Neyvan nakrantíð hevur tað verið so stórt virksemi á føroyska fótbóltsspælaramarknaðinum sum tað hevur verið í ár. Feløg uttanlands hava víst føroyingum áhuga, og fleiri spælarar eru, av sínum eintingum, farnir uttanlands at royna seg eisini.
Tað er nú ikki hjá øllum, tað hepnast líka væl, tí tað er sjálvandi munur á, tá tú fert av tínum eintingum, og tá tú verður biðin at koma at spæla fyri felag uttanfyri landoddarnar.
Tann seinna bólkin hoyrir Sámal Joensen til. Leingi hevur tað verið kunnugt, at íslendska felagið Leiftur hevur vilja fingið Sámal til Ólafsfjarðar at spæla, og í fjør fóru gøtumenn til Fifa fyri at fáa Leiftursmenn at halda labbarnar vekk. Framgangsmátin var eftir øllum at døma ikki tann rætti, og tí fingu gøtumenn viðhald.
Hesaferð eydnaðist
Tað var tá. Nú kappingarárið endaði var Sámal sáttmálaleysur, og tí hevði hann í grundini frítt at fara hvagar hann vildi, og tá Leiftur enn einaferð kom við tilboði um sáttmála, fór Sámal til Ólafsfirðar at hyggja at umstøðunum, og var hann í iva áðrenn hann fór, so var allur ivi burtur eftir túrin.
? Umstøðurnar felagið hevur at virka undir eru einastandandi góðar, og so er tað sjálvandi eisini tað, at teir spæla á rættiligum grasi har yviri. Tað er ein avgjørdur fyrimunur, um ein ætlar sær at mennast sum spælari, sigur Sámal Hansen, sum bara er 24 ára gamal, og tískil hevur árini fyri sær í fótbóltshøpi.
Men tað er nú ikki tað einasta, sum hevur ávirkað Sámal soleiðis at avgerðin fall til frama fyri Leiftur.
Sum kunnugt skrivaði Jens Martin Knudsen undir venjarasáttmála við Leiftur fyri stuttum, og tað ger sjálavandi sítt til at gøtumaðurin nú stingur í sekkin og fer aftaná.
? Vit hava spælt saman í Gøtu, og tað var í veruleikanum ikki fyrr enn hann kom til Gøtu, at hann fór at vinna, sigur Sámal skemtandi um nýggja venjaran, samstundis sum hann leggur afturat, at tá hann sjálvur hevur vunnið tað, sum er at vinna í føroyskum fótbólti, er kanska neyðugt við nýggjum avbjóðingum.
Jens Martin Knudsen brýtur inn í samrøðuna og sigur, at tað er heilt øðrvísið at spæla uttanlands tí tað er sum at byrja púra á berum.
? Eingin kennir teg har yviri, og tú verður noyddur at vísa hvat tú dugir til. Tað er tað Sámal kemur yvir til, og afturat tí fær hann javnar dystir hvørt vikuskifti. Tað er í hvussu er øðrvísi enn tað var her heima. Her eru bara einir fimm kanska seks dystir, sum mann má seta seg upp til, og tað er ov lítið um tú skalt menna teg sum leikari, sigur Leiftursvenjarin.
Øll bygdin
stendur aftanfyri
Sámal Joensen er sjálvsagt sera spentur upp á nyggju tilveruna sum yrkisleikari, og tað tykjast tey eisini vera á Ólafsfirði. Tá hann var har yviri og hugdi at umstøðunum, vóru menn eitt sindur skeptiskir at lata hann fara uttan at hava gjørt sáttmála, og tann eini hevði á orði, at fer hann, kemur hann ikki aftur.
Men so var ikki , og ein av orsøkunum var, at Sámal kendi tað, sum stendur allur Ólafsfjørður aftanfyri liðið.
? Tey vóru ótrúliga blíð við meg, eg var har yviri, og tey syrgdu fyri, at eg skuldi kenna meg heima beinanvegin. Eg eri jú ikki einsamallur, og tí syrgdu tey fyri, at konan fekk eitt arbeiði, so hon eisini hevur nakað at koma yvir til, og tí eru vit ótrúliga spent, sigur Sámal, sum byrjar á Ólafsfirði í marts mánaði næsta ár.
Sáttmálin hjá Sámali er gjørdur fyri tvey ár, men kann, um hann og familjan ikki trívast á Ólafsfirði, uppsigast eftir einum ári.
Í fyrsta umfari fáa Sámal, Jens Martin, Jens Erik og hinir íslendingar nokk at síggja til, tí umframt kappingarnar í Íslandi skulu teir eisini út í Evropa at kappast í Inter-totokappingini, og hóast Leiftur enn ikki er komin so langa leið í kappingini, so hava teir mót at royna enn einaferð, sigur nýggi Leiftursmaðurin at enda.
Kann vera
vegurin út í heim
Sum vera mann, so hevur Sámal eins og flestu aðrir fótbóltsleikarar javnan hugsað tankan, at sleppa at spæla aðrastaðni enn í Føroyum. At tað so skuldi gerast Ísland, sum skuldi gerast fyrsta steðgistaðið var ikki kanska tað, sum lá fremst í huganum, men tað er nú ikki tað ringasta staðið kortini heldur Sámal, og vísir á, at Ísland hevur eitt gott orð á sær í fótbóltshøpi.
? Íslendingar eru í næstan øllum landskappingum, og tí eru nokk betri møguleikar at koma víðari hagani enn tað eru at koma úr Føroyum og beina leið í onkra stóra kapping, og tí er hetta ein avbjóðing í sær sjálvum, sigur Sámal Joensen.
Sum sagt, so verður Sámal fimti føroyingurin í íslendsku Landssímadeildini. Hinir eru liðfelagarnir Jens Martin Knudsen, sum er spælandi venjari, og Jens Erik Rasmussen, Uni Arge úr Akranesi og Allan Mørkøre úr ÍBV.