Besta summarferian hjá ommu og abba

- Eg haldi, at tað var ein røtt avgerð at steðga longur heima í Føroyum í ár. Børnini hava í øllum førum havt tað sera hugnaligt og gott hesar vikurnar her í Kollafirði.

- Hetta hevur verið eitt sera positivt upplivilsi fyri tey, sigur kollfirðingurin, Alfrida Petersen sum býr beint við Saltum í Norðurjyllandi.

Niðri á eini bátabrúgv standa trý børn og fiska - tvær gentur og ein drongur.

Vanliga plaga tey at hava hvør sína tráðu, men í dag var bara tann eina tøk til stóra áhugamál teirra.

Tey eru heppin, tí bert fáir metrar eru millum húsini hjá ommuni og abbanum, har tey búgva og fjøruna. Hesar fáu metrarnar hava tey gingið mangar ferðir hesar seinastu tveir mánaðirnar.

At síggja til, eru hetta trý systkin úr Kollafirði sum stytta sær stundir við at fiska inni við land. Hetta er fyri sovítt eisini rætt, - tað einasta sum ikki passar er, at tey í roynd og veru búgva í Danmark.

Í summar hava tey kortini á fyrsta sinni havt møguleika at búgva í heimlandinum og heimbygdini hjá mammuni í longri tíð.

Og hetta hevur dámað teimum trimum - tvíburasystrunum Silje og Lærke og beiggja teirra Emil. Hetta er ikki einasta tvíburarparið í familjuni: Átta onnur slík pør finnast og hittust tey øll fyri nøkrum árum síðani til eina hugnaliga samveru.

- Okkum hevur dámað sera væl at fiska. Man fær næstan altíð okkurt, siga tey trý við ein munn.

Hósdagin í farnu viku var fyrsta langa føroyska summarferia teirra komin at enda. Seinnapartin henda dagin fóru tey aftur til Danmarkar við Norrönu.


Longri enn ein feria

Um summarið er vanligt hjá føroyingum at fara til Danmarkar at vitja familju og kenningar. Og tað øvugta ger seg galdandi hjá føroyingum í Danmark.

Familjan hjá Alfridu hevur fleiri ferðir áður verið í Føroyum. Her hevur tó bert verið talan um styttri steðgir uppá eina ella tvær vikur. Ongatíð yvir longri tíðarskeið.

Eftir eina væleydnaða summarferiu í fjør tók Alfrida eina avgerð, sum altso varð førd út í lívið í ár.

- Eg hugsaði við mær, at tað hevði verið gott fyri tey, at kunna steðga eitt sindur longur í Føroyum einaferð, meðan tey eru í røttum aldri.

- Hetta hugskotið dámdi okkum øllum sera væl, greiðir Alfrida frá. Sum hugsað, so gjørt!

Hon kannaði møguleikarnar fyri at skifta frá danska skúlanum og til Kollfjarðar skúla. Tá eingir trupulleikar vóru í hesum, var avgerðin førd út í lívið.

Við slík styttri skúlaskift er neyðugt at gjalda fyri undirvísingina. Men tann útreiðslan man ikki telja so nógv í mun til tær upplivingarnar, sum tey trý systkini hava havt í Kollafirði henda seinasta hálva triðja mánaðin.


Frá 5 til 20

Fyri tær báðar 7 ára gomlu Silje og Lærke og 8 ára gamla Emil var talan um eina stóra broyting at koma úr tí danska skúlanum og í tann føroyska.

Í Danmark ganga tey í einum minni bygdarskúla, og har eru tí ikki so nógvir næmingar í hvørjum flokki.

- Í flokkinum hjá gentunum eru bara fimm næmingar. Nú tær hava verið burtur, eru tey tí bert trý eftir í flokkinum, sigur Alfrida.

Júst hvussu leingi tey sleppa at ganga í hesum danska bygdarskúlanum aftrat er óvist. Har tosa tey nevniliga eisini um at leggja smærru skúlarnar saman, tí barnatalið er minkandi.


Duga at rokna

Í Kollafirði sluppu tey í munandi størri flokkar, men hetta hevur gingið uttan stórvegis trupulleikar.

- Hini børnini hava bara verið góð við okkum, siga tey trý systkini.

Hósdagin í farnu viku var allur skúlin útferð við Leynavatn. Eina viku herfyri høvdu tey eina evnisviku, har tey m.a. sluppu í sjósavnið í Havn og vóru útferð í Nólsoy.

- Vit hava eisini roknað nógv. Og Kári lærarin, hevur sagt við okkum, at vit duga sera væl at rokna, sigur Lærke.



Lærararnir ikki so strangir

Munin millum ein lítlan bygdarskúla í Norðurjyllandi og ein miðalstóran kommunalan skúla í Kollafirði, hava tey trý eisini lagt merki til.

Men hvør er so størsti munurin? Tað gongur ein tíð, áðrenn svarið kemur frá einum teirra: - Lærararnir eru ikki so strangir!

- Og so hava vit eisini ein deiligan svimjihyl her, og haraftrat eina stóra ítróttarhøll við skúlan. Hjá okkum mugu vit ganga heilt til hin endan av býnum fyri at svimja.

- Tað er bara so skeg at svimja, siga tey trý.