Nógv bíligari hjá foreldrum í Havn

Nú verður í nógvum førum ókeypis at hava børn í barnaansing í Tórshavnar Kommunu

 

Tórshavnar Býráð hevur nú samtykt at gera tað nógv bíligari hjá foreldrum at hava børn í barnaansing í kommununi.

 

Í hesum sambandi er ein skipan við systkinaavsláttri nú sett í verk. Men skipanin, sum nú verður sett í verk í Tórshavnar kommunu, ber í sær, at frá á nýggjárinum skulu foreldur bara rinda fyri tað yngsta barnið, tey hava í vøggustovu, barnagarði, ella í frítíðarskúla.

 

Tað merkir, at hava foreldur fleiri børn í ansingarskipanini, skulu tey bara rinda fyri tað yngsta barnið, tí øll hini børnini eru ókeypis.

 

Sostatt koma foreldur ongantíð undir at rinda meiri enn 2.546 krónur um mánaðin fyri barnansingina, sama hvussu nógv børn tey hava. Hetta er tað, sum tað kostar at hava eitt barn í vøggustovu.

 

Hetta merkir, at tess størri barnaflokkurin er, sum er í barnaansing, tess størri er sparingin.

 

 

- Vit halda, at tað er umráðandi, at Tórshavnar Kommuna tryggjar barnafamiljum so góð viðurskifti sum møguligt,  og at tað skal vera hugaligt at búseta seg í Havn sum barnafamilja, sigur Helena Dam á Neystabø, forkvinna í mentanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð.

 

Seinni hava vit meiri um hetta málið, seinni.