við fólkum, sum landið ikki vildi vita av tá. Nú er samvitskan farin at níva og pína. So nú eru pengar at lata. So listafólkini ikki fara hiðani uttan at fáa nakað sum helst frá landinum. Landið keypir [...] mentanarvirðisløn ella heiðursgávu um 20 ár. So kunnu tey gjalda lánið aftur tá. Annars hevur landið eisini pengar til listafólk, sum eru á veg uppeftir, so tey kunnu fáa arbeiðsnáðir, kalla tey tað. Men [...] film, skalt tú læna tær nakrar rullur av filmi (hetta var í trýssunum), stjala eitt filmsupptøkutól og so gera film. Einki meira roks enn tað. Tað gjørdi hann ivaleyst sjálvur í fyrstani. Og burtur úr tí kom
heldur hin vegin at fáa tíðindini serliga tey, sum koma úr politiska umhvørvinum, latin í ein so neiligan og so negativan ham sum gjørligt. Lat meg taka trý dømi, nú árið bert er góða viku gamalt: Dømi 1: [...] g av rentustuðulsskipanini (fyri fyrstu ferð í 15 ár), stigvíst verður mvg-stuðulin til sethúsabygging tikin av og ikki minst Heilsutrygdin. Hetta eru so bygnaðarligar broytingar, um man vil tað ella ei [...] 000 kr., lønarhæddaravgjaldið er hækkað til tað dupulta, og eitt nú hækka prísirnir hjá SL við 12%. So her er ikki bert talan um negativan framburð hjá Sosialinum, men um beinleiðis ósanna skriving. Dømi
Almannamálaráðið 10,9 mió 15 Uttanríkisráðið 23,4 mió 32,5 Kelda: Fíggjarlógin 2010 hesi tøl vóru lækkað 2% tá ið fíggjarlógin var samtykt. Hyggja vit nærri at hesum tølum, so síggja vit, at fíggjarmálaráðið [...] og mangan tungu, umsitingarligu uppgávurnar. Uttanríkisráðið hevur dupult so nógv starvsfólk sum Almannaráðið og tvífalt so stóra játtan. Starvsfólkini á sendistovunum eru ikki tald við. Hendan samanbering [...] við at koma fyri seg aftur, at vit skulu draga útlendskar íløgur til Føroyar, menna ferðavinnuna og so framvegis. Nýggjar inntøkur Jørgen Niclasen nevnir ikki eitt orð, um ein tann størsta trupuleikan,
Fótbóltssambandið hevur lagt nógv fyri, so eisini tey yngru fáa ein møguleika at kenna seg sum yrkisleikarar í ein dag. Fríggjadagurin Umframt finalurnar hjá teimum vaksnu, so skulu U14 og U17 hjá gentum dystast [...] trý og eitt í landskappingini. Hóast KÍ hevur 19 stig og B36 12, so endaði dysturin teirra milllum við javnleiki 0-0. Klokkan 11.30 verður so farið undir finaluna hjá U14 dreingjum, sum eisini er ein endurtøka [...] steypavikuskiftið fevnur um tveir dagar og heilar sjey steypafinalur. Byrjað verður longu fríggjadagin og so heldur steypavikuskiftið fram til leygarkvøldið, tá finalan um Løgmanssteypið verður avgreidd. Talan
útgoldnir. Hvar er so ósemjan? Jú, hon er um leistin ið landsstýrismaðurin hevur borðreitt við. Skálafjarðatunnilin eigur helst at verða gjørdur av privatum, um so er at hann er ein so góð forrætning. Uttan [...] skal verða frítt at koyra í undirsjóvartunlum, so skal tað eisini verða frítt at sigla. Síðani hava partarnir ikki flutt seg nevnivert. Men er ósemjan nú so stór hóast alt? Eg ivist onga løtu í, at suðu [...] Vágoynna. Sandoyartunnilin kostar 700 mió. kr, og um 20 ár hevur henda upphædd nógv minni virði enn í dag, so tá fer ongin at ivast í, at avgerðin um at gera Sandoyartunnilin nú varð røtt. Somuleiðis hevur Sandoyggin
