Grand Pajero ? jeepur við sjálvberandi karossaríi

Tað er ikki á hvørjum degi at jeepar skifta modell, men nú kemur tann vælumtókti jeepurin hjá Mitsubishi, Pajero, í heilt nýggjari Grand Pajero útgávu

 

Bilar

Magnus Gunnarsson




Sjálvberandi karrossarí

Sum nakað heilt nýtt er Grand Pajero nú komin við sjálvberandi karrossaríi, í staðin fyri chassisrammu, sum er vanligt fyri jeepar í hesi støddini. Tað eru fleiri fyrimunir við sjálvberandi karrossaríi, sum til dømis tað at bilurin verður lættari, og tryggari við ein samanstoyt, tí at hann kroystist saman á teimum røttu støðunum, og harvið verða tey sum sita í bilinum betur vard.


Skivubremsur á øllum hjólunum

Hóast hetta er ein heilt nýggjur bilur, sæst á modellinum at talan er um ein Pajero. Linjurnar eru nakað rundari, og bilurin sær kraftigari út. Kanningar vísa at flestu jeepar sjáldan koyra uttanfyri vanligan koyriveg. Hetta hevur ført til at bilverksmiðjurnar gera jeeparnar so góðar sum persónbilar at koyra, uttan at tað gongur út yvir off-road eginleikarnar. Pajero hevur ikki fastar akslar, men hjólini eru óbundin av hvørjum øðrum, eins og hann hevur skivubremsur á øllum hjólunum.


Invecs ll automatgear

Ein heilt nýggjur dieselmotorur er við í skránni fyri nýggja Grand Pajero. Talan er um ein 4 syl. 3,2 litur turbo diesel við intercoolara, common rail innspræning og 165 hk, sum hóskar sera væl til bilin, við tað at hann hevur góða trekkkraft, og klárar seg væl í brøttum lendi. Sum nakað nýtt fæst Grand Pajero við nýggja 5-trins gearkassanum hjá Mitsubishi, Invecs ll, har til ber at velja ímillum manuelt og automatgear. Invecs ll skiftir gear so lætt at tað næstan ikki merkist, og lagar seg elektroniskt eftir koyringini hjá bilføraranum.


Opið hús leygardagin

Grand Pajero fæst í tveimum støddum, við ávikavist 3 og 5 hurðum. Felags fyri bæði modellini er, at setrini og innrættingin er í toppklassa. Sum standard útgerð er millum annað sentrallás, el-rútar, SS-ll Super Select 4 WD skipan, multifunktións-display, differentiali sperra og RDS radio við fløguspælara.

Í sambandi við at langur leygardagur er í Havn í morgin 2.desember, verður opið hús á bilasøluni hjá Ivan Johansen, har Grand Pajero saman við nýggjasta Citroën Berlingo við HDI dieselmotori og dragihurðum á báðum síðum, verður sýndur fram. Eisini verða kaffi og køkur at fáa, eins og ein hoppiborg til børnini at hugna sær við.


????????????????????????????????

Mitsubishi Grand Pajero

v. 3 hurðum


Motorurin: 4 syl. 3.2 litur DI-D 165 HK

v.turbo, intercoolara og common rail

0-100 km/t 11,5 sek

Oljunýtsla 0,3 km/l

Dekkstødd 265/70-16


Stødd og vekt:

Longd 428,0 cm

Breidd 187,5 cm

Hædd 184,5 cm

Eginvekt 1950 kg

Totalvekt 2500 kg


Prísur kr. 296.000,- (sum vørubilur) v/ MVG

+ kr. 13.000,- fyri INVECS ll automatgear


Søluumboð :

Ivan Johansen Bilar Sp/f

Hoyvíksvegur 63

FO-110 Tórshavn

Tlf. 313666