Grammleikin má steðga

Nøkur fá sita á øllum, og tað vilja tey gjarna halda fram við, men grammleikin má steðga, sigur Poul Michelsen, vinnulívsmaður og formaður fyri Framsókn. Fiskivinnupolitikkurin hjá Fólkaflokkinum er ikki marknaðargrundaður búskapur, men planbúskapur, sigur hann

Fyri fáum døgum síðani kundi Poul Michelsen hátíðarhalda 40 ár í vinnuni við síni heilsølu PM Heilsøla. Tá fyrrverandi flokksfelagi hansara, Jógvan við Keldu, í vikuskiftissosialinum skrivaði, at alt fleiri føroyingar bara vilja hava og hava og tískil fara at kvørkra vinnuna, og at Føroyar fara at verða sæddar sum ein vinnu-óvinarligt land, kundi Poul Michelsen ikki verið minni samdur.
- Fólkaflokkurin ynskir at byggja fiskivinnuna á planbúskap, har fáir aktørar sleppa framat tilfeinginum. Hetta er ikki marknaðargrundað vinna, sum byggir á eina liberala hugsjón. Tvørturímóti byggir marknaðargrundað vinna á atkomiligheit: at tað er lætt hjá nýggjum vinnulívsfólkum at sleppa upp í part, á prís: at tað er virðisøkingin, sum ger av, hvør klárar seg, og at tað er gott fyri samfelagsbúskapin sum heild. Núverandi skipan er ikki góð fyri samfelagið og skapar ikki virðisøking, sigur Poul Mikkelsen løgtingsmaður fyri Framsókn.
- Fólkaflokkurin vil heldur tilluta fýra aktørum alt tilfeingið og nokta øðrum at sleppa framat. Hetta skilji eg ikki, sigur Poul Michelsen. Hann heldur, at vinnan skal gjalda fyri tilfeingið, men gjaldið skal ikki vera grundað á, at landskassin manglar pengar.

Marknaðargundað gjald
- Vinnan skal gjalda eitt marknaðargrundað gjald, ikki tí at landskassin manglar pengar, men tí at tað er best fyri vinnuna, at hon er tengd at marknaðinum, sigur Poul Michelsen.
Tað er av týdningi fyri kappingarførið hjá vinnuni, at hon er tengd at marknaðinum.
- Eitt gjald, sum verður ásett politiskt kann vera rætt, men hetta hevur ongan týdning, um tað ikki er tengt at, hvat vinnan kann forvinna. Tað, sum vinnan skal gjalda, skal verða tengt at, hvat vinnan kann forvinna og ikki, hvat samfelagið hevur brúk fyri. Hvør ið sleppur framat skal verða avgjørt av, hvør megnar at skapa mestu virðisøking av vøruni, sigur Poul Michelsen.
Fyri at tryggja, at tað er marknaðargrundað gjald, sum vinnan skal gjalda, eigur tað at verða ásett við hjálp av eini uppboðssølu ella eini tilfeingisrentu, heldur hann. Ein tilfeingisrenta er tað yvirnormala virði, sum verður í yvirskotið, tá ein fyritøka hevur einkarrætt.

