Heimavøllurin er eingin skansi

Tølini siga, at B68 higartil í ár hevur havt trupulleikar á heimavølli. Av 20 stigum eru bara fimm vunnin á Svangaskarði.

Í Fuglafirði vísti danski Brian Andresen seg við tveimum málum at vera fínan styrk. Konseptið riggar eisini betri við honum í fremstu røð. B68 dúvar nú upp á verjuna og skjótálop. Brian Andresen noyddist av vøllinum í Fuglafirði. Hann verður tó tøkur sunnudagin. Tað verða allir hinir hjá B68 eisini.

Tølini siga eisini, at B36 ikki hevur staðið seg nakað serligt á útivølli. Higartil hevur árstalsfelagið spælt seks útidystir. Tríggjar ferðir er B36 farið til hús við ongum. Tvær ferðir hevur úrtøkan verið full, og eina ferð hevur verið javnleikur.

Í B36 er lagið gott. Felagið er á rættari kós. Í 2-0 sigrinum á HB noyddist Odmar Færø av vøllinum í 1. hálvleiki, tí hann hevði trupulleikar við knænum. Hann verður í ferðalagnum inn á Toftir. Miðverjin Herbert í Lon Jacobsen hevur verið skaddur í nógvar vikur. Hann venur nú saman við hinum. Súni Olsen verður neyvan tøkur sunnudagin. Haraftur ímóti vísti Ingi Højsted, tá ið hann sunnudagin varð innskiftur, at hann er komin heilt fyri seg aftur eftir langan skaðasteðg.

B68 og B36 hittust á Svangaskarði 28. mai í 9. umfari. Ta ferðina skoraði B36 einsamalla málið í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat.