Endiliga vann Neistin

Hondbóltur: Neistin vann botndystin móti Tjaldur sunnudagin

Fyri fyrstu ferð í ár fóru kvinnurnar hjá Neistanum av vøllinum sum vinnarar.

Hetta hendi, tá tær vitjaðu Tjaldur í Runavík, sum heldur ikki hevur smakkað søta smakkin av sigri.

Talan var tí um eina botnuppgerð har tað av álvara ráddi um at koma av vøllinum sum sigursharri.

Tað gjørdi Neistin og tískil liggur Tjaldur einsamalt i botninum av fyrstu deild.

Hóast tað, so er vandin við tí rættuliga avmarkaður av tí at StÌF tók kvinnulið sítt úr kappingini. Hetta ger, at eingin flytir beina leið í aðru deild og um ikki annað, so er tað ein uggi.


Neistin stjórnaði leikinum

Tað var Neistin sum fekk fótin fyri seg fyrst.

Liðini vóru nøkunlunda jøvn í byrjanini, og royndu tað tey kundu at sleppa frá hinum.

Tjaldur snávaði fyrst, og tað brúkti Neistin til at sleppa tvey mál framum. Hetta var júst tað tær høvdu brúk fyri, og tær hildu stand til dystarlok.

Einu løtuna í seinna hálvleiki vóru Neista-kvinnurnar á odda við ikki færri enn sjey málum, so talan var í roynd og veru um ein greiðan sigur til tær bláu sjálvt um tær gulu og svørtu úr Runavík sluppu at nærkast eitt sindur móti endanum.


Skotglaður rumeni

Fyri stuttari tíð síðani fekk Neistin fremmandan gest á liði.

Rumenskur leikari kom til landi at leika við teimum bláu, og hon var við á vøllinum sunnudagin.

Synd er at siga, at hon fekk nógv burturúr, hóast hon royndi dúgliga.

Hon skjeyt ógvuliga nógv, men tað hilnaðist ógvuliga illa.

Fýra mál gjørdi hon, og tað var ein triðingur av tí sum Inga Danberg, sum skjeyt 13 mál, gjørdi.

Um rumenin er tann leikarin, sum Neistin hevur leitað eftir fyri at styrkja sær liðið er óvist, og kanska eisini ov tíðliga at døma um júst nú.

Hinvegin stendur tó fast, at Neistin er langt frá gamlari styrki, og tað skal broytast nógv skulu tær gera seg galdandi í ár.


Inga herjar á

Ein av teimum, sum hevur verið við í teirri tíðini tá tað var stuttligt at spæla við Neistanum er Inga Danberg.

Hon heldur enn, og sunnudagin skjeyt hon ikki færri enn 13 av teimum 27 málunum, sum Neistin fekk.

Tað er ikki so lítið, og tað er meira sjáldan, at vit síggja slíkt henda í kvinnuhondbólti.

Hjá Tjaldri var tað fyri einaferð skyld ikki Sonja Gleðisheygg, sum skjeyt flest mál, men Mona Langgaard. Hon gjørdi níggju av teimum 23, sum Tjaldri fekk.


Dysturin í tølum:

Tjaldur: Mona Langgaard 9 Sunrid Gleðisheygg 6 (1), Sonja Gleðisheygg 2, Oddva Fossdalsá 2, Eyðbjørg Hammer 2, Kristina Ellingsgaard 1, Heidi Jacobsen 1

Neistin: Inga Danberg 13 (5), Iliana Manolescu 5 (2), Bjørg Patursson 2, Marjun Jógvansdóttir 2, Mildrið Jacobsen 2, Birita Wardum 2, Katrin á Neystabø 1,

Brotskøst: Tjaldur 1, Neistin 9

Útvísingar: Tjaldur 2, Neistin 3

Dómarar: Erling Heinesen og Alfred Hummeland