fríggjadagin bjóða føroysku fólkatingsmenninir, Magni Arge og Sjúrður Skaale til ráðstevnu í Öström í Havn, har evni verður útlendingalógin og yvirtøkan av henni. Samgongan hevur gjørt av, at føroyingar [...] uppihalds- og arbeiðsloyvi í Føroyum, men spurningurin er, um tað verður lættari, um vit sjálvi umsita útlendingamál, ella verður tað verri enn í dag hjá útlendingum at sleppa inn í landið. Annar teirra, Sjúrður [...] Sjúrður Skaale, greiddi í dag frá á Rás 2, hví Magni Arge og hann hava valt at tikið evni upp á ráðstevnuni fríggjadagin. - Tey fimm árini er havi verið í Fólkatinginum, hevur tað verið næstan dagligani
bumbuhóttanir ímóti málum í Havn. Tað var um kvøldið herfyri, at hann ringdi til løgregluna og greiddi frá, at hann hevði lagt ætlanir um at sprongja seg sjálvan og Vesturkirkjuna í luftina. Hann ringdi til [...] skal ikki sita, ger hann einki annað lógarbrot hesi bæði næstu árini. Í dóminum varð dentur lagdur á, at hóttanirnar vórðu ikki tiknar í serliga stórum álvara og høvdu tískil ikki elvt til nakað serligt órógv [...] eisini frá, at hann hevði lagt tvær stengur av dynamitti við Kongaminni, tí tað skuldi eisini sprongjast í luftina. Hann varð somuleiðis ákærdur fyri at hava hótt starvsfólk á Almannastovuni við einum kustaskafti
Tað er so vist sum amen í kirkjuni, at nógv fólk, sum arbeiða í Havn, verða ov sein til arbeiðis í morgun. Næmingar á studentaskúlanum í Hoydølum hava nevniliga tikið gamla táttin at blokera fyri ferðsluni [...] síðani, tá ið hetta var farið heilt yvir gevind, høvdu tey fund við tey í Hoydølum, men tað hjálpti í eitt ár, ella tvey, men í ár var so heilt galið aftur. Løgreglan hevur roynt at fáa skil á aftur, og [...] hava stuttleika sær við, ein av seinastu skúladøgunum, og í morgun hevur verið heilt galið. Sostatt hava røðirnar av bilum staðið fleiri kilometrar í allar ættir, og leingi var einki, sum sum røktist fyri
kvøldini verða tríggir væntandi spennandi EM/HM undankappingardystir í flogbólti, sum allir verða leiktir í høllini á Hálsi í Havn. Mánakvøldið klokkan 20 leika Føroyar og Írland, týskvøldið klokkan 20 [...] er at gerast minst nummar tvey í EM/HM-undankappingini, so liðið vinnur seg víðari til næsta umfar í EM-undankappingini. Gerast Føroyar nummar eitt vinna tær seg víðari í HM-undankappingini. Jóan Petur [...] kvinnulandsliðið í flogbólti nakrantíð, og tær vístu eisini sínar dygdir í einum sera teprum 2-3 tapi ímóti Danmark fyri stuttum. Fyri føroysku kvinnurnar hevur tað týdning, at áskoðarar í hópatali møta til
annað við at røkka í FM-finaluna fyri tveimum árum síðan, og liðið hevur eisini verið í steypafinaluni. Tí hava tær nakað at byggja á. Finalan verður spæld leygardagin klokkan 13.30 í høllini á Hálsi. [...] væl betur fyri enn kvinnurnar úr Havn. Hyggja vit at landskappingini, so liggur SÍ á odda saman við Drátti, og munurin aftur til Fleyr er átta stig. Her skal tó havast í huga, at Fleyr hevur spælt tríggjar [...] hesumegin aldarskiftið. Seinast kvinnurnar hjá Fleyr vunnu meistaraheitið, var í 1997, og tá vóru fleiri av teimum, sum í dag spæla við liðnum, als ikki føddar. Hetta seinasta fer tó neyvan at síggjast
