Tríggjar ferðir i nátt hevur løgreglan verið eftir fólki, sum ikki dugdu sær hógv.
Í Klaksvík fekk løgreglan boð um ein bardaga, men tá ið tey komu á staðið, valdaði kortini aftur friður.
Tað gjørdi tað ikki, tá ið løgreglan varð boðsend at skilja tveir mans sundur, sum vóru farnir at berjast í miðbýnum í Havn. Teir bardust framvegis, tá ið løgreglan kom á staðið, men ongin skaði stóðst av bardaganum, so teir fingu hvør sína bót fyri at hava brotið politiviðtøkurnar við at hava elvt til almennan ófrið.
Og heilt tíðliga í morgun fekk løgreglan eina uppgávu, av tí meiri sjáldsama slagnum, tá ið ein maður ringdi og boðaði frá, at ein annar, púra fremmandur, maður var komin inn til hansara, og hevði lagt seg at sova í stovuni.
Og hann lá eftir øllum at døma so mikið væl, at hann vildi ikki útaftur, og tí varð ringt eftir løgregluni.
Hann vildi heldur ikki á dyr aftur við løgregluni, so hann var hann varð handtikin, og lagdur í brummuna at sova eina løtu afturat, til hann var til reiðar at fara til húsar.