Heldur ikki hesaferð bleiv Regin koppaður

Styrkiskappingar: Fyri fimtu ferð á rað eydnaðist tað leygardagin Regini Vágadal at vinna kappingina um at gerast Føroya Sterkasti Maður. Kappingin bleiv ikki heilt so spennandi, sum fleiri annars høvdu væntað

Leygardagin var skipað fyri kappingini um at gerast Føroya Sterkasti Maður 1999. Hetta er fimta árið á rað, at skipað hevur verið fyri kappingini, og øll árini er tað Regin Vágadal, sum hevur vunnið. Sum nakað nýtt var kappingin hesaferð skipað soleiðis, at fyrra helvtin av teimum átta kappinginargreinunum vóru uttandura, og fóru tær fram niðri á Viðanesi og á parkeringsøkinum við Skipasmiðjuna fyrrapartin leygardagin. Seinna helvtin var so í ítróttarhøllini á Hálsi um kvøldið.


Sámal gav Regini

skarpan gang

Seks sterkir mans vóru til dystin fús, og millum teirra var eitt nú Sámal Johannes Hansen, sum annars ikki hevur verið við í seinastuni vegna ein álvarsligan ryggskaða, og hann er einasti føroyingurin, sum nakrantíð av álvara hevur hótt Regin Vágadal í styrkiskappingum her á landi. Tað eydnaðist eisini Sámali at vinna tvær av teimum átta kappingargreinunum, men tað var ikki nóg mikið, tá ið Regin samstundis megnaði at vinna ikki færri enn fimm kappingargreinar.

Teir seks luttakararnir, Regin Vágadal, Sámal Johannes Hansen, Gunnar Hansen, Tummas Kjærbo, Jákup Jacobsen og Hans Jákup Berg, fóru undir kappingina leygarmorgunin klokkan tíggju niðri á Vestaru Bryggju í Havn, og teir løgdu fyri við at kappast í eini grein, sum verður nevnd haldivenjing. Teir skuldu halda tveimum tunnum, sum vigaðu 200 kilo hvør, leysum av jørðini, og heldur óvæntað eydnaðist tað Jákupi Jacobsen at vinna hesa kappingargrein. Honum á baki komu Regin Vágadal og Sámal J. Hansen, og bert eitt sekund var á muni millum teir tríggjar fremstu.

Síðani var farið niðan á parkeringsøkið millum Bacalao og Tórshavnar Skipasmiðju, og tann ikki sørt talsterka áskoðarafjøldin fylgdi trúføst við. Har var fyrst kappast í tí, sum teir nevna wheel-flip, og her kappaðust luttakararnir tveir og tveir. Lutakastið hevði lagað seg soleiðis, at teir báðir, Regin og Sámal J., komu at kappast hvør móti øðrum, og tá kom rættuligt lív í áskoðarafjøldina. Tað 300 kilo tunga lastbilahjólið skuldi koppast runt heilar seks ferðir, og tað eydnaðist Sámali akkurát at vera eitt hálvt sekund skjótari enn Regin í hesi kapping. Teir báðir risarnir vóru væl skjótari enn nakar av hinum luttakarunum.

Triðja og næstseinasta kappingargreinin leygarmorgunin á Vestaru Bryggju snúði seg um, at teir seks luttakararnir skuldu toga ein stóran lastbil einar 30 metrar. Bert tríggir av teimum seks luttakarunum, Jákup Jacobsen, Sámal J. Hansen og Regin Vágadal, megnaðu at toga lastbilin allan vegin á mál, men aftur hesaferð vístu Sámal Johannes og Regin, at teir høvdu munin á hinum fýra. Regin vann hesa kappingargrein stutt framman fyri Sámal, meðan tað so var næstan ein hálvur minuttur niður til Jákup á triðjaplássinum.

Seinasta kappingin í fyrru hálva var deadlift. Her var Regin í serflokki, og tað stóð ikki á hjá honum at lyfta meiri enn tað, sum hinir megnaðu at lyfta. Tá ið so Sámal ikki stóð seg so væl í hesi kappingargrein, var munurin, áðrenn farið var undir seinnu hálvu av kappingini í høllini á Hálsi um kvøldið, blivin rættuliga stórur, og nakað av spenninginum var farin úr kappingini.


