Hesi seinastu árini er avreiðingarprísurin á fiski alsamt vaksin og nú er hann so høgur, sum ongantíð fyrr.
Men tann søguligi høgi prísurin hevur eisini fingið marknaðarkøn at spáa meiri enn einaferð, at nú fór hann at falla aftur.
Men enn røkist onki fyri, at hann fer at falla.
Í hvussu so er ikki á summum fiskasløgum.
Afturs sett met
Og nú hevur prísurin á toski aftur sett met á uppboðssøluni hjá fiskamarknaði Føroya á Toftum.
Tvs, at hann setti met fríggjadagin. Men longu aft
ur mánadagin setti hann nýtt met.
Tað er kanska ikki óvæntað, prísurin á tí stóra toskinum, sum er hægstur.Fríggjadagin fekk eitt nú línubáturin, Venus, upp í 22 krónur fyri kilo av toski eitt, tað er toskur yvir sjey kilo.
Fyri tosk tvey, tað er toskur ímillum fýra og sjey kilo, fekk hann ímillum 21,70 og 21,80 krónur fyri kilo.
Tilsamans avreiddi Venus fyri 850.000 krónur, og tað er ikki so galið eftir at hava verið úti eina góða viku.
Men hetta metið hjá Vens vardi ikki leingi.
Tí longu mánadagin kom ein annar línubátur, Sigmundur inn at avreiða og eisini hann seldi um uppboðssøluna.
Og hann fekk úr 22,30 upp í heilar 22,70 krónur fyri kilo av tí størsta toskinum.
Fyri tosk tvey fekk hann úr 20,40 krónur fyri kilo, upp í 21,50 krónur fyri kilo.
Eisini Sigmundur hevur verið úti í 10 dagar. Og tilsamans avreiddi hann fyri 950.000 krónur, hann hevði 49 tons.
Báðir línubátarnir høvdu verið á Rygginum.
Ein stórur partur av toskinum endaði á einum saltfiskavirki í Vági.
Oskar Joensen á Fiskamarknaðinum sigur, at prísurin er bara hækkaður.
Men tað er ikki bara toskurin, sum gongur í góðum prísi.
Brosman kemur viðhvørt upp um 10 krónur.
Hýsan er meiri ójøvn í prísi, men hon kemur javnan upp 12-14 krónur fyri kilo.
Sostatt er miðalprísurin umleið tvífaldaður seinastu tvey árini.
Fyri tveimum árum síðani lógu teir vanliga um seks, sjey krónur fyri kilo í miðal.
Tað, sum hesir báðir línubátarnir hava fingið, er óvanliga gott slag, men vanligur prísur nú er 12-14 krónur fyri kilo í miðal.
Oskar Joensen sigur, at tað er ilt at siga, nær prísurin er komin í hæddina.
Hann er alsamt hækkaður, hóast tað leingi hevur spáað, at nú kundi avreiðingarprísurin ikki hækka meiri. Men einaferð kemur hann uttan iva so høgt upp, at keyparin bakkar og ikki vil betala tann høga prísin, men finnur sær annan mat ístaðin.
Nøgdin, sum verður seld um uppboðssøluna, er alsamt minkað seinastu árini.Men tað er serliga upsin og kongafiskurin, sum verður seldur beinleiðis. Helst er ov lítil kapping um tey fiskasløgini heldur Oskar Joensen.
Men hann heldur ikki, at prosentparturin av toski og hýsu, sum verður seldur um uppboðssøluna, er minkaður.