyri, so vóru fríløturnar brúktar til ætlanir fyri morgindagin. Soleiðis fekst tú bæði skapt trivnað rundan um teg og avrikað alt tað húsliga.
Tíðir skifta, og í dag setir ungdómurin krøv um ungómshús, telducafe’ir, motorsúklubanar og annað mangt, so hugsa vit altíð, at tú, mamma, var sum ein leiðari fyri ungdómin á Lítlubrekku, tí húsini hjá okkum vóru sum ein ”basa” fyri okkum brøðir og okkara javnaldrar, har tú hjúklaði um øll við millummála og øðrum góðum. Já tá vóru okkara fótbóltsdystir floytaðir av, tí mamma kom við pannikøkum.
Eldri ein verður, fleiri minnir koma fram, eisini frá vinmonnum okkara koma stuttlig minnir, eitt nú segði ein, at „barnagarðurin hjá Linu og Símun“ var eitt upplivilsi, hóast hetta ikki var ein skipað instutitión. Hann mintist eisini, at fótbóltsdystir vóru í tí smølu gongini hjá okkum, so eitt teppi fyri og annað eftir varð slitið upp, alt meðan tit søgdu „lat teir, tað er so stutt teir eru børn“. Var tað gott veður, so vóru vit í túninum og leiktu fótbólt, og um veðrið ikki var til vildar, so var eingin avmarking, hvussu nógvir LB-spælarar sluppu inn, ja har var hjartarúm.
Seinnu árini hava ikki altíð verið løtt. Kreftirnar eru ikki tær somu at vera okkara millum, at stákast og at práta. Men væl fylgir tú við og minnið er gott. Tað er bara at spyrja ... viðhvørt kemur tú bara sum ketta burtur úr høvdatrog og rættar nøvn ella árstøl. Og hóast vit nú eru nógv í tali, so fylgir tú ótrúliga væl við føðingardøgum o.ø., sum fyriferst í okkara familjum. Hvønn dag vilt tú sleppa heim nakrar tímar, har tit settu búgv á Lítlubrekku ella Vágsgeil. Og klokkan trý stendur tú klár, tá pápi trúliga kemur eftir tær. So hava tit dagin saman, koyra kanska rutuna til Haraldsundar og út á Oyrar, eru við hús til nátturðin er etin og tað líður móti niðurfaringartíð. So verður tú skjútsa trygt aftur á Røktarheimið, har tey ansa eftir tær ... kanska fáa tey tá dagsins humoristiska kommentar frá tær, tá tú kemur um gáttina.
Mangt er broytt og ferðin er ikki tann sama. Men fyri okkum eru tit tey somu kærleiksfullu foreldur.
Einaferð enn, hjartaliga til lukku, mamma, og mong góð ár framyvir. Eisini ein heilsan til pápa, sum fylti 81 ár 15. august.
Heilsan
Manni, Ólavur, Høgni, Birgir og Ingi
við familjum










