nógvar av skipanunum frá hesi tíðini eru gjørdar eftir einum heldur studentikosum leisti uttan atlit til vanligan gerandisdag og vanligan rakstur. Nú er tíðin komin til at endurskoða nógvar av hesum skipanum [...] demokratiskt val eigur at vera eitt val, har einki annað krevst enn at møta upp til at seta krossin. Vit kenna frá øðrum londum, at har ein veljaraskráseting krevst áðrenn sjálvt valið, har er valluttøkan [...] og øll hava ein áhuga í, at tey, ið skulu bera okkum í framtíðini, fáa røttu upplæringina. Øll hava vit ein áhuga í, at ræðusøgur, sum til dømis tá lívfrøðibøkurnar í einum skúla í einari stórari føroyskari
ár búðu 15.809 fólk í Havn og á Argjum. Vit hava einki ímóti, at Havnin veksur. Men vit mugu ikki missa tamarhaldið á støðuni. Havnin má ikki veksa skjótari enn at vit klára at skapa karmarnar, so øll [...] enn tvær álíkningar sleppa ikki at lækka skattin Men vit í Havn betala so nógva skuld aftur hvørt ár, at gongur sum ætlað, er skuldin komin niður á eina álíkning, tvs um 280 - 290 milliónir í 2002. Tvs [...] varsemi á hesum øki. Helst verður skatturin lækkaður eitt sindur. Men vit eiga at vera ógvuliga varin at lækka hann ov nógv. Partvís hevur kommunan nógvar uppgávur at røkja. Partvís liggur nógv á láni
farin um sýn. Helst kendi hann angan av fríari fløtum, nú jarðiska tjaldbúðin var blivin honum ov trong. Vit eru mong sum í takksemi minnast Jacob á Sjómansheiminum og ynskja at lýsa frið yvir minnið um [...] Jacob inni í Gerði, Jacob á Kongshavn, Jacob á Sjómansheiminum ella Jacob á Sandsøluni. Alt heiti sum hendan kempan í ávísum tiðarbilum hevur havt knýtt at sær. At fáa eitt heiti knýtt at sínum navni vitnar [...] Altíð, uttan nakað undantak, føldu vit okkum vælkomnar á sjómansheimið. Saman við Jacob og Leu, vóru Esmar Lamhauge sáli og Brynhild eisini ein partur av leiðsluni á heiminum. Hesir báðir, í missiónini
n hava vit ikki, tí vit hava 2018 í lógini, sigur, sigur Poul Michelsen. - Vit eru so mikið væl fyri, at vit kunnu binda um heilan fingur. Tað er alneyðugt at vit fáa eina skipan, sum byggir á liberal [...] dugir væl at síggja, at tað er gott, at virkini eru komin, men tey vóru eisini komin, um fiskivinnan bygdi á marknaðarkreftir. - Nú var eitt vørubann, so teir skuldu hava eitt stað at landa fiskin - tað mátti [...] fiskivinnuna á planbúskap, har fáir aktørar sleppa framat tilfeinginum. Hetta er ikki marknaðargrundað vinna, sum byggir á eina liberala hugsjón. Tvørturímóti byggir marknaðargrundað vinna á atkomiligheit:
greitt. Verður tað soleiðis, at fólk, aftan á, at úrslitið fyriliggur, fara at siga, at har mangla skjøl, sum áttu at verið komin fram? Um so verður, eru vit ikki liðug bara við hesi kanningini. So verður [...] hava sína gongd á Viðskiftastovuni um dagarnar. Og ørindini eru, sum vera man, at fáa alt við, sum er at vinna í samband við bankakanningina. Eisini donsk fjølmiðlafólk hava verið á gátt og hugt at, hvussu [...] verður kravd minst ein afturat. Eitt annað mál, sum serliga politiska andstøðan á Christiansborg fer at leggja dent á, er hvussu nógv Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri kendi til málið, og um hann hevur
lukkuligan fyri, at tað var júst á hasum staðnum, at báturin fór á land, sigur Richard Hentze, sum er komin væl fyri seg aftaná tilburðin við Sandsboðar týskvøldið. Syðraberg rendi á Sandsboðar, sum er eitt tiltikið [...] hjá Richardi at lopið upp á turt nakra aðrastaðni, og so er spurningurin, hvussu álvarsamur tilburðurin hevði verið, um hann ikki rendi á júst hetta skerið. Richard slapp upp á skerið. Og so var størsti [...] Fyrstur á staðið var 14 ára gamli sonurin, Mads. Pápin var fingin á land við línu, sum fólk frá Bjargingarfelagnum tveittu út til hansara. Og glaðir vóru feðgarnir báðir, tá hann aftur stóð á turrum. Vátur
ES-fiskivinnupolitikkinum. Hetta eru stórtíðindi, sum áttu at fingið ein og hvønn fjølmiðlamann upp úr stólinum. Men eru tit farin kritiskt inn í substansin í málinum? Hondina á hjartað, Jón Brian Hvidtfeldt [...] hesum samráðingum? Referatini eru har Ein hevur í sínum stilla sinni loyvi at halda, at referatini munnu liggja úti í Tinganesi. Um tey yvirhøvur eru til. Hvør veit? Vit minnast øll, hvussu fyrimyndarliga [...] Her hugsi eg eitt nú um tað, sum okkara landstýrismaður í uttanlandsmálum hevur borið fram, púra gratis. Mikrofon til Jørgen Tit hava tíverri hildið mikronini, meðan Jørgen Niclasen á landsfundi Fólkafloksins
tey í einum minni bygdarskúla, og har eru tí ikki so nógvir næmingar í hvørjum flokki. - Í flokkinum hjá gentunum eru bara fimm næmingar. Nú tær hava verið burtur, eru tey tí bert trý eftir í flokkinum, sigur [...] frá einum teirra: - Lærararnir eru ikki so strangir! - Og so hava vit eisini ein deiligan svimjihyl her, og haraftrat eina stóra ítróttarhøll við skúlan. Hjá okkum mugu vit ganga heilt til hin endan av býnum [...] Niðri á eini bátabrúgv standa trý børn og fiska - tvær gentur og ein drongur. Vanliga plaga tey at hava hvør sína tráðu, men í dag var bara tann eina tøk til stóra áhugamál teirra. Tey eru heppin, tí bert
og er framvegis ósigraður í EM-kappingini. John Rødgård tapti á fjórða borði, og er als ikki komin á lagið í hesari kappingini. Føroyar eru nummar 36 av teimum 40 liðunum eftir dagsins dyst. Kosovo í morgin [...] í talvi á Kreta í dag. Hørð mótstøða var væntandi, tí Moldova er styrkismett væl omanfyri Føroyar, og hevði tríggjar stórmeistarar á liðnum í dag. Rógvi Egilstoft Nielsen vann annan dystin á rað við hvíta [...] ógvuliga tryggur á fyrsta borði, og telvaði javnt móti Viktor Bologan, sum hevur hægri styrkital enn Helgi, og vann á enska stórmeistaranum Nigel Short í fyrsta umfari. Helgi hevur nú 3½ stig í seks dystum
Tølini siga, at B68 higartil í ár hevur havt trupulleikar á heimavølli. Av 20 stigum eru bara fimm vunnin á Svangaskarði. Í Fuglafirði vísti danski Brian Andresen seg við tveimum málum at vera fínan styrk [...] lagið gott. Felagið er á rættari kós. Í 2-0 sigrinum á HB noyddist Odmar Færø av vøllinum í 1. hálvleiki, tí hann hevði trupulleikar við knænum. Hann verður í ferðalagnum inn á Toftir. Miðverjin Herbert [...] styrk. Konseptið riggar eisini betri við honum í fremstu røð. B68 dúvar nú upp á verjuna og skjótálop. Brian Andresen noyddist av vøllinum í Fuglafirði. Hann verður tó tøkur sunnudagin. Tað verða allir