ÍF -TB 2-0
21-12, 10-21, 7-5
15-21, 21-13, 5-7, 17-15
Í upptaktini til flogbóltin hetta vikuskiftið søgdu vit á hesum síðum, at tað meiri enn so kundi henda seg, at ÍF fór at fáa fyrsta sigurin móti TB um vikuskifti og so varð.
Liðini hittust á Kambsdali sunnudagin, og eftir ein sera spennandi og til tíðir væl leiktan dyst, sum toygdi nýggju spælireglarnar til ytsta mark, og áskoðararnar út á stólakantin, vann ÍF dystin.
Talan var um ein sera spennandi dyst, sum TB sagtans kundi havt vunnið,
men tá samanumkom gjørdust tær ov stuttar.
TB hevði »matchbólt« við støðuna 14-12 í seinasta »tie-brekaranum«, men kláraðu ikki at gera arbeiðið liðugt, og eftir tað sníkti ÍF seg framum og vunnu - fyri fyrstu ferð í ár.
Randi Larsen úr ÍF er sjálvsagt sera væl nøgd við sigurin, og sigur orsøkina til at tær vunnu vera, at tær kempaðu betri enn TB.
? Útgangsstøði hjá okkum var ikki tað besta, tí vanligi hevarin hjá okkum, Katrin Olsen var ikki við, men eg haldi, at tað bara setti okkum enn meira upp til dystin. Allar bardust sum fyri lívinum, og tað gav úrslit, sigur hon.
Kortini heldur hon at tvørágenturnar vóru óhepnar ikki at vinna.
? Tær vunnu greitt bæði settini, sum tær vunnu, og vóru tær eitt sindur hepnari tá tær høvdu »matchbólt«, so vunnu tær dystin, sigur Randi, sum kortini rósar liðfeløgum sínum fyri góðan ítróttaranda.
Hon heldur, at tað er gott klára at koma afturíaftur í einum slíkum dysti, tá tapið hóttir, og heldur at tað vísir, at liðið er ikki so illa fyri tá til stykkis kemur.
Elsta liðið í deildini
? Vit hava til stuttleika roknað miðalaldurin á liðunum í meistaradeildini út, og har hava vit tað elsta liðið. Kortini hava vit ikki spælt so nógv í meistaradeildini at vit hava tær neyðugu royndirnar, men tað skal nokk koma, sigur Randi.
Sjálv hevur hon roynt seg í meistaradeildini áður, og á liðnum hjá ÍF er eisini ein, sum bæði er Føroyameistari og gullvinnari á oyggjaleikunum seinast. Hon eitur Helen á Lakjuni, og hon hevur sum vera mann ótrúliga stóran týdning fyri ÍF liði.
? Helen er ein sera góður leikari, og hevur altíð nógv at siga í álopinum, men í dystinum sunnudagin fekk hon nógv burturúr í verjuspælinum, sigur Randi.
Kortini heldur Randi ikki, at tað var Helen, sum hevði størsta týdningin móti TB, men harafturímóti Poula R. Petersen, sum spældi ein branddyst.
? Hon servaði einastandandi væl og fekk annars eisini nógv burturúr, sigur hon.
Gudrid nógv saknað
Hóast tey, sum eru um liðið hjá TB, ikki vilja vera við tað, so er tykist tað kortini sum um at tað er stórur saknur í Gudrid Nolsøe, sum fór av landinum áðrenn seinasta vikuskiftið.
Randi Larsen heldur í hvussu er, at TB-genturnar klára seg framúr væl uttan Gudrid tí hon var so avgerandi partur í spæli teirra.
? Eg haldi, at tær, sum nú eru eftir á TB-liðnum gera ein góðan innsats, sum fer at síggjast aftur tá samanumkemur, tí tær berjast fyri sakini. Sum eg segði í áðni, so kundu tær eins væl havt vunnið dystin móti okkum, men soleiðis varð tað nú ikki. Men tær kempaðu væl fyri hvørjari aðrari, og tað haldi eg at tær eiga rós fyri, sigur Randi um mótstøðuliðið, sum nú hevur tapt tveir dystir á rað.
Annars roknar Randi við, at tað hesaferð fer at eydnast ÍF at gera eitt gott meistaradeildar lið í kvinnuflogbólti.
Liðið er mannað við níggju gentum, ella rættari kvinnum, sum allar »brenna« fyri sakini.
? Allar hava roynt flogbóltin fyrr, og gera ein innsats fyri at fáa hetta at virka, og tað skal tað nokk fara at gera, tá viljin er til staðar, sigur Randi.
At liðið so eisini hevur fingið stig, ger tað bara uppaftur meira hugaligt at vera við, tí tá verður nógv hugaligari at fara á vøllin næstu ferð dystur skal spælast. Tað ger eisini, at hini liðini taka dystirnar móti ÍF nógv meira í álvara, og tað ger tað bara meira spennandi at vera áskoðari á Kambsdali.