Vil hava býráðslimir í Havn at vakna

Fyrrverandi borgarstjóri, og býráðslimur, talar nú ætlanini hjá Tórshavnar býráð

 

 

- Vónandi vakna býráðslimir!

Tað sigur ein av drúgvastu býráðspolitikarunum í Havn, Jan Christiansen.

Hann hevur verið býráðslimur í eitt mannaminni, og eisini borgarstjóri, og nú talan hann at ætlanini at flyta alla umsitingina hjá Tórshavnar Kommunu, og sjálvan býráðssalin, úr miðbýnum, yvir í nýggja Sjóvinnuhúsið á Vestaruvág.

 

Hann vil nú hava býráðslimir at taka frástøðu frá hesi ætlanini.

 

Hann undrast á, at Tórshavnar býráð, í ramasta álvara, ætlar at flyta umsitingina og býráðsalin í eitt hús, har, Skipasmiðjan, Fiskimiðstøði, Trolvirkið, Bakkafrost, Magn og Effo, verða allarnæstu grannar.

 

Hann vísir á, at talan er um eitt havnaøki, og eftir byggisamtyktini er talan um eitt øki til vinnur, ið ”hava samband við skipaferðslu og fiskiskap og til virksemi, ið hava samband við hesi, t.e. skrivstovur, tænastuvirksemi, bilstøðlar og tílíkt”, sum tað stendur í byggisamtyktini.

 

Jan Christiansen spyr, um byggisamtyktin bara eitt, ið kommunan sjálv kann broyta, tá ið tað gagnar henni.

 

Trýst HER og les meiri um, hvat Jan Christiansen heldur um støðuna

 

Hann kundi eisini hugsa sær at hoyrt grundgevingarnar hjá umsitingini fyri at grundgevingarnar fyri, hví tað er gagnligt at blanda vinnu og kommunala fyrisiting, saman.