Skúlanæmingar elvdu til ruðuleika í ferðsluna

Røðini av bilum vóru kilometrar langar uppi í Hoyvík, og leingi røktist einki fyri, at tað fór at loysna

 Tað er so vist sum amen í kirkjuni, at nógv fólk, sum arbeiða í Havn, verða ov sein til arbeiðis í morgun.

 

Næmingar á studentaskúlanum í Hoydølum hava nevniliga tikið gamla táttin at blokera fyri ferðsluni ein av seinastu skúladøgunum, uppaftur.

 

Tað er eitt, tey hava stuttleika sær við, ein av seinastu skúladøgunum, og í morgun hevur verið heilt galið. Sostatt hava røðirnar av bilum staðið fleiri kilometrar í allar ættir, og leingi var einki, sum sum røktist fyri at ferðsluproppurin loysnaði.

 

Løgreglan sigur, at har hevur telefonin ringt út í eitt seinastu trý kortini, men har vóru tey ógvuliga undirmannað, og at tey høvdu bara umstøður til at senda ein politist á staðið, og hann royndi eftir førimuni, men síðani eru fleiri politistar komnir á staðið.

 

Løgreglan sigur, at fyri árum síðani, tá ið hetta var farið heilt yvir gevind, høvdu tey fund við tey í Hoydølum, men tað hjálpti í eitt ár, ella tvey, men í ár var so heilt galið aftur. Løgreglan hevur roynt at fáa skil á aftur, og beint nú hevur tað eydnast at fáa gongd á ferðsluna, so nú gongur hon spakiliga oman ímóti Havnini.