Sølustevnan SøluRásin ?99 byrjar á Skála í dag

Í dag letur sølustevnan SøluRásin ´99 upp í ítróttarhøllini á Skála. Stevnan verður opin í morgin og sunnudagin frá kl. 15 til kl. 22. Á SøluRásini ´99 eru 31 fyritøkur og stovnar, sum sýna fram tað nýggjasta innan teirra økið.

Tað eru ítróttarfeløgini á Skála og Strondum, sum skipa fyri sølustevnuni SøluRásin ´99.

Fyrireikararnir hava verið í gongd síðan september mánað, og nú tveir mánaðir seinni letur stevnan upp.


Nógvir framsýnarar

Hugurin at luttaka á SøluRásini ´99 hevur verið sera stórur, og pláss bleiv ikki fyri øllum sum høvdu hug at luttaka. Ikki færri enn 31 handlar og fyritøkur eru við á framsýningini, og hesar sýna fram alt millum himmal og jørð.


Mótasýningar

Á stevnuni verður eisini skipað fyri nógvum undirhaldi. Tvær mótasýningar verða hvønn dag, leygardagin klokkan 18 og 20 og sunnudagin klokkan 17 og 20.

Á mótasýningunum verða øll tey nýggjastu klæðini sýnd, m. a. barnaklæðir, gerandisklæðir, stásklæðir undirklæðir og ítróttarklæðir.

Magni Poulsen verður frásøgumaður undir mótasýningunum, og ADJ-Sound tekur sær av ljósi og ljóðinum


Tónleikur

Fleiri kendir tónleikarar verða at hoyra á stevnuni. Jónsvein og Birgir, verða at hoyra leygardagin kl. 16. Ronnie Nielsen verður at hoyra leygarkvøldið kl. 21. Country-gospel sangarin Terji Vestergaard fer at syngja og spæla kl. 15.30 sunnudagin.

Gospelsangarin Heini Lützen fer at syngja og spæla nøkur kend løg á pallinum sunnukvøldið Kl. 19.

Sunnukvøldið kl. 21 fara so Jónsvein & Birgir at seta eitt gott punktum fyri undirhaldinum á SøluRásini ´99.


Dukkuleikur

Sum nakað heilt serligt hevur tað eydnast fyrireikarunum at fáa Hjørdis Johansen at framføra ein dukkuleik .

Hetta er ein dukkuleikur, sum hon hevur sett upp til hetta høvið, so her er nakað øðrvísi fyri børnini og tey vaksnu.

Dukkuleikurin verður at síggja á pallinum báðar dagarnar klokkan 16.30.


Kapping við gummihjóli

Eisini verður skipað fyri eini kapping - sum vit sóu í Sosialinum í gjár - har tað ræður um at fáa eitt stórt gummihjól, sum vigar 300 kg. upp at standa.

Millum teir sum klára hetta, verður lutakast gjørt, har 2 fáa eitt ókeypis sett av dekkum frá Super Dekk Service.

Annars fáa allir teir, sum klára at reisa hjólið og ikki vinna høvuðsvinning, ein treistivinning, sum verður eitt avsláttarkort uppá eitt sett av dekkum frá Super Dekk Service.

Kappingin verður á sølustevnuni leygarkvøldið kl. 19.00


Hugnaligt umhvørvi

Eins og í fjør hava fyrireikararnir lagt dent á at fáa umhvørvið inni í høllini so hugnaligt sum gjørligt. M. a. verða kulørtar perur hongdir oman fyri básarnar, eins og projektørar verða nýttir har frammi við pallin. Hetta skal virka við til, at vit fáa tann heilt rætta stemningin inni í høllini.

Ein lítil café verður gjørd við síðuna av pallinum. Har verður kaffi, sodavatn, breyð, køkur og annað gott at fáa.


Vænta nógv fólk

Fyrireikararnir vænta nógv vitjandi á SøluRásini ´99. Tá sølustevnan var í fjør blivu yvir 2.800 atgongumerki seld.

Parkeringsvaktir verða uttanfyri, eins og økið verður væl lýst upp, so fólk kunnu koma trygt til høllini.

Nógv gott undirhald er á skránni. Handlar og fyritøkur sýna fram eitt stórt úrval av vørum, og hava góð stevnutilboð.

So tey sum kundu hugsað sær at keypt jólagávurnar, ella fáa sær jólastásið í góðari tíð, hava her eitt sera gott høvi at fáa hetta fyri tilboðsprís, verður sagt í tíðindaskrivi frá sølurásini.