Páll á Reynatúgvu
Valevni til bygdarráðsvalið á Sandi
Áttatiárini
Kanska sum ein læra ella ávaring, frá ábyrgdarleysa áttatiárapolitikkinum, bera politisku streymarnir í landi okkara í dag brá av, at ávirkan, avgerðir og ábyrgd skulu ganga saman í eina eind, sum hóskandi kundi kallast politiskt trúvirði og nærdemokrati.
Vit mugu snøgt sagt byggja upp eina politiska skipan, og siðvenju, sum borgarin kennir seg tryggan við, bæði í landspolitikki og í kommunalpolitikki, og uttan mun til um tú býr í Mykinesi ella í Skopun.
Centralstaturin spælt fallit
Orsøkin til at vit í dag nýta lyklaorð sum álit, greitt ábyrgdarbýti, kommunalt sjálvræði, er at centralstaturin hevur spælt fallit so tað forslær. Álitið á at henda »kassamiðstøðin« sum skuldi krevja okkara skattakrónur inn, og síðani býta út aftur eftir tørvi er fokið, og tað langt síðani. Tí kassarnir eru ikki komnir útaftur har teir blivu skaptir. Teir blíva verandi á kassamiðstøðini, har teir støðugt byggja borg omaná borgir. Kundi lættliga nevnt við navni einar 120 ?kassar?, men lat tað liggja á hesum sinni.
Tað sum skuldi vera trygdin fyri varðveitanini og menningini av smáu bygdasamfeløgunum, og harvið øllum landinum, er blivið til eina fyristing og ein fyrisitingarstað, hvørs høvuðsuppgáva er at gøða seg sjálvan og velta sítt nærumhvørvi. Alt meðan bygdasamfeløgini, sum enn leggja rygg og strev til meginpartin av útflutningi okkara, og harvið til tann partin av fíggjarliga grundarlagnum hjá »kassamið-støðini« sum »blokkurin?« ikki tekur sær av, hava sera trupult við at bjóða ungu familjunum og ungdóminum, tann tilverunar lættleika ið »kassamiðstøðin« kann borðreiða við.
Trúgvin uppá at onnur enn tú sjálv, eru betri fyri at fyrisita tínum ríkidømi, hevur víst seg at vera ein lívslygn av formati.
Paralellurin, við leiklutin hjá kommunistisku maktelituni mótvegis russiska arbeiðsfólkinum er ó-hugnaliga sjónligur. Somuleiðis kann samanberast við bureaukratiska EU-veldið. Hátturin hjá okkara »maktelitu« er kanska ikki so harrendur, men málið er júst tað sama. Alt vald á einum staði, hjá nøkrum fáum persónum, sum allarhelst ikki eru fólkavaldir.
Ábyrgdin finst ikki aðrastaðni
Men júst hesin veruleiki vit liva í, setir krøv til okkum útjaðarafólk. Setir krøv um at vit trúgva uppá og gjøgnumføra okkara loysnir, í okkara útgávum. Setir krøv um treytaleyst samanhald og samstarv bygdanna millum. Vísir okkum sannleikan um at vit lyfta meira saman, enn hvør sær, og setir krøv um at vit, og bara vit, hava ábyrgdina av okkara parti av landinum. Taka vit við ábyrgdini, so kunnu vit eisini krevja okkara rætt.
Størri kommunalt sjálvræði, meira ábyrgd til útjaðaran og minni av trongskygni og gremjimentan, eru lyklaorðini ið mynda vegin fyri at kassarnir á »kassamiðstøðini« koma útaftur og gera gagn har teir eru framleiddir.
Men tað krevur meira enn at bretta upp ermar, uppundir eitt val.