Sjálvt um SÍ hvørki hevur vunnið steypakappingina ella landskappingina síðan 2010, so eru sørvágskvinnur kortini favorittar til at vinna finaluna móti Fleyr leygardagin.
Orsøkin til tað er, at SÍ tykist vera væl betur fyri enn kvinnurnar úr Havn.
Hyggja vit at landskappingini, so liggur SÍ á odda saman við Drátti, og munurin aftur til Fleyr er átta stig. Her skal tó havast í huga, at Fleyr hevur spælt tríggjar dystir færri enn SÍ, og tí kann Fleyr fara fram um, skuldi felagið vunnið allar tríggjar dystirnar.
Fleyr hevur hvørki vunnið steypakappingina ella landskappingina hesumegin aldarskiftið. Seinast kvinnurnar hjá Fleyr vunnu meistaraheitið, var í 1997, og tá vóru fleiri av teimum, sum í dag spæla við liðnum, als ikki føddar.
Hetta seinasta fer tó neyvan at síggjast aftur á Fleyr-liðnum, tí ungu leikararnir, sum nú manna besta liðið hjá gamla stórfelagnum úr høvuðsstaðnum, hava góð evnir. Tað hava tær víst millum annað við at røkka í FM-finaluna fyri tveimum árum síðan, og liðið hevur eisini verið í steypafinaluni. Tí hava tær nakað at byggja á.
Finalan verður spæld leygardagin klokkan 13.30 í høllini á Hálsi.