tað sær ikki mætari út, enn at hon klárar at fylgja við øllum i senn. Í øllum førum veit hon akkurat, hvat tey hava sagt og skrivað. Og ítróttinum hevur hon stýr á. Kennir at kalla hvørt einasta úrslit [...] Sandavági hana kortini. Hann fekk níggju. Eisini tvíburðar. Og at koma til »fastur« er bara tað sama sum at koma heim til sín sjálvs, láta tey at har vesturi. Dinna hevur alla sína tíð gingið heima og passað [...] gar, nær tey fara hiðani og alt, sum er at skráseta. Men soleiðis hevur hon altíð verið. Eitt lívsstykki frá fyrsta degi. Hon hevur so sanniliga eisini roynt at spælt til dans í Sandavági á ungum árum
modellinum at talan er um ein Pajero. Linjurnar eru nakað rundari, og bilurin sær kraftigari út. Kanningar vísa at flestu jeepar sjáldan koyra uttanfyri vanligan koyriveg. Hetta hevur ført til at bilverk [...] eru fleiri fyrimunir við sjálvberandi karrossaríi, sum til dømis tað at bilurin verður lættari, og tryggari við ein samanstoyt, tí at hann kroystist saman á teimum røttu støðunum, og harvið verða tey sum [...] bilverksmiðjurnar gera jeeparnar so góðar sum persónbilar at koyra, uttan at tað gongur út yvir off-road eginleikarnar. Pajero hevur ikki fastar akslar, men hjólini eru óbundin av hvørjum øðrum, eins og hann
spælt fallit Orsøkin til at vit í dag nýta lyklaorð sum álit, greitt ábyrgdarbýti, kommunalt sjálvræði, er at centralstaturin hevur spælt fallit so tað forslær. Álitið á at henda »kassamiðstøðin« sum [...] hava sera trupult við at bjóða ungu familjunum og ungdóminum, tann tilverunar lættleika ið »kassamiðstøðin« kann borðreiða við. Trúgvin uppá at onnur enn tú sjálv, eru betri fyri at fyrisita tínum ríkidømi [...] útjaðarafólk. Setir krøv um at vit trúgva uppá og gjøgnumføra okkara loysnir, í okkara útgávum. Setir krøv um treytaleyst samanhald og samstarv bygdanna millum. Vísir okkum sannleikan um at vit lyfta meira saman
leirvíkingum fyri steðgin bendi á, at teir stríddust fyri lívinum í 2. deild. Støðan var tann undan dystinum, at LÍF skuldi í minsta lagi hava tað eina stigið fyri at sleppa undan einum niðurflytingardysti [...] inn. LÍF royndi eftir hetta at fáa útjavnandi málið, sum hevði havt við sær, at LÍF fór framum HB. B36 verjan stóð tó stinn, og LÍF hevði ongan stóran málmøguleika, eftir at málið varð skotið. Kappingarárið [...] teir stóru møguleikarnar. B36 hevði einki at spæla fyri uttan einum fjórða plássi. B36 hinvegin var nógv vandamiklari í álopsspælinum, og tað eydnaðist eisini at fáa bóltin innum tvær ferðir undan steðginum
einki at gera hjá hinum liðunum í deildini. Fleyr er so nógs stig frammanfyri, at teir kunnu ikki fáast aftur. Móttøkan sveik Sum settúrslitini siga, var ongantíð nakar ivi um, hvat av liðunum fór at vinna [...] og tað er steypafinalan. Hana ætla Fleyrleikararnir sær eisini at vinna, og tað er eisini skillligt. Hetta er fyrsta árið at møguleiki er at vinna greipuna, og tann møguleikan lata teir sær neyvan gleppa [...] men tað var ikki nóg mikið til at gera nakað við Fleyr. Tað, sum SÍ vann, vann Jón Nielsen, og tað er kanska júst tekini um veikleikan hjá SÍ. Jón er so øgiliga einsamallur at vinna bóltarnar hjá teimum.
