Einki í spælinum hjá leirvíkingum fyri steðgin bendi á, at teir stríddust fyri lívinum í 2. deild. Støðan var tann undan dystinum, at LÍF skuldi í minsta lagi hava tað eina stigið fyri at sleppa undan einum niðurflytingardysti ímóti B71. Stríðshugurin hjá LÍF var tó lítil, og teir spældu seg ikki fram til teir stóru møguleikarnar. B36 hevði einki at spæla fyri uttan einum fjórða plássi.
B36 hinvegin var nógv vandamiklari í álopsspælinum, og tað eydnaðist eisini at fáa bóltin innum tvær ferðir undan steðginum, men lítið gott fótbóltsspæl var at síggja á niðara vølli í Gundadali leygardagin. B36 liðið hevði mist fimm av spælarunum frá seinasta dysti, og tí vóru fleiri nýggir spælarar at síggja.
Kenneth Jacobsen legði heimaliðið framum miðskeiðis í fyrra hálvleiki. Eftir gjøgnumspæl í høgra borði gjørdist Kenneth leysur miðskeiðis frammanfyri málinum og so var lag á manni at seta bóltin í kassan.
LÍF royndi hesa løtuna at skapa nakað á B36 hálvuni. Onkur vandamikil støða kom í lag, men eingin veruligur møguleiki spurdist burturúr, og LÍF álopið var sum heild heldur tannleyst.
B36 økti til 2-0 stutt eftir. Johnny Samuelsen rann eina sending upp og skuldi leggja innfyri stutt frá baklinjuni, men innleggið fór ístaðin undir uppundir nettakið. 2-0 til heimaliðið, og nú sá svart út hjá LÍF, sum skuldi hava stig frá hesum dystinum.
Í seinna hálvleiki varð Kristian Eliassen settur inn í álopið, og hann vísti seg at vera vandamiklari. Hann varð eisini settur inn fyri viku síðani móti GÍ, og tann útskiftingin gav úrslit ta ferðina, hóast hann ikki skoraði.
LÍF var betra liðið eftir steðgin og hevði bóltin størsta partin av tíðini. B36 hevði ein stóran møguleika eftir steðgin, men málverjin vardi, tá Páll H. Johannesen gjørdist leysur í høgra borði.
Leikliga yvirvágin bar ávøkst miðskeiðis í seinna hálvleiki. B36 verjan ruddaði ikki upp eftir eitt innlegg, og bólturin datt fyri føturnar á Kaj Eli Olsen, sum langaði til. Skotið bar við málverjan, men fór kortini inn. LÍF royndi eftir hetta at fáa útjavnandi málið, sum hevði havt við sær, at LÍF fór framum HB.
B36 verjan stóð tó stinn, og LÍF hevði ongan stóran málmøguleika, eftir at málið varð skotið.
Kappingarárið hjá LÍF er nú longt nakrar dagar, og hetta er triðja árið á rað, at hetta hendir. Tvey tey seinastu árini hevur LÍF tó spælt uppflytingardyst móti Sumba ístaðin fyri niðurflytingardyst sum nú, har mótstøðuliðið verður B71.
B36 endaði á fjórða plássi, og tað eru havnamenninir óivað nøgdir við, men bronsumerkini kundu tó lættliga hingið um hálsin. Bara eitt stig var upp til TB á triðja plássi.
B36-LÍF 2-1 (2-0)
1-0: Kenneth Jacobsen
2-0: Johnny Samuelsen
2-1: Kaj Eli Olsen