Ferðslutrygd
? Nú má okkurt gerast við vegin í Øravík.
Tað heldur Jón Kragesteen, leiðari á Ráðnum fyri Ferðslutrygd.
Nú ein bilur einaferð enn rendi á umstrídda SEV-tornið, sum stendur beint við vegin í Øravík, er kjakið aftur tikið seg upp um ferðslutrygdina á hesum vegastrekkinum kyknað uppaftur.
Seinastu 14-15 árini eru fimm tilburðir skrásettir, har bilar hava rent á tornið, sum ikki stendur meiri enn ein metur ella tveir frá vegnum, mitt í einum svingi.
Men tað er onki loyndarmál, at tað eru ikki øll óhapp, sum verða fráboðað, so veruliga talið á bilum, sum hava rent á tornið, er nógv størri.
Verða so óhappini løgd afturat, sum eru har á leiðini, men har bilarnir av tilvild ikki hava rakt sjálvt tornið, gerast talið nógv hægri.
Tað var eftir syndarligu vanlukkuna í september í 1999, har tríggir ungir dreingir lótu lív, at fólk av álvara fóru at tosað um at tað var neyðugt at gera nakað við ferðslutrygdina á hesum vegastrekkinum.
Men kjakið dovnaði skjótt aftur og síðani hevur lítið og onki verið at hoyrt- heilt til nú, aftur eitt óhapp hendi, har ein bilur fekk heilt stóran skaða og ein maður varð fluttur á sjúkrahúsið við brotnum armi.
Okkurt má gerast
Men nú kjakið er kyknað uppaftur eftir hetta seinasta óhappið hava vit spurt leiðaran á Ráðnum Fyri ferðslutrygd, um hann hevur nakra meining um hetta vegastrekkið.
Tað hevur hann og boðskapurin frá honum er púra greiður: Umstøðurnar á Landsvegum í Øravík mugu gerast betri.
? Á einum vegastrekkið, sum hevur kostað so nógv, sum hetta strekkið í Øravík hevur, er tað sjálvsagt, at okkurt má gerast, heldur Jón Kragesteen.
Hann sigur, at antin má tornið flytast, ella má vegurin flytast, ella má bilaverja setast uppp framvið vegnum.
? Okkum tørvar ikki fleiri prógv um, hvussu hættisligt hatta vegastrekkið er, enn vit longu hava fingið.
? Tað kostar ikki nógvar túsund krónur at seta nakrar metrar av bilaverju upp so at tornið er avbyrgt og tað hevði í hvussu so er hjálpt munandi um ferðslutrygdina, sigur Jón Kragesteen.
? Í øllum førum eigur tað at vera gjørt beinanvegin, sum ein fyribils loysn, til ein verandi og endalig loysn er fingin á vegastrekkinum, sigur leiðarin á Ferðslutrygd.
Eitt arbeiðspláss
Jón Kragesteen sigur, at vit eiga altíð at gera, tað, vit kunnu, fyri at gera umstøðurnar so tryggar sum gjørligt.
? Mistøk henda altíð og tey óhapp, sum henda, eru avleiðingar av mistøkum. Men eg haldi, at tað altíð áliggur okkum at gera umstøðurnar so góðar so gjørligt, fyri at avmarkað avleiðingarnar av teimum óhappum sum henda, so at tery ikki so ofta, sum tey nú gera, føra til deyða, avlamni og skaða.
Hann sigur, at vegirnir eiga at vera mettir sum eitt arbeiðspláss.
? Á arbeiðsplássum gera vit tað, vit kunnu, fyri at tryggja maskinur og amboð, so at mistøk og óansni hjá teimum, sum arbeiða við teimum, ikki skulu føra til skaðar og avlamni.
Á arbeiðsplássunum er tað arbeiðsgevarin, sum hevur skyldu til at gera umstøðurnar so góðar sum gjørligt, fyri at avmarka avleiðingarnar av óhappum.
Sama hugburð eiga vit at hava tá ið tað ræður um ferðslutrygd, sigur Jón Kragesteen.
? Og á vegnum í Øravík eiga vit eisini at hugsa um, hvat vit kundu broytt. Og tá ið tornið stendur soleiðis fyri, at tað er lætt at koyra á tað, eigur okkurt at vera gjørt fyri at avmarkað tann vandan
Hann sigur, at hetta er ikki ein spurningur um at at taka ábyrgd frá bilførarunum. Men tá ið eitt lív er mist, lítil uggi í at tosa um ábyrgd. Tað eru slíkum missum, vit mugu forða fyri, sigur Jón Kragesteen.