Uppboðssøla riggar ikki
Poul Michelsen heldur ikki, at tað er gjørligt at gera eina uppboðssølu í Føroyum, har bert føroyingar keypa, tí tað eru bara føroyskir aktørar, sum hava pengar.
- Tað er so øgiliga langt niður til hinar frá hesum fýra, tí teir hava fingið millum 1,5 til 2 milliardir frá landinum. Tí er tað ikki gjørligt hjá øðrum at bjóða javnbjóðis á eini uppboðssølu. Teir kunnu bara avtala sína millum, hvat teir vilja gjalda. Sostatt fært tú ikki ein marknaðargrundaðan prís, sigur Poul Michelsen.
Hann heldur, at ein onnur loysn kundi verið eitt gjald, sum var sett javnan útfrá marknaðarprísinum.
Tað er av týdningi, at ein nýskipan loyvir nógvum framat.
- Tað skal tað vera so lætt sum gjørligt hjá so nógvum sum gjørligt at sleppa framat, tí so eru fleiri um at skapa virðisøking, og tað er gott fyri samfelagið. Tað sigur seg sjálvt. Men í dag er tað soleiðis, at sjálvt um tað eru nakrir, sum gjarna vilja royna, so sleppa teir ikki fram at, tí teir hava ikki fiskiloyvi. Tað haldi eg er øgiliga keðiligt, tí eg ivist ikki eina løtu í, at vit eiga nógvar góðar menn, sum gjarna vilja royna seg, sigur Poul Michelsen.
Hann bleiv kløkkur, tá hann hoyrdi Bárð Nielsen, formann í fíggjarnevndini siga, at landskassin skuldi hava ein rímuligan pening fyri tilfeingið, men hann vinnan skuldi hava trygg kor, og tískil eigur at fáa veiðiloyvir yvir fleiri ár.
- Eg hugsaði, at nú ætlar Sambandsflokkurin at gera eina semju við Fólkaflokkin, og so verður tað, sum fiskimálaráðharrin, Jacob Vesterggard, hevur sagt, at vit hava nakrar fáar sterkar reiðarar, sum hava so nógvar pengar, at teir kunnu standa ímóti øllum. Tað besta fyri vinnuna er, at tú hevur nógvar smærri, tí so fiska teir minni hvør, men skapa størri virðisøking hvør sær við tí, sum teir fiska, sigur Poul Michelsen.

Virðisøking heldur enn mongd
- Hyggur tú eftir Noreg til dømis, so ber tað til at forrenta eitt skip við at fiska 10.000 tons. Her snýr tað seg um at virðisøkja tað, sum verður fiskað. Til dømis at leggja seg eftir ávísum marknaðum ella góðska vøruna. Málið er at fáa ein góðan prís fyri tað, sum tú hevur, sigur Poul Michelsen.
Soleiðis er ikki í Føroyum. Føroyska skipanin, har tilfeingið verður latið til nakrar fáar reiðarar leggur upp til, at teir fiska so nógv sum gjørligt.
- Sostatt snýr tað seg um mongd og ikki góðsku. Her skalt tú fiska 40.000 tons, fyri at at skipið skal forrenta. Pengarnir verða forvunnir við at handla kvoturnar ímillum sín og tað er als ikki meiningin við fiskivinnuni, sigur Poul Michelsen og leggur aftrat:
- Hetta hevur longur oyðilagt botnfiskaflotan, og fer eisni at oyðileggja restina av flotanum, um hetta heldur fram. Tað sigur seg sjálvt, at hetta er ikki gott fyri samfelagsbúskapin.
Poul Michelsen heldur ikki, at tað er gott fyri fólkaræði, at nakrir fáir menn sita á so stórum virðum í Føroyum.
- Eg havi ikki álit á eini skipan, har teir fýra skulu avgera, hvussu tann føroyski búskapurin skal vera. Hví skulu teir tað? Hví skulu teir avgera, at eitt virki skal liggja á Tvøroyri og eitt skal liggja í Fuglafirði. Teir hava bygt tað fyri pengar, sum skuldu verið farnir í landskassan, sigur Poul Michelsen.

Skal upp á land í Føroyum
Hann dugir væl at síggja, at tað er gott, at virkini eru komin, men tey vóru eisini komin, um fiskivinnan bygdi á marknaðarkreftir.
- Nú var eitt vørubann, so teir skuldu hava eitt stað at landa fiskin - tað mátti verða í Føroyum, og tað er bara at siga, at allur fiskurin skal upp á land í Føroyum, so skal onkur nokk finna útav, hvar hann skal í land, sigur hann.
Um bara fiskurin kemur upp á land í Føroyum er tað ikki avgerandi, hvør keypur hann, heldur Poul Michelsen.
- Um útlendingar keypa fiskin hava tey føroysku virkini haft møguleikan. Um fiskurin kemur upp á land í Føroyum hava føroyski virkini tann fyrimun, at tey ikki skulu flyta vøruna so langt, sum teir, sum skulu virka fiskin aðrastaðni, sigur hann.

