Gera tit nú tað, Jón Brian?

Ein stutt viðmerking til fjølmiðlamannin, Jón Brian Hvidtfeldt

Eina rættiliga skortflongju fær undirritaði í bløðunum í vikuni frá kringvarpsmanninum, Jón Brian Hvidtfeldt.

Hann tykist vera firtin um, at eg mæli Kringvarpinum til at fara kritiskt inn í substansin í spurningin um, hvørt Føroyar eiga at gerast partur av Europasamveldinum.

Hann skrivar m.a.:

 

"Heilsanin frá løgtings- og fólkatingsmanninum er beinleiðis vend móti Kringvarpinum, sum partú skal spæla við. Tí sum Edmund Joensen orðar seg: 'Tit í almennu fjølmiðlunum hava eina public service skyldu móti tí samfelag, ið rindar tykkara lønir. Hesa skyldu mugu tit taka í álvara'".

 

Fjølmiðlamaðurin misskilir

Eg gangi út frá, at fjølmiðlamaðurin man hava hugt í hagtølini yvir samskifti við teir ymisku flokkarnar og politikararnar og tí er komin til at ta niðurstøðu, at eg eri firtin um mín part av samskiftinum við Kringvarpið.

Fjølmiðlamaðurin misskilir mín boðaskap, og tað er kanska mín feilur. Eg hava onki ímóti teimum kritisku og viðkomandi spurningunum, ið fjølmiðlakvinnan hjá Kringvarpinum setti í samband við mítt útspæl um føroyska sambandið við ES frameftir. Kritiskar spurningar má man tola.

Boðskapur mín er í hesum føri, at Kringvarpið eigur eisini at fara meira kritiskt inn í substansin í málinum. Her hugsi eg eitt nú um tað, sum okkara landstýrismaður í uttanlandsmálum hevur borið fram, púra gratis.

 

Mikrofon til Jørgen

Tit hava tíverri hildið mikronini, meðan Jørgen Niclasen á landsfundi Fólkafloksins hevur greitt frá, at hann hevur sett ovasta leiðaran í ES til veggja og kravt upplýsingar um, hvat José Manuel Barosso hevur lovað Edmundi Joensen.

Hava tit kannað og fingið innlit í, hvat Jørgen Niclasen hevur kravt, og hvat formaðurin í ES-nevndini svaraði? Ella hevur tað ongan áhuga?

Tit hava lagt mikrofon til, enntá fleiri ferðir, meðan landsstýrismaðurin, eisini púra gratis, hevur upplýst, at Annfinn Kallsberg, Jóannes Eidesgaard og Torbjørn Jacobsen hava havt samráðingar við ES um at fáa Føroyar nærri ES og sleppa okkum undan ES-fiskivinnupolitikkinum.

Hetta eru stórtíðindi, sum áttu at fingið ein og hvønn fjølmiðlamann upp úr stólinum. Men eru tit farin kritiskt inn í substansin í málinum?

Hondina á hjartað, Jón Brian Hvidtfeldt. Trýrt tú veruliga, at Torbjørn Jacobsen man hava gjørt nakra slíka roynd við Àlands-leistinum sum fyrimynd? Sami spurningur kann setast viðvíkjandi Annfinni Kallsberg og Jóannesi Eidesgaard.

Hava tit sett ein einasta spurning í sambandi við hesar samráðingar? Hvat hava teir

tríggir spurt ella biðið um, og hvat hevur ES svarað? Hvønn kommisser hava teir tosað við? Hvørji perspektiv liggja í hesum samráðingum?

 

Referatini eru har

Ein hevur í sínum stilla sinni loyvi at halda, at referatini munnu liggja úti í Tinganesi. Um tey yvirhøvur eru til. Hvør veit?

Vit minnast øll, hvussu fyrimyndarliga og kritiskt tit fóru inn í substansin, tá tit fingu hendur á referatunum um lásastríðið úti í Tinganesi. Kanska hevur ES-málið enn størri týdning fyri Føroyar?