Hondbóltur ? menn
Hóast teir onkun tíð hava víst tenn, og hava verið partur í gullstríðnum, so hava hoyvíkingar ongan tíð verið vanir við leiklutin sum favorittar, tá teir hava spælt móti sigursvandu grannunum úr Kyndli.?
Hetta var tó støðan mikukvøldið, tá hoyvíkingar skuldu royna at toga seg nærri tindunum á stigatalvuni. Hetta kundi gerast við einum sigri á Kyndli, men hóast hetta helst var ætlanin, so vórðu hoyvíkingarnir tiknir á bóli.
Fá viðhaldsfólk
Tað eydnaðist nevnliga Kyndli at vinna dystin, og har við fáa steðga søguliga vánaligu røðini við sjey ósigrum á rað.
Talan var alla tíðina um ein javnan dyst, men í fyrra hálvleiki vóru tað tó hoyvíkingarnir, sum vóru við yvirlutan.
Kyndi slepti tó ongan tíð takinum, men tað líktist tó einum av hesum dystum, sum teir grønu meira ella minni hava vant seg við í ár, har liðið er væl við, men har talan tó alla tíðina er blivin um teprar ósigrar. Hetta tykjast áskoðararnir í øllum førum at hava tikið til sín, tí talan var so avgjørt ikki um nakra stóra fjøld, sum var savnað í høllini mikukvøldið.
Stongdu í seinna
Tey fáu, sum vóru, royndu tó at gera sítt til at eggja leikarum sínum, og fyrstu løtuna av seinna hálvleiki fingu hesi veruliga nakað at fegnast um.
Eftir at tað vóru hoyvíkingar, sum vóru við yvirlutan í fyrra hálvleiki, fekk Kyndil nú veruliga tak á. Í verjuni lovaðu teir slettis ikki stóru skjúttunum hjá hoyvíkingum framat, og gav gott grundarlag til at fáa nøkur kontramál heim.
Ikki minst gjørdu teir báðir, Bárður Johannesen og Allan Mørkøre, góðan mun í hesum, við tað tað teir kropsliga eru minst líka sterkir sum flestu mótstøðumenninir, eins og Høgni Klein sum framskotin eittari var til miklan ampa fyri hoyvíkingarnar. Og so hoyrir tað eisini við, at Johan Danielsen í málinum brádliga gav eina áminning um, at hann framvegis eigur at roknast millum fremstu málverjarnar her heima