Tað er eydnast samgonguflokkunum at semjast um uppskot á fiskivinnuøkinum.
- Hetta merkir, at partafelagsskatturin skal niður í 20%, vit fáa stovnsett partabrævamarknað og full umsetiligheit, men her er útróðrarflotin undantikin, sigur Jørgen Niclasen, fiskimálaráðharri.
Hann sigur tó, at enn liggur á láni at gera eina neyvari greining av útróðrarflotanum, men hann metir, at skal ein skipan virka, so mugu so nógv sum gjørligt vera við. Men hetta arbeiði er enn ikki liðugt.
Ikki forbrúk
- Tær 40 milliónirnar, sum standa á fíggjarlógini skulu ikki út til forbrúk, men skulu nýtast til skattalætta og hetta skal síggjast í ljósinum av, at vit fáa eina pensjónstrygging, sigur Jørgen Niclasen.
Hann dugir tó ikki at siga nærri frá hesum júst nú, t?i hetta eru málsøkini hjá øðrum landsstýrismonnum.
Søgan
Jørgen Niclasen metir, at søguliga sæð, so hava politikarar bundið niður og sett treytir til vinnuna.
- Tá ein bindir niður og ger avmarkingar, so ger ein sjálvsagt raksturin verri. Áður hevur ein altíð goldið seg burturúr hesum og latið stuðul, sigur Jørgen Niclasen.
- Eftir drúgvar samráðingar eru vit vorðnir samdir um at fara hinvegin. Hetta merkir, at politikarar ikki longur sleppa at hava fingrarnar við, men spakuliga mugu taka teir út úr vinnuni. Full umsetiligheit merkir jú, at vinnan ger tað, sum lønar seg fyri vinnuna, sigur Jørgen Niclasen.
Harða linjan
- Hetta er tann harða linjan og tað kemur at svíða summastaðni, staðfestir Jørgen Niclasen.
- Vit koma at síggja, at loyvi skifta ánarar, bygdir missa og bygdir fáa. Onkur fær pening fyri at lata loyvið frá sær og so framvegis. Slíkt, ið øll kanska ikki verða so glað fyri, men linjan er, at vinnan skal klára seg sjálva og tí mugu politikarar taka sínar fingrar burtur, sigur Jørgen Niclasen.
- Vit kunnu ikki føra socialpolitikk í eini fiskivinnulóggávu. Nú má vinnan gera tað, ið best loysir seg, sigur Jørgen Niclasen.
Hann metir, at lítir ein frameftir, so fáa vit við hesum eina sunnari vinnu.
Hetta er semja, sum samgonguflokkarnir hava samráðst um og nú eru samdir um. Tó er hetta við einari umsetiligari fiskivinnu ikki endaliga komið á pláss.
Langtíðarætlan
- Ein má halda fast í hesum, tí hetta er ein langtíðarætlan. At ein lækkar partafelagsskattin og setir á stovn partabrævamarknað fyrisetir, at ein fær nýggjan hugburð inn í vinnuna. Tað merkir, at vinnan nú skal kasta av sær, sigur Jørgen Niclasen.
- Ein politisk binding av vinnuni merkir jú, at politikarar siga við vinnuna, at hon skal ikki gera tað, ið hon heldur er skilagott. Nú venda vit hesum við og siga, at vinnan skal gera tað, ið hon metir er skilagott, sigur Jørgen Niclasen
-Hetta er tann harða linjan, men líta vit longur fram, so er tað vónandi tann betra linjan, sigur Jørgen Niclasen.
Hann viðgongur, at trupult hevur verið at finna semju og hann metir allar flokkar at hava givið og tikið.
Jørgen Niclasen fegnast um, at við hesum gerst fíggjarlógin 40 milliónir lægri. Hann vónar, at politikarar eisini framyvir halda fingarnar burtur, so vinnan sleppur at royna seg.
- So mugu vit tola tær óhepnu fylgjur, ið møguliga eru. At skip og reiðaríð vinna pening her og nú nýtist ikki at vera gott fyri samfelag og fólk. Men um vinnan fær pening inn, so smittar av á samfelagið, sigur Jørgen Niclasen.








