Mjølnir-Fleyr 0-2
(21-18, 18-21, 5-7
17-21, 13-21)
Tey bæði stóru liðini í mansflogbólti brustu saman í Klaksvík um vikuskiftið, og ikki nóg mikið við tí, so var talan eisini um fyrsta dystin millum teir báðar útlendingarnar, sum eru komnir fyri at vera við í landskappingini.
Úrslitið var, at rumenin Romica og Fleyr drógu tað longra stráðið móti jugoslavanum Ilic og Mjølnir í einum dysti, har tann seinni var nógv meira eyðsýndur enn tann fyrri.
Um fólk halda, at tað var tí, at klaksvíkingarnir hava verið hepnari enn havnamenninir og fingið ein betri spælara, so fara tey skeiv, tí umframt tað, at teir eru sum nátt og dagur av lyndi, so eru teir eisini tað sum leikarar. Teir spæla á heilt hvør sínum plássi, men far ikki skeivur. Teir spæla fyri at vinna. Báðir tveir.
Ilic í staðin
fyri Poulsen
Á liðnum hjá Mjølni hevur tað verið so seinasta tíðina, at tað hevur verið Trygvi Poulsen, sum hevur drigið tað tunga lessið hjá Mjølnir. Hann hevur nógv tær drúgvastu royndirnar, og hevur ongantíð verið bangin fyri at taka ábyrgd í dystinum.
Men leygardagin var púra viðvent í holuni. Borko Ilic spældi á kantinum, og satt at siga mundi hann sláa eini 90 prosent av bóltunum hjá Mjølnir.
Og illa ber til at siga, at orsøk var at skifta taktikk, tí Borko vann alt, sum hann nart við í byrjanini av dystinum, men smátt um smátt fór hann at møðast.
Tað er nú heldur ikki so løgið at ein maður, sum Ilic møðist, tí ongantíð áður er ein maður við so stórum eldhugi gongur upp í spæli, sæddur í føroyskum flogbólti.
Trygvi hevði úr at gera at halda jugoslavanum, sum ferð eftir ferð østi seg um avgerðir hjá ótryggu dómarunum.
Mjølnir fall saman
Hóast tað var Mjølnir, sum byrjaði best, so vóru teir óhepnir í fleiri avgerandi støðum. Dómararnir høvdu, sum sagt ikki ein hepnan dag, og tað sást til tíðir aftur á spælinum.
Kortini eiga Fleyr leikararnir rós uppiborið fyri hugburðin meðan harðast leikaði á, tí av tí, at leikararnir hildu seg burtur frá keglinum vunnu teir meira enn teir taptu.
Á Fleyrliðnum var Romica ikki so eyðsýndur sum Ilic hjá Mjølni, men rumenin vann hvønn tann einasta bólt hann slóg. Harumframt fekk hann, sum dysturin leið, fatur á Ilic í blokaduni og tað var í veruleikanum tað, sum avgjørdi dystin.
Tí tá seinni hálvleikur byrjaði sást, at Fleyrleikararnir, tilvitað ella ikki, spældu eftir Ilic, og áðrenn klaksvíkingar vardu tað, var hann troyttur.
Restin av Mjølnir liðnum kláraði ikki at forða fyri, at Klæmint Isaksen og Jan Hentze stórt sæð gjørdu sum teir vildu, og tí endaði dysturin við at Fleyr vann.
Blandaðar kenslur
Á báðum liðum sást greitt, at tveir nýggir leikarar vóru við. Hópin av tekniskum feilum, vóru í samanspælinum, og serliga trupult var hjá Fleyr at fáa Romica við í leikin. Sum dysturin leið gekk samanspælið betur, og móti endanum sást, at Romica á Fleyrliðnum er eins góður styrkur og Ilic á Mjølnirliðnum.
Eitt annað er eisini, at hini liðini nú mugu gera sær greitt, at Mjølnir nú er eitt sterkt lið. Ilic er eitt arbeiðsgrev, sum fær nógv burturúr og tí skulu øll liðini vara seg tá tey spæla móti Mjølnir, sum annars ikki hevur fingið eina so góða byrjan í ár.
Tað er tí av góðum grundum, at vit síggja fram til dystirnar hjá hesum báðum liðum í framtíðini, tí við at fáa hesar báðar útlendingarnar til Føroya at spæla, hava tey bæði stóru liðini í føroyskum flogbólti víst á gongdar leiðir fyri at gera føroyskan flogbólt meira áhugaverdan.
At jugoslavarnir hjá klaksvíkingum - í hondbólti og flogbólti - hava heitari blóð, ger bara søguna enn stuttligari. Tí ongantíð áður hava klaksvíkingar verið so harðmæltir sum hesaferð, og tað er stuttligt at verða við til.
Tí var tað við blandaðum kenslum at Ilic metti dystin aftraná at liðugt var.
? Leikararnir hjá okkum gera ov nógvar persónligar feilir. Tí missa vit so nógv stig, sum vit ikki eiga at missa. Tá tað er komið upp á pláss fer at síggja munandi betri út, og vit kunnu gott geva teimum kapping næstu ferð vit spæla móti teimum