Todi aftur í eldin

Danska steypakappingin: Herfølge hevur nú bara DM at hugsa um, meðan FCK framvegis hevur møguleika at spæla seg í steypafinaluna

Herfølge fer í morgin á Gladsaxe stadion at spæla sera týdningarmiklan landskappingardyst móti AB. Hóskvøldið vóru teir á sama staði og spældu móti sama liði. Ta ferðina vann heimaliðið 1?0, og harvið eru teir í Herfølge kunnaðir um, hvat tað er, sum bíðar teimum.

Men tað er eingin ivi í, at John Faxe Jensen veit, hvat tað fer at snúgva seg um í morgin. Í dystinum hóskvøldið, sum bara 1470 áskoðarar vóru møttir til, fingu onkrir Herfølge spælarar, sum annars ikki hava verið fastir á liðnum møguleikan. Hetta var ein týðulig ábending um, at Herfølge venjarin fyrst og fremst hugsar um møguleikan at vinna DM. Chris Hermansen, álopsmaðurin sum fór úr Herfølge og til AB og nú aftur er í Herfølge var ein teirra, sum fekk møguleikan, men hann kendi ikki sína vitjunartíð, og hann verður heilt víst ikki millum teir fyrstu ellivu hjá John Faxe Jensen í morgin.

1. hálvleikur var deydligur. Herfølge hevði fáar og smáar møguleikar. AB hevði onkrar, men teir misnýttu móti Jákupi Mikkelsen. Í 2. hálvleiki kom meiri lív í, og spælið var eisini betri. AB hevði flestu møguleikarnar, og teir fingu eitt mál, tá tað restaðu 20 minuttir. Miðvallarin Peter Rasmussen hevði nógva ferð, tá hann úr 25 metrum og eitt sindur til høgru smekkaði til. Bólturin sang í netmeskunum aftanfyri Jákup Mikkelsen, og donsku fjølmiðlarnir halda ikki, at føroyski landsliðsmálverjin nýtist at taka málið á sín kappa.


Todi við aftur

Uttan mun til hvussu tað gongst hjá FCK, so tykist áhugin fyri liðnum at vera stórur. Hóast teir sunnudagin taptu í Silkeborg, so møttu 8337 upp í Parkini hóskvøldið, og tey sóu ein lívligan og harvið rættan steypadyst, sjálvt um spælið ikki altíð var so væl polerað.

Todi Jónsson var fyri fyrstu ferð síðani vetrarsteðgin á liðnum hjá FCK, og tað var um reppið, at hann beinanvegin setti hol á.

FCK fekk eitt mál í hvørjum hálvleikinum, og at teir tryggjaðu sær sess í fjórðingsfinaluni mundi kennast sum plástur á sárið eftir tapið í Silkeborg.

Norðmaðurin Harald Brattbakk varð skrásettur fyri fyrra málið. Innlegg frá Michael Mio Nielsen tók í ein verjuspælara. Peter Kjær í málinum var so mikið órógvaður, at hann í staðin fyri til horna slerdi bóltin í tvørtræið, og so var álopsmaðurin fyrstur á.

Seinna málið kom, tá tað restaðu seytjan minuttir. Michael Mio Nielsen skoraði, tá hann var fyrstur á returinum, eftir at David Nielsen hevði roynt seg.

Sum 2. hálvleikur leið flutti Silkeborg fólkið alt longri fram á vøllin, og tað hevði við sær, at FCK hevði fleiri møguleikar at økja eftir snarálop. Men ivaleyst vóru Todi Jónsson og teir væl nøgdir við 2?0 sigurin.

jh