Minningarorð um Jacob Højgaard

”Kært barn har mange navne”. Tað er kanska ikki júst eitt ”kært barn” einum kemur til hugs, tá tankarnar í síni reikan steðga við stóru kempuna inni í Gerði á Toftum. Men mongu nøvnini, sum kunnu knýtast til hansara, fingu meg til at nýta donsku máliskuna.

Jacob inni í Gerði, Jacob á Kongshavn, Jacob á Sjómansheiminum ella Jacob á Sandsøluni. Alt heiti sum hendan kempan í ávísum tiðarbilum hevur havt knýtt at sær. At fáa eitt heiti knýtt at sínum navni vitnar um at persónurin hevur gjørt seg bemerktan, ella er vorðin nærum eitt við heiti, ja kanska sjálv ímyndin av kørmunum um sítt virki. Men eisini tann sannroynd, at fleiri heiti eru knýtt at persóninum, vísir okkum at persónurin ikki var stagneraður ella fastfrystur í einum virki, men hevði gávur og hug til at menna seg.


Kom at kenna Jacob, meðan hann enn var ímyndin av skonnartini Kongshavn. Var smádrongur og kom tíðum, saman við mammu á gátt inni í Gerði, í heiminum hjá Leu og Jacob.

Lea var ættað úr Sandavagi og fingu tey bæði saman børnini Niclas, Nicolina og Anna. Seinni eru eftirkomararnir blivnir fleiri, við tað at abbabørn og langabbabørn eru komin afturat.

Grundin til okkara vitjanir var helst tann at Lea og mamma vóru systkinabørn.


Men kennskapur okkara bleiv sum tíðin leið til vinskap, serstakliga útviklaðist hesin vinskapur í tíðarbilinum Jacob og Lea vóru bestýrarapar á Runavíkar Sjómansheimi.


Vit vóru mangir unglingar, sum høvdu Sjómansheimið sum okkara tilhaldsstað um kvøldarnar, og so arbeiddi mamma í køkinum í eitt áramál. Fyri meg persónliga førdi hetta til vinarlag við Jacob og øll hansara, eitt gevandi vinarlag sum eg altíð havi verið sera takksamur fyri. Altíð, uttan nakað undantak, føldu vit okkum vælkomnar á sjómansheimið.


Saman við Jacob og Leu, vóru Esmar Lamhauge sáli og Brynhild eisini ein partur av leiðsluni á heiminum. Hesir báðir, í missiónini og gudstrúnni rótfestu menninir, og konur teirra, høvdu alstóran týdning fyri ungdómin á staðnum, sum samlaðist á sjómansheiminum.


Ikki minst týskvøldini, tá vikuliga andagtin var hildin, bleiv eitt satt samantreff. Eisini samkomurnar á sjómansheiminum í vikuni hvar missiónsvika var á Glyvrum, sita í minninum sum ríkar løtur.


Jacob var ein kempa. Hann var av allar størstu monnum, við einum myndugleika sum sást upp á langan avstand. Harumframt var hann eisini ein andans kempa, við myndugleika á hesum øki.

At hoyra hann greiða frá tildragilsum á lívsleiðini, hvat tað so var við andaligum ella undirhaldsligum sikti, var fangandi sum hjá fáum.


Hann hevði aftan fyri seg eitt ríkt og hendingaríkt lív, sum parteigari og einsamallur eigari í fleiri skipum og so sjálvandi sandsøluni í Runavík. Hann átti, saman við øðrum, skonnartina Kongshavn og lýsir Magnus Dam Jacobsen sáli, í bókini ”Í Grønlandi við Kongshavn”, Jacob sum eina heiðurliga kempu, andaliga so væl sum handaliga.


Jacob keypti sluppina Pilot, sum hann nýtti til sandgrevstur. Tá Pilot fór á land og fekk so umfatandi skaða, at tað var ivasamt um tað loysti seg at gera hana aftur, keypti hann Rók, frá Skipafelagnum Føroyar, til sama arbeiði.

Seinni keypti hann Ásu 2 frá sandsøluni í Havn. Síðan einkarsonurin so eisini kom við í fyritøkuna, hava fleiri skip verið í fyritøkuni. Trý skip við navninum Burgundia, tvey við navninum Havsand. Í dag verður fyritøkan rikin av abbasynum og eigur fyritøkan 6 skip.


Jacob bleiv einkjumaður í 1999, tá Lea hevði runnið sítt lívsskeið. At blíva einsamallur eftir eitt langt og hendingaríkt hjúnarlag, má vera ein undarlig kensla og má umframt reint praktisku broytingarnar, eisini føra til kensluligar byltingar í einum.


Hesar broyttu umstøður merkti Jacob og sást skilliga at tær ávirkaðu hann. Tí kom tað als ikki óvart á, tá tað frættist at hann hevði funnið saman við Hanniteu. Trúgv móti síni andaligu sannføring, ynsktu tey at innganga hjúnarlag hóast høgan aldur.


Tíverri untist teimum ikki langt hjúnarlag, við tað at Jacob bleiv merktur av sjúku og fyri stuttum andaðist 91 ára gamal. Hannitea bleiv trúføst við hansara lið heilt at deyðans gátt.


Jacob er farin um sýn. Helst kendi hann angan av fríari fløtum, nú jarðiska tjaldbúðin var blivin honum ov trong.


Vit eru mong sum í takksemi minnast Jacob á Sjómansheiminum og ynskja at lýsa frið yvir minnið um hann.

SPG.