Sjáldan ferðast heimsmeistarar í talvi á okkara leiðum, og vitjan Kasparovs til Íslands minnir ikki sørt um dystin millum Bobby Fischer og Boris Spassky í 1972. Tá vaks talváhugin bæði í Íslandi og Føroyum eksplosivt og serliga íslendingar hava síðani rættiliga gjørt seg galdandi sum sterk talvtjóð.
Vitjanin hjá Kasparov staðfestir enn einafer hegnið hjá bróðurfólki okkara í norðvestri at vera við á hægsta stigi. Kasparov er í dag ein heimsstjørna, sum ferðast kring allan knøttin sum ambassadør fyri telving á hægsta stigið eins væl og innan talentmenning. Hann er sterkasti telvari í mannasøguni, og hevur sum eingin annar verið førur fyri at vakt áhuga hjá vinnulívi og mentunarstuðlum fyri telving.
Tað verða Gary Kasparov, Viswanathan Anand, Jan Timman og talvvinur okkara Ivan Sokolov, sum fara at telva eina tveir daga kvikkapping í Reykjavík.
Nógv talvtiltøk verða á skránni undan Reykjavík Open, eitt nú fer Kasparov at telva uppi á einum jøkuli. Tað er jú eyðvita kalt á toppinum.
Becker móti Kasparov
Eitt hitt feskasta dømið fyri talentinum hjá Kasparov, at marknaðarføra telving vítt og breitt, var dysturin hjá honum móti Boris Becker á alnótini herfyri.
Becker hevur altíð havt áhuga fyri talvi, og hann slapp so sanniliga at royna seg. Hann hevur í nógv ár droymt um at telva móti Kasparov, og tá Kasparov tók av tilboði Beckers, gjørdist dysturin veruleiki. Kasparov hevur í mong ár spælt tennis í frítíð sínari, og hevur tí sjálvsagt stóra virðing fyri Becker.
Talvúrslitið hevði ongan týdning, tí ongin ivi var um úrslitið. Heimsmeistarin hugnaði sær til tíðin var við at ganga undan, og avgjørdi síðan talvið til egnan fyrimun. Eftir talvið bjóðaði Becker av í tennis, og Kasparov tók av við tí fyrivarni, at tennisstjørnan bert spældi bóltin til hansara forhond.
Útisetar omaná
Tað er ikki bert í teimum høgu luftløgunum at tað hendir nakað í talvverðini. Talvfelagið Føroyar í Keypmannahavn hevur í ár stríðst eitt náðileyst stríð, at halda seg uppi í 3 deild.
Fleiri av teimum sterkastu talvútisetunum hava ikki verið á liðnum hetta kappingarárið, og ikki hevur gingist alt ov væl frá hond hjá restini. Til síðsta umfarið lógu føroyingarnir bert hálvtannað stig fremri enn Saxo, sum vóru argastu kappingarneytarnir sum stríddust um lívið í 3 deild. Tað vísti seg, at mennirnir úr Saxo telvaðu ein sera góðan dyst, og vunnið trygt 6,5-1,5 (telvt verður á 8 borðum).
Føroyingarnir vóru tískil kroystir upp í ein krók, og máttu berjast fyri hvørjum stigi. Endin varð, at okkara fólk vann sín dyst heili 7,5-0,5! Sostatt bjargaðu útisetarnir lívið hjá sær í 3 deild, og tað frættist at vónirnar til næsta kappingarár eru nógv bjartari ? væl stuðlaðar av síðsta stóra felagshálinum.