Íslendska sendistovan í Føroyum – ella »Aðalkonsulát Íslands í Føroyum«, sum er almenna heitið – er flutt úr Áarstovu í Gongini 3 í Havn, har sendistovan hevur hildið til síðani 1. apríl í 2007, tá hon varð [...] hevði Ísland konsul í Føroyum, og tann síðsti í røðini var Poul Mohr, skipasmiðjustjóri. Poul Mohr røkti starvi sum íslendskur konsul í Føroyum frá 1985 til 2007 Síðani 1. apríl í 2007 hevur Ísland havt [...] týsdagin. – Tað hevur verið góð og gevandi tíð at starvast í Fútastovu, og vit eru vís í, at tað heldur áfram í Ydun. Vit gleða okkum at síggja tykkum í okkara nýggja bústaði, siga tey av íslendsku sendistovuni
foreldrum at hava børn í barnaansing í kommununi. Í hesum sambandi er ein skipan við systkinaavsláttri nú sett í verk. Men skipanin, sum nú verður sett í verk í Tórshavnar kommunu, ber í sær, at frá á nýggjárinum [...] skulu foreldur bara rinda fyri tað yngsta barnið, tey hava í vøggustovu, barnagarði, ella í frítíðarskúla. Tað merkir, at hava foreldur fleiri børn í ansingarskipanini, skulu tey bara rinda fyri tað yngsta [...] viðurskifti sum møguligt, og at tað skal vera hugaligt at búseta seg í Havn sum barnafamilja, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð. Seinni hava vit meiri um hetta
Vónandi vakna býráðslimir! Tað sigur ein av drúgvastu býráðspolitikarunum í Havn, Jan Christiansen. Hann hevur verið býráðslimur í eitt mannaminni, og eisini borgarstjóri, og nú talan hann at ætlanini at [...] býráðssalin, úr miðbýnum, yvir í nýggja Sjóvinnuhúsið á Vestaruvág. Hann vil nú hava býráðslimir at taka frástøðu frá hesi ætlanini. Hann undrast á, at Tórshavnar býráð, í ramasta álvara, ætlar at flyta [...] flyta umsitingina og býráðsalin í eitt hús, har, Skipasmiðjan, Fiskimiðstøði, Trolvirkið, Bakkafrost, Magn og Effo, verða allarnæstu grannar. Hann vísir á, at talan er um eitt havnaøki, og eftir byggisamtyktini
Leygarkvøldið verður satt afturhvarv í Sjónleikarhúsinum í Havn. Tað er Sjónleikarhúsið, sum skipar fyri – og tað verður sum í gomlum døgum, tá dansur var í Sjónleikarhúsinum mikukvøld og sunnukvøld. Tað [...] sum var í bólkinum seinast í sjeytiárunum og upp gjøgnum áttatiárini. Tey av Kamarinum er ein av teimum heilt gomlu bólkunum í Havnini. Bólkurin hevur røtur heilt aftur í fimmtiárini. Dansurin í Sjónle [...] Hetta er manningin, sum eitt nú spældi í Kvøldlot-tíðini í áttatiárunum, og hetta er tann manningin, sum var við til at geva út LP plátuna í 1984. Tey spældu saman í eini 10 ár, og vóru nógv umbiðin og spældu
ikki, tá ið løgreglan varð boðsend at skilja tveir mans sundur, sum vóru farnir at berjast í miðbýnum í Havn. Teir bardust framvegis, tá ið løgreglan kom á staðið, men ongin skaði stóðst av bardaganum [...] Tríggjar ferðir i nátt hevur løgreglan verið eftir fólki, sum ikki dugdu sær hógv. Í Klaksvík fekk løgreglan boð um ein bardaga, men tá ið tey komu á staðið, valdaði kortini aftur friður. Tað gjørdi tað [...] sína bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar við at hava elvt til almennan ófrið. Og heilt tíðliga í morgun fekk løgreglan eina uppgávu, av tí meiri sjáldsama slagnum, tá ið ein maður ringdi og boðaði