Nú er alt aftur, sum tað plagar at vera: Endaspurturin í Sunset-kappingini snýr seg um, hvør sleppur í finaluna ímóti Stjørnuni. Fleiri ivaðust undan toppdystinum í gjár, tá Stjørnan tók ímóti Neistanum, men eftir dystin ivaðist eingin. Stjørnan er og verður oddaliðið.
Undan hesum dystinum hevði Neistin víst stórform, so tí var væntandi, at Stjørnan fór at fáa sítt at hugsa um eftir nøkur ivasom avrik, sum kundu bent á møði og vantandi evni at koma fyri seg aftur.
Men dysturin lagaði seg heilt øðrvísi, tí burtur sæð frá fyrstu løtuni, tá nervar darvaðu báðar partar, sat Stjørnan á tí heila. Umframt, at Stjørnan var betri, so megnaði Neistin í hesum rættiliga avgerandi dystinum slett ikki at vera nóg væl við.
Øðrvísi verjuspæl
Fyrst og fremst var sigurin hjá Stjørnuni grundaður á verjuna, sum fyri fyrstu ferð í vetur dekkaði 5-1, har Una var eittarin, ið órógvaði uppspælið hjá Neistanum. Tað skuldi passað Neistanum væl, men tað gjørdi tað bara ikki.
Hartil kastaði álopsspælið hjá Stjørnuni nógv meira av sær, enn tað hevur gjørt síðstu dystirnar. Ikki minst sluppu bakkarnir meira upp í part, og sum heild var meira ferð á spælinum hjá Stjørnuni.
Í fyrra hálvleiki fylgdi Neistin so nøkulunda við, men í seinna hálvleiki hugdi Stjørnan ikki aftur um seg, men økti støðugt um munin, so hann ímóti endanum var ivaleysa stórur til, at liðið kundi loyva sær nøkur mistøk, so Neistanum slapp at pynta eitt sindur um úrslitið.
FAKTA UM DYSTINStjørnan-Neistin 30-21 (13-9)
10 min: 5-3
20 min: 8-6
30 min: 13-9
40 min: 17-11
50 min: 24-15
Málskjúttar
Stjørnan: Simona Petersen 10 (4), Anna Kristina Samson 5, Durita Christophersen 3, Durita Ljósstein 3 (1), Joan Midjord Djordjevic 2, Edith Hansen 2, Bára Skaale Klakkstein 2, Una Olsen 2 (1), Judith Hansen 1
Neistin: Annika Ljósstein 7, Trine Mayland 5 (2), Heidi Maria Akselsen 3, Tordis Tróndarson 3, Nicoleta Radu Hansen 2 (1), Elin Stakksund 1
Brotskøst: Stjørnan 7, Neistin 5
Útvísingar: Stjørnan 3, Neistin 3
Dómarar: Hanus Kúrberg & Hannis Wardum
-----
Bara so vánaligt
Annika Ljósstein var toppskjútti hjá Neistanum ímóti sínum barndómsfelag, Stjørnuni, men fyri hana kendist tað sum ein stokkutur uggi eftir dystin:
– Tað var so ikki nóg mikið til, at vit kundu taka Stjørnuna, tí alt tað, sum vit hava bygt upp í síðstuni, var púrasta burturi, sigur hon.
– Vit høvdu hvørki geistin ella samanhaldið, sum vit hava havt ímóti Tjaldri og VB, og tí megnaðu vit heldur ikki at hótta Stjørnuna.
Annika heldur, at dysturin sjálvur var einki at reypa av og líktist meira einum botndysti, enn einum toppdysti.
– Tað var bara so vánaligt, og nú mugu vit dúva upp á onnur úrslit, tí vit kunnu ikki sjálvar gera av longur, um vit koma í finaluna ella ikki, sigur hon.
hil
Stuttligt at spæla
– Alt riggaði, sum ikki hevur riggað síðstu dystirnar, og tað var stuttligt at spæla. Tað gjørdi heldur ikki mun, um vit skiftu nógv út, tí spælið væl koyrdi alla tíðina.
Tað sigur ein av spælarunum hjá Stjørnuni, Bára Skaale Klakstein, ið bara kann koma í tankar um síðstu 10 minuttirnar í dystinum ímóti Neistanum, tá hon skal nevna okkurt, ið kanska ikki var so gott.
– Tá vóru vit so mikið á odda, at tað gjørdi einki, um vit slakaðu ímóti endanum, tí tað hótti ikki sigurin upp á nakran máta, sigur hon.
– Burtur sæð frá tí, so vóru vit 100 prosent uppsettar til dystin og megnaðu at halda fokus, so vit fingu víst, at vit eru betri, enn vit hava sæð út til at verið í síðstuni.
hil