Spenningur upp undir avdúkingina

Tað er stórur aktivitetur á Føroysku Viðskiftastovuni í Keypmannahavn dagin fyri, úrslitið av bankakanningini verður kunngjørt

Eini 12 føroysk tíðindafólk hava sína gongd á Viðskiftastovuni um dagarnar. Og ørindini eru, sum vera man, at fáa alt við, sum er at vinna í samband við bankakanningina.

Eisini donsk fjølmiðlafólk hava verið á gátt og hugt at, hvussu føroyingarnir innrætta seg til ta stóru løtuna.

Fríggjadagin klokkan 16 verður so greitt, hvat Grønborg & Co. eru komnir til.

Sosialurin hevur tosað við Lise Lyck, sum er serfrøðingur í donskum, føroyskum viðurskiftum, um útlitini fyri tí, sum kanska fer at koma fram.

Sjálvandi ber ikki til framman undan at siga, hvat stendur í frágreiðingini. Men Lise Lyck væntar, at dentur verður lagdur á at vísa, um, og í játtandi føri, hvat og hvussu tætt samband verið hervur millum Den Danske Bank og Fíggjareftirlitið.

Eisini heldur Lise Lyck, at spennandi hevði verið at vitað, hvør orsøkin var til, at myndugleikarnir slúktu 1992 roknskapinum hjá bankanum ráum.

Lise Lyck er forvitin eftir at vita, hvussu sjálv góðskan av kanningini - arbeiðið, sum gjørt er - er úr hondum greitt.

Verður tað soleiðis, at fólk, aftan á, at úrslitið fyriliggur, fara at siga, at har mangla skjøl, sum áttu at verið komin fram?

Um so verður, eru vit ikki liðug bara við hesi kanningini. So verður kravd minst ein afturat.

Eitt annað mál, sum serliga politiska andstøðan á Christiansborg fer at leggja dent á, er hvussu nógv Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri kendi til málið, og um hann hevur sagt ósatt ella bara latið vera við at siga tað, hann hevur vitað.

Eingin ivi er um, heldur Lise Lyck, at andstøðan fer at gera tað, hon er ment, fyri at ávísa, at Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri hevur logið í hesum málinum.

Men tað eru ikki bara føroyskir og danskir fjølmiðlar, sum hava víst hesum málinum áhuga seinastu dagarnar.

Heimskenda blaðið Financial Times hevur skrivað um fíggjaviðurskifti Danmarkar og Føroya. Og norskir og svenkir fjølmiðlar eru eisini farnir at vísa málinum rættiligan áhuga.

Lise Lyck segði við Sosialin hóskvøldið, at hon hevur tosað við ikki færri enn 34 journalistar, sum vilja frætta um málið. Og tað er alt frá eini kronologiskari gjøgnumgongd til metingar av, hvat kann henda, um kanningarúrslitið sigur so ella so.

Beint, sum vit fingu samband við hana, kom hon aftur frá eini samrøðu, hon hevði havt við svenskt sjónvarp.