Tað, at skula skráseta seg, hevur ikki nógv uppá seg, vil onkur meina. Trupulleikin er bert tann, at royndirnar vísa, at hetta lækkar um valluttøkuna og áhugan. Bara tað, at eitt demokratiskt val krevur eina handling væl áðrenn sjálvt valið, ger, at man missir alla teir veljarar, ið ikki taka støðu fyrr enn seinastu løtu, fyri ikki at tala um øll tey, ið ikki hava so lætt at foreina seg við tíðarfreistir.
Tey meira puritansku halda helst, at somikið av áhuga eigur ein at hava fyri skúlanum, ið børnini ganga í, at ein má kunna senda ein pappírslepa inn nakrar vikur áðrenn skúlastýrisvalið. Kanska, men veruleikin vísir nakað annað. Fólk flest hava nógv um at verða, og ikki liggja almennar skrásetingarblankettir altíð fremst í huganum hjá fólki. Vandin við núverandi skipan er eisini, at um ein stórur breiður skari av føroyingum ikki lata seg skráseta sum veljarar til skúlastýrisvalini, so er tann stóri spurningurin, hvør tað er, sum við eldhuga letur seg skráseta.
Eitt demokratiskt val eigur at vera eitt val, har einki annað krevst enn at møta upp til at seta krossin. Vit kenna frá øðrum londum, at har ein veljaraskráseting krevst áðrenn sjálvt valið, har er valluttøkan markant lægri enn, har eingin slík skráseting krevst. Eitt aktuelt dømi er, hvussu amerikanski forsetin verður valdur.
Tað er eisini ein spurningur, um tað er so snilt at útiloka øll tey úr skúlastýrum, ið kanska hava havt børn í skúla, ella koma at hava børn í skúla. Øll gjalda til skúlan yvir skattin, og øll hava ein áhuga í, at tey, ið skulu bera okkum í framtíðini, fáa røttu upplæringina. Øll hava vit ein áhuga í, at ræðusøgur, sum til dømis tá lívfrøðibøkurnar í einum skúla í einari stórari føroyskari bygd vóru sensureraðar fyri knapt tjúgu árum síðani, ikki endurteka seg.
Tað er at vóna, at skipanin við vali til skúlastýrini verður broytt skjótast til ber. Hetta uppskot kann bólkast saman við almennu játtanarskipanin og kommunala íløgukarmin, hóast talan er um ymisk stýri. Hesar skipanir hava allar tað til felags, at tær komu í einari tíð, har alt knappliga skuldi gerast so proffesionelt og gott. Trupulleikin er bert, at nógvar av skipanunum frá hesi tíðini eru gjørdar eftir einum heldur studentikosum leisti uttan atlit til vanligan gerandisdag og vanligan rakstur.
Nú er tíðin komin til at endurskoða nógvar av hesum skipanum. Tað skal verða okkara vón, at ein endurskoðan av hvussu skúlastýri verða vald stendur ovaliga á listanum yvir mál at endurskoða. Gamla skipanin riggaði betur, og tað er ein sannroynd, at tað loysir seg ikki at pilka ov nógv við nakað sum riggar.