Millwalk avgjørdi alt

Tá ið teir seks luttakararnir hittust aftur klokkan átta um kvøldið í ítróttarhøllini á Hálsi, var eisini fitt av fólki komið at hyggja at. Fyrireikararnir høvdu gjørt eitt væla arbeiði, so at væl lá fyri hjá øllum at síggja kappingarnar, sum fóru fram uppi á einum høgum palli.

Fyrst royndu teir seks sterku menninir seg í millwalk, og tá ið Regin vann hesa kapping, samstundis sum Sámal ikki endaði millum teir fremstu, var allur spenningur um fyrstaplássið rokin. Tískil var størri spenningurin ístaðin um, hvør ið fór at gerast næststerkasti maður í Føroyum, Sámal J. Hansen ella Gunnar Hansen.

Sætta kappingargreinin var log-lift. Her royndist Regin enn einaferð bestur. Hann lyfti 130 kilo, meðan Gunnar og Sámal lyftu 120 kilo. Av tí at Gunnar nýtti færri royndir um at koma upp á tey 120 kiloini, endaði hann næstfremst í hesi kapping. Regin Vágadal royndi í hesi kappingargrein at seta nýtt føroyskt met við at lyfta 145 kilo, men tað lukkaðist honum ikki. Føroyska metið, sum Regin eigur sjálvur, er 142, 5 kilo.

Eftir at klovnurin Toni Trifoli hevði undirhildið fyri teimum mongu børnunum eina góða løtu, løgdu teir seks menninir aftur til brots. Nú stóð crucifix á skránni, og her hevur Sámal áður víst seg sera stinnan. Tað gjørdist eisini Sámal, sum vann hesa kappingargrein, meðan Regin endaði á fjórðaplássinum.

Hetta hevði tó ikki so nógv at siga, tí Regin hevði so greiða leiðslu á stigatalvuni, at eingin ivi var um, at hann fór at gerast Føroya Sterkasti aftur í ár. At enda var ein lastivenjing á skránni. Fyrst skuldu teir seks risarnir lyfta fýra kaggar, sum vigaðu 100 kilo hvør upp á ein platt. Síðani lógu tveir steinar, sum vigaðu ávíkavist 125 og 150 kilo við síðuna av plattinum, og hesir báðir skuldu eisini lyftast upp á plattin. Hetta var ein sera undirhaldandi kapping, har luttakararnir royndu seg í teirri raðfylgju, at aftasti maður í kappingini royndi seg fyrst, og tann fremsti var seinastur at royna seg.

Eingin av teimum fýra fyrstu monnunum megnaðu at lyfta tann 150 kilo tunga steinin heilt upp á plattin, hóast fleiri vóru nær við. Tá so Sámal Johannes fekk tann tunga og runda steinin upp á plattin, var rómurin í høllini øgiligur. Sámal nýtti góð 71 sekund til at lyfta teir seks lutirnar, og stórur spenningur var um, hvussu tað nú fór at gangast hjá Regini, sum var seinastur at royna seg.

Her vísti Regin seg tó sum tann rætta vinnaran, tí hann vant burturúr øllum hinum luttakarunum, og hann nýtti einans 26 sekund um at lyfta alt upp á pallin, og ikki kann sigast annað, enn at hann fleyg eftir pallinum, og tað sá út, sum var tað ballónir, ið hann lyfti.


Munurin er ikki

so stórur longur

Úrslitið av kappingini gjørdist, at Regin Vágadal vann við 43 stigum. Sámal var nummar tvey við 36,5 stigum, Gunnar Hansen hevði 30 stig, Tummas Kjærbo 23 stig, Jákup Jacobsen 21 stig og Hans Jákup Berg 14,5 stig.

Niðurstøðan eftir kappingina er tó greið. Munurin millum Regin Vágadal og hinar sterku menninar her á landi er ikki so stórur, sum hann hevur verið, og spennandi verður eitt nú at síggja, um til dømis Sámal Johannes fer at royna seg í øðrum kappingum enn Føroya Sterkasti Maður. Tað hevði verið stuttligt at sæð hann roynt seg í The Atlantic Giant 2000, sum vónandi verður komandi ár.