Lars Anderssen
Tá ið novembur mánað byrjar, so kann man eisini vænta sær at jólini byrja. Smádreingir ganga runt og selja jólakalendarar, og fólk byrja at keypa mandarinir og piparnøtur. Fólk byrja at munga eftir jólagreyti. Handlar byrja at skipa fyri jólatiltøkum. Leygardagin 6. novembur kl. 14-16 skipaði 3-arin fyri forvitnisligum tiltaki í SMS. Foreldur, ið vilja senda familju og vinum jólakort av børnum sínum, kunnu nú fara til 3-arin at fáa hetta avgreitt. Tí skipaði 3-arin fyri hesum tiltaki. Í sambandi við tiltakið bjóðaðu tvær blíðar og fittar nissur jólagreyt, og varð hetta væl móttiki av kundunum, serliga børninum dámdu væl jólagreytin, tí heili 48 kilo av jólagreyti blivu nýtt. Kundarnir høvdu eisini høvið at vinna mandlugávu. Tiltakið verður skipað aftur í desembur mánaði.