Skuldarbundin fiskivinna
Ein av trupulleikunum við skipanini er, er at skipini verða so dýr, at tey forrenta seg ikki, og vinnan verður skuldarbundin.
- Skipini verða seld við veiðuloyvunum, men tað eru loyvini, sum eru nakað verd - ikki skipini. Tað verður so dýrt, at tað eru bara nakrir fáir, sum kunnu verða við, og hesir pengarnir forplanta seg ikki í tí føroyska samfelagnum. Tað er ofta útlendskur kapitalur, og tað verður tikið út úr feløgunum, sigur Poul Michelsen,
- Eg havi einki álit á, at hesir mennirnir brúka pengarnir á rætta hátt í samfelagnum - hví skulu teir tað? Ein og hvør er sær sjálvum nærmast. Tað er so, at nakrir fáir sita á øllum, og tað vilja teir gjarna blíva við at gera. Eg kalli tað grammleiki, sigur Poul Michelsen.

Leiga skip
Fyri at gera tað lættari hjá atkomuligt hjá øðrum at koma upp í fiskivinnuna, átti tað at verið møguligt at leiga sær eitt skip.
- Ofta er grundgevingin fyri, at veiðiloyvini skulu ganga yvir nógv ár, at tú ikki kanst gera eina íløgu fyri fleiri 100 milliónir, um tú ikki veit, um tú hevur nakrastaðni at fiska. Men hví skal man eisini tað? Hví skal tað vera eitt krav at eiga eitt skip? Kunnu teir ikki leiga eitt skip? Tað føroyska samfelagið fær einki burturúr, at reiðarar byggja eitt skip fyri 200 milliónor krónur. Tað verður ikki bygt í Føroyum. Tað verður viðlíkahildið, men tað vera leigaði skip eisini, sigur Poul Michelsen.
Hann heldur, at tað hevði bøtt munandi um vinnuligu viðurskiftini, um fleiri fingu veiðiloyvir, og at tey kundi leiga eitt skip at fiska við.
- Eg eri vísur í, at vit hava nógv dugnalig fólk, sum gjarna vilja sleppa at roynda seg. Tað eiga tey sjálvsagt at sleppa, sigur Poul Michelsen.

Mugu hava breiða semju
- Eg hevði vónað, at vit kundu komi fram til eina breiða semju, men Fólkaflokkurin hevur steðga hesum arbeiðinum - Fólkaflokkurin ynskir ikki at finna eina breiða semju, sigur Poul Michelsen.
Hann er tó ikki bangin fyri, at Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin lata veiðiloyvir út, so at tey verða galdandi longur enn til 2018, tí er einki endurgjaldskrav galdandi, um politiska skipanin velur at taka loyvir aftur.
Mannarættindanevndin í ST hevur átalað Ísland fyri brot á diskriminatiónsgreinina í mannarættindasáttmálanum, men har er ikki gjørligt at taka veiðiloyvini aftur.
- Trupulleikin í Íslandi er, at her hava eigararnir av skipunum og veiðiloyvunum endurgjaldskrav, um Ísland tekur loyvini aftur, so teir hava ikki ráð til at broyta tað aftur. Hendan trupulleikan hava vit ikki, tí vit hava 2018 í lógini, sigur, sigur Poul Michelsen.
- Vit eru so mikið væl fyri, at vit kunnu binda um heilan fingur. Tað er alneyðugt at vit fáa eina skipan, sum byggir á liberal, marknaðargrundaði grundsjónarmið, so okkara vinna kann skapa virðisøking í samfelagnum. Grammleikin má steðga, sigur Poul Michelsen.