Á einum gøtuhorni í bygdini Corfino í Carfagnana fjøllunum í Toscana í Italia er ein lítil krambúð við stórum úrvali. Har fæst alt og nakað afturat, sum vanliga húsarhaldið í fjallabygdini hevur brúk fyri.
Lítla krambúðin er tó ikki bara krambúð. Hon er eisini café og barr. Ein kaffibryggjari stendur millum keks og lágorkuperur. Uppi yvir henni standa nakrar brennivínsfløskur. Uttan fyri ein gamal plaststólur og eitt lítið skirvisligt borð at seta koppin ella glasið á.
Ein eldri kona rokast úti við at leggja grønmeti á hillarnar har. Hon kemur inn og inn um skivuna, tá kundar fara inn í handil hennara. Ja, eg giti, at hon eigur krambúðina.
Á einari hill framman fyri deodorantar og dunkar við hársápu hanga fimm myndir. Ikki nøkur stór fotolist, verri enn so, men litmyndir kortini.
Uttast vinstrumegin er ein stór og prúð og lukkulig súgv. Síðani eru tríggjar myndir av børnum og so, uttast høgrumegin, ein reklamumynd av einum stoltum Benito Mussolini.
Tá eg spyrji um myndirnar, fyrst á enskum, síðani á føroyskum, svarar hon á italskum, at hon eigur fýra grísar. Og hon er errin av teimum. Hon skrivar talið 9,3 á ein lepa, sum hon leggur á skivuna. Giti bara, at tað eru stigini, súgvin hevur fingið á onkrari grísasýning. Avgeri sjálvur, at tað eru 9,3 av 10 møguligum stigum, og tað er jú óført.
Børnini eru ommubørn. Tey hevur hon ikki so nógv orð um.
Men fitt eru tey. Og hon er góð við tey, skilst á øllum brøgdum, andlits og handar.
Og so hann sjálvur Mussolini. Hann fær heldur ikki so nógv orð, ja, einki, so at siga. Bara eitt lítið hirs.
Sum sagt, her er eisini barr við øllum neyðugum fløskum. Biði um ein grappa. Hon langar eitt glas á diskin og stoytir í úr einari fløsku við ongum seðli á. Kovboyfilmarnir, eg havi sæð, fara skjótt gjøgnum heilan.
Júst sum í einari westernsalón, glasið á diskin, brennivínið í glasið og skál. Einki við at telja millilitrar. Einki roks.
Ikki talan um, at hon vil hava pengar fyri snapsin. Ein til hitt beinið. Nei, nei, ongar pengar. Skít, nú fóru báðir í sama beinið, so eg má hava tveir afturat til hitt.
Eg krevji nú at sleppa at gjalda. Jú, men so bara fyri tveir, sigur hon. Tvær evrur kosta teir. Tað vil siga tveir dupultir grappa fyri 15 krónur. Jú, hetta er vorðið sum stað.
Hon prátar óført, og eg banni innantanna, at eg ikki legði meira í latín í studentaskúlanum. Kanska eg so skilti okkurt av tí, hon sigur.
Eg spyrji á enskum og føroyskum. Danskt nyttar helst einki her. Veit ikki, um hon skilur meg. Kanska, tí nú skrivar hon aftur eitt tal á lepan, 64, og peikar á seg sjálva.
Hon er bara 64 ár. Sær eldri út, tí hon er ein slitkona, tað sæst.
Krambúð hennara er eisini úthandil hjá apotekinum í onkrum størri býi niðri í dalinum. Tí oman á mjølposum og eskjum við nudlum liggja hvítir pappírsposar við heilivági og navni og prísi skrivaðum á, klárir at heinta.
Aftan fyri glansmyndina av stóra leiðaranum, Il Duce, eru vínfløskur við hansara mynd á seðlinum, Vino Nero. Tað er eingin skomm í Italia at dáma Mussolini og siga tað hart.
Til ber eisini at keypa vín og øl við øðrum virkisfýsnum og ágrýtnum leiðarum á fløskuseðlinum. Tú kanst velja millum sum sagt Mussolini, Stalin, Hitler, Che og Castro. Rættiligt machovín til blóðugar búffar.
Nú er grappafløskan tóm, og hon tekur eina stóra bøllufløsku av gólvinm, trakt í seðlaleysu fløskuna og so stoytir hon so skjótt, at traktin svølgir ikki.
Eg veit ikki, hvussu heimabrent eitur á italskum, so eg fái ikki spurt.