ráð at bíða so leingi afturat. Seinastu 25 árini er fólkatalið í Sandoy minkað ein triðing og nú eru vit bara 1.250 fólk eftir í oynni. Og tað gongur ræðuliga skjótt tann skeiva vegin, so tað er onki at [...] Reynatúgvu, tingmaður fyri Tjóðveldið. Hann sigur, at tænastan, tey, sum búgva í útjaðaranum, fáa, er so nógv verri enn tænastan, tey í miðstaðarøkinum fáa. Tí er tað órættvíst, at øll rinda tað sama í l [...] landsskatti, sama hvar tey búgva. Nógv dýrari Tað, tingmaðurin av Sandi hugsar mest um, er, at enn hava 15% av føroyingum ikki fast samband. Samstundis noyðast bæði vanlig ferðafólk og vinnulív at rinda nógv
hinvegin alt ov seint fyri seg, og tí munaði tað so lítið, at Magnus Matras hevði ein av sínum góðu døgum í málinum. Í málum var munurin kanska ikki so ovurstórur, men vestmenningarnir komu munandi lættari [...] vestmenningarnir verið at kalla flúgvandi, og skal nakar skala annars suverena Neistaliðnum, so er VÍF í løtuni so nógv tað besta boðið. Kyndil, KÍF, H71 og StÍF gerast mest sannlíkt ov stutt í hesi kapprenningini [...] Kyndil-VÍF 29-30 (12-15): Enn er finaluplássið hjá VÍF ikki bókað, men tað er nær við. Fjórði sigurin av fýra møguligum við Haraldi Bjørgvin sum venjara kom til høldar sunnudagin, og nú er VÍF trý stig
til. Líka so skeivt tað er, at missir tú nógva línu ein túr og koyrir allar útreiðslurnar uppá henda túrin og sigur, at tað ber ikki til at fiska við línu, tí línuútreiðslurnar eru 40 %, líka so skeivt er [...] ein ávísan faktor út og kallar hetta “faktuellir” upplýsingar, tá er tað at fara ov lætt um. Annað er so tað, at vit afturvendandi hoyra um landingarútreiðslurnar hjá okkum, og tá tú kannar hetta fyribrigdi [...] sum greinin stóð í Sosialinum, landaði annað skip her í Klaksvík. Tað hevði eina útreiðslu uppá 5,15% av søluvirðinum. Tað hevði eisini verið skeivt av mær at brúkt hetta tal sum bevís uppá nakað sum
fyri heilsuna og tveir eru dupult so góðir, telur ikki rættiliga við her, hóast tey eru heimaráðini, sum virka best. Men tey kosta eisini eina hundans rúgvu, uttan so at snapsurin er heimagjørdur ella [...] yvirhøvur. Brokkoli eitur spergilkál á føroyskum. Og tað skal vera so øgiliga gott fyri heilsuna, at ótu vit øll spergilkál fimm ferðir um dagin, so var ikki brúk fyri sjúkrahúsunum, heldur ikki tí í Klaksvík [...] og kóka havragreyt allan dagin. Tí hvørja ferð, eg lesi ella hoyri um alt hetta nógva, sum skal vera so øgiliga gott fyri heilsuna, er mín einfalda, mentalt heilsugóða, niðurstøða, at hatta er ikki fyri
av tí at tørvurin er størri enn so, og kommunan má finna høli at hýsa børnum úr 3. til 5. flokki í Hoyvík millum kl. 13.30 til kl. 17.00. Orsøkin til, at vit mugu skipa so fyri, er, at í Hoyvík ganga nógv [...] familjum í Hoyvík ikki er tað sama sum aðrastaðni í Tórshavnar kommunu, tí her eru so nógvir tilflytarar, og her eru ikki so nógvar ommur og abbar, sum kunnu hjálpa foreldrunum at ansa børnunum eftir skúlatíð [...] verður til 20.00. Um royndin við at hava opið tvær ferðir fyri summarfrítíðina verður væl móttikin, so verður arbeitt víðari við, at hesin aldursbólkurin skal hava møguleika at koma regluliga í KLUBB 188