Umhvørvismál
Vit hava onga ætlan fyri, hvussu vit í Føroyum skulu sleppa av við deyðan fisk, sum ikki kann seljast. Og er talan um sjúkan fisk, kann hann heldur ikki sendast av landinum at beinast burtur. Laksurin, sum varð tikin á Fuglafirði í mars mánað í fjør, er enn ikki endaliga burturbeindur, tí brennistøðin hjá IRF orkar ikki at brenna meira enn eitt tons um samdøgurði.
Í mars mánað í fjør varð ILA. sjúka staðfest í aliringum hjá Alilaksi í Fuglafirði, og boðini vóru at taka fiskin, sum sjúkur var, og forkoma honum. Gjørt varð eftir boðunum, men trupulleikin var bara, at ongastaðni var at koyra fiskin uttan til brennistøðina hjá IRF í Leirvík.
Men her var so ein annar trupulleiki, sum ikki er so lítil heldur. Fiskur er ikki tað besta brennievnið, og hesin aldi laksurin er kanska serliga ringur at brenna. Brennistøðin klárar ikki at brenna meira enn eitt tons um samdøgurði ella tá umstøður eru til tað.
Nú skjótt eitt ár er liðið, síðan fiskurin varð tikin, stendur framvegis knappliga helvtin eftir á gamla Leirvíksvegnum og bíðar eftir at sleppa í ovnin.
Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon í Kollafirði, sum eigur alistøðina Alilaks í Fuglafirði, sigur, at í teimum 17 tangunum, sum enn standa eftir, eru umleið 400 tons, meðan samlaða nøgdin, tikin var til burturbeiningar, lá um 1.000 tons.
Tað var einki minni enn ein vanlukka, sum rakti alistøðina. Tað kostaði felagnum einastaðni millum 17 og 20 milliónir krónur, Og enn er einki avgjørt, um nakað endurgjald yvirhøvur fæst fyri missin. Var talan um ein lítlan alara, spann ikki í honum eftir ein sovorðnan umgang, sigur Frímund Hansen.
Tað vóru 957.000 fiskar í ringunum, og av teimum kom bara ein fjórðingur til sættis.
Eitt er, sigur Frímund Hansen, at felagið missir alt tað, sum fiskurin skuldi verðið seldur fyri. Men teir skulu so saniliga eisini gjalda fyri at forkoma tí, sum ikki kann seljast, hóast tað er teimum álagt frá myndugleikunum.
Tað kostar Vestsalmon 770 krónur fyri rúmmeturin at brenna hetta slógvið. Umframt leiga teir tangarnar, sum slógvið verður goymt í, fyri 15 dollarar um dagin fyri hvønn.
-So tað sigur seg sjálvt, sigur hann, at tað verður til pengar. Sjálvandi standa ikki allir tangarnir alla tíðina, men tann, sum seinast verður tømdur, fer at kosta nógvar dollarar tilsamans.
IRF roknar við, at tann seinasti tangin er tømdur einaferð í oktober ella so. Og tá hevur brenningin tikið meira enn hálvtannað ár.
Frímund Hansen, stjóri á Vestsalmon, sigur, at teir hava roynt at sleppa av við hetta slógvið uttanlands. Men har verður sagt bums nei at taka ímóti.
Annars hava danir verið sera beinasamir, tá talan hevur verið um at tikið í móti slógvi. Teir hava eitt nú brúkt tað til at gera biogass av. Tó hevur her verið talan um slógv frá frískum fiski.
Men nú er sjúka staðfest, og so vilja teir ikki vera við, sigur Frímund Hansen.
Hann sigur, at tað fer heldur ikki at hjálpa, hóast nýggja avtalan við ES nú kemur í gildi.
Har er ein áseting um, at tað ber ikki til at flyta ímillum øki, har tað økið, flutt verður frá, er verri fyri við sjúkum, enn tað, flutt verður til. Og í hesum førinum hava vit sjúkuna í Føroyum.
Um støðuna á Fuglafirði í dag sigur Frímund Hansen, at teir hava síl í ringunum. Teimum bilar einki. Tað vóru síl í onkrum ringum, meðan laksurin eisini gekk har, og tey gjørdust ongantíð sjúk.