tónleikarar verða at hoyra á stevnuni. Jónsvein og Birgir, verða at hoyra leygardagin kl. 16. Ronnie Nielsen verður at hoyra leygarkvøldið kl. 21. Country-gospel sangarin Terji Vestergaard fer at syngja og spæla [...] um at fáa Hjørdis Johansen at framføra ein dukkuleik . Hetta er ein dukkuleikur, sum hon hevur sett upp til hetta høvið, so her er nakað øðrvísi fyri børnini og tey vaksnu. Dukkuleikurin verður at síggja [...] Gospelsangarin Heini Lützen fer at syngja og spæla nøkur kend løg á pallinum sunnukvøldið Kl. 19. Sunnukvøldið kl. 21 fara so Jónsvein & Birgir at seta eitt gott punktum fyri undirhaldinum á SøluRásini ´99
viðgongur, at trupult hevur verið at finna semju og hann metir allar flokkar at hava givið og tikið. Jørgen Niclasen fegnast um, at við hesum gerst fíggjarlógin 40 milliónir lægri. Hann vónar, at politikarar [...] fingarnar burtur, so vinnan sleppur at royna seg. - So mugu vit tola tær óhepnu fylgjur, ið møguliga eru. At skip og reiðaríð vinna pening her og nú nýtist ikki at vera gott fyri samfelag og fólk. Men um vinnan [...] vorðnir samdir um at fara hinvegin. Hetta merkir, at politikarar ikki longur sleppa at hava fingrarnar við, men spakuliga mugu taka teir út úr vinnuni. Full umsetiligheit merkir jú, at vinnan ger tað, sum
fyrr enn hann kom til Gøtu, at hann fór at vinna, sigur Sámal skemtandi um nýggja venjaran, samstundis sum hann leggur afturat, at tá hann sjálvur hevur vunnið tað, sum er at vinna í føroyskum fótbólti, er [...] Leingi hevur tað verið kunnugt, at íslendska felagið Leiftur hevur vilja fingið Sámal til Ólafsfjarðar at spæla, og í fjør fóru gøtumenn til Fifa fyri at fáa Leiftursmenn at halda labbarnar vekk. Framgangsmátin [...] farnir uttanlands at royna seg eisini. Tað er nú ikki hjá øllum, tað hepnast líka væl, tí tað er sjálvandi munur á, tá tú fert av tínum eintingum, og tá tú verður biðin at koma at spæla fyri felag uttanfyri
orsøkin til hetta var, at verjan hjá VÍF riggaði so at siga perfekt fyrstu løtuna. Úr Vestmanna frætta vit, at genturnar hava gjørt nógv fyri at betra um verjuspælið seinastu tíðina, og at hetta hevur givið [...] sigrinum enn hesi bæði málini, og at enda sá tað eisini út til, at tær sjálvar mundu ásanna hetta. Regina royndi tað hon var ment at venda dystinum, men eg loyvi mær at siga, at VB allarhelst hevði fingið meira [...] neyðugt at fáa stig á útivølli, og henda partin av uppgávuni hava tær ikki megnað nóg væl higartil. VÍF tykist at vera eitt lið í støðugari menning, og kunnu tær fáa alt at svinga, kann væl verða at tær enda
sínum plássi, men far ikki skeivur. Teir spæla fyri at vinna. Báðir tveir. Ilic í staðin fyri Poulsen Á liðnum hjá Mjølni hevur tað verið so seinasta tíðina, at tað hevur verið Trygvi Poulsen, sum hevur drigið [...] illa ber til at siga, at orsøk var at skifta taktikk, tí Borko vann alt, sum hann nart við í byrjanini av dystinum, men smátt um smátt fór hann at møðast. Tað er nú heldur ikki so løgið at ein maður, sum [...] byrjaði sást, at Fleyrleikararnir, tilvitað ella ikki, spældu eftir Ilic, og áðrenn klaksvíkingar vardu tað, var hann troyttur. Restin av Mjølnir liðnum kláraði ikki at forða fyri, at Klæmint Isaksen