fjølmiðlarnir halda ikki, at føroyski landsliðsmálverjin nýtist at taka málið á sín kappa. Todi við aftur Uttan mun til hvussu tað gongst hjá FCK, so tykist áhugin fyri liðnum at vera stórur. Hóast teir [...] á returinum, eftir at David Nielsen hevði roynt seg. Sum 2. hálvleikur leið flutti Silkeborg fólkið alt longri fram á vøllin, og tað hevði við sær, at FCK hevði fleiri møguleikar at økja eftir snarálop [...] í Herfølge kunnaðir um, hvat tað er, sum bíðar teimum. Men tað er eingin ivi í, at John Faxe Jensen veit, hvat tað fer at snúgva seg um í morgin. Í dystinum hóskvøldið, sum bara 1470 áskoðarar vóru møttir
annar verið førur fyri at vakt áhuga hjá vinnulívi og mentunarstuðlum fyri telving. Tað verða Gary Kasparov, Viswanathan Anand, Jan Timman og talvvinur okkara Ivan Sokolov, sum fara at telva eina tveir daga [...] Reykjavík Open, eitt nú fer Kasparov at telva uppi á einum jøkuli. Tað er jú eyðvita kalt á toppinum. Becker móti Kasparov Eitt hitt feskasta dømið fyri talentinum hjá Kasparov, at marknaðarføra telving vítt og [...] herfyri. Becker hevur altíð havt áhuga fyri talvi, og hann slapp so sanniliga at royna seg. Hann hevur í nógv ár droymt um at telva móti Kasparov, og tá Kasparov tók av tilboði Beckers, gjørdist dysturin
søguligi høgi prísurin hevur eisini fingið marknaðarkøn at spáa meiri enn einaferð, at nú fór hann at falla aftur. Men enn røkist onki fyri, at hann fer at falla. Í hvussu so er ikki á summum fiskasløgum. Afturs [...] krónur fyri kilo í miðal. Oskar Joensen sigur, at tað er ilt at siga, nær prísurin er komin í hæddina. Hann er alsamt hækkaður, hóast tað leingi hevur spáað, at nú kundi avreiðingarprísurin ikki hækka meiri [...] og tað er ikki so galið eftir at hava verið úti eina góða viku. Men hetta metið hjá Vens vardi ikki leingi. Tí longu mánadagin kom ein annar línubátur, Sigmundur inn at avreiða og eisini hann seldi um
øllum førum er neyðugt, at leikararnir koma í nógv betri venjingarstøðu, um teir skulu gera sær vónir um at taka sær nøkur óvæntað stig, tí tað má sigast at vera undir alt lágmark, at leikarar, sum eru við [...] samstundis var greitt, at orkan hjá hoyvíkingunum als ikki var nakað at reypa av, var lagt upp til ein tryggan sigur til heimaliðið. Fyrstu 20 minuttirnar av dystinum megnaðu hoyvíkingar at fylgja vestmenningunum [...] vestmenningunum, men eftir at heimaliðið endaði fyrra hálvleik við at skjóta 5 mál á rað, var dysturin í roynd og veru avgjørdur. Í seinna hálvleiki tóku vestmenningar tvey fyri eitt, og spakuliga øktist munurin
leikarin, sum Neistin hevur leitað eftir fyri at styrkja sær liðið er óvist, og kanska eisini ov tíðliga at døma um júst nú. Hinvegin stendur tó fast, at Neistin er langt frá gamlari styrki, og tað skal [...] álvara ráddi um at koma av vøllinum sum sigursharri. Tað gjørdi Neistin og tískil liggur Tjaldur einsamalt i botninum av fyrstu deild. Hóast tað, so er vandin við tí rættuliga avmarkaður av tí at StÌF tók kvinnulið [...] vóru nøkunlunda jøvn í byrjanini, og royndu tað tey kundu at sleppa frá hinum. Tjaldur snávaði fyrst, og tað brúkti Neistin til at sleppa tvey mál framum. Hetta var júst tað tær høvdu brúk fyri, og tær