ítróttarhøllini á Hálsi, var eisini fitt av fólki komið at hyggja at. Fyrireikararnir høvdu gjørt eitt væla arbeiði, so at væl lá fyri hjá øllum at síggja kappingarnar, sum fóru fram uppi á einum høgum palli [...] num. Hetta hevði tó ikki so nógv at siga, tí Regin hevði so greiða leiðslu á stigatalvuni, at eingin ivi var um, at hann fór at gerast Føroya Sterkasti aftur í ár. At enda var ein lastivenjing á skránni [...] Leygardagin var skipað fyri kappingini um at gerast Føroya Sterkasti Maður 1999. Hetta er fimta árið á rað, at skipað hevur verið fyri kappingini, og øll árini er tað Regin Vágadal, sum hevur vunnið. Sum
løgmaður, at hann ætlar at fáa samráðingaruppleggið niðan í uttanlandsnevndina seint í novembur mánaða. Víðari sigur løgmaður, at hann roknar við at telvingin í nevndini við andstøðuflokkarnar fer at verða [...] hvørfall mær frá, at hann ikki ætlar sjálvur at brúka serliga nógva tíð og orku til at kjakast við andstøðuna um eina semju, áðrenn hann kastar terningin. Mangt bendir nú á, at løgmaður ætlar at avreiða málið [...] hansara skulu verða, at hann sum Cæsar, uttan annars at gera samanberingar, eisini hugsar seg væl um, áðrenn hann tveitir terningin niðan í uttanlandsnevndina. Vert er at geva gætur, at sjálvt um trøini ikki
vænta sær at jólini byrja. Smádreingir ganga runt og selja jólakalendarar, og fólk byrja at keypa mandarinir og piparnøtur. Fólk byrja at munga eftir jólagreyti. Handlar byrja at skipa fyri jólatiltøkum [...] skipaði 3-arin fyri forvitnisligum tiltaki í SMS. Foreldur, ið vilja senda familju og vinum jólakort av børnum sínum, kunnu nú fara til 3-arin at fáa hetta avgreitt. Tí skipaði 3-arin fyri hesum tiltaki [...] børninum dámdu væl jólagreytin, tí heili 48 kilo av jólagreyti blivu nýtt. Kundarnir høvdu eisini høvið at vinna mandlugávu. Tiltakið verður skipað aftur í desembur mánaði.
eisini møguleikan at vinna onkra av nýggjastu fløgunum, sum eru á marknaðinum. Við økta síðutalinum hava vit nú eisini møguleika at hava rúm fyri einum brævkassa, har lesararnir fáa høvi til at siga sína hugsan [...] aranum í SMS. Fyri at eingin skal smæðast burtur, seta vit onga treyt um at innkomið tilfar verður undirskrivað við fullum navni. Navn og bústaður eiga tó verða upplýst til Yngd, soleiðis at vit vita, hvar [...] eina yrking, eitt hjartasuff um okkurt, ella ein spurning til Yngd ella okkurt heilt annað, so er bara at finna pennin ella telduna fram, og skriva til okkum. Antin til Sosialurin postboks 76, 110 Tórshavn
liðfeløgum sínum fyri góðan ítróttaranda. Hon heldur, at tað er gott klára at koma afturíaftur í einum slíkum dysti, tá tapið hóttir, og heldur at tað vísir, at liðið er ikki so illa fyri tá til stykkis [...] kempaðu væl fyri hvørjari aðrari, og tað haldi eg at tær eiga rós fyri, sigur Randi um mótstøðuliðið, sum nú hevur tapt tveir dystir á rað. Annars roknar Randi við, at tað hesaferð fer at eydnast ÍF at gera eitt [...] allar »brenna« fyri sakini. ? Allar hava roynt flogbóltin fyrr, og gera ein innsats fyri at fáa hetta at virka, og tað skal tað nokk fara at gera, tá viljin er til staðar, sigur Randi. At liðið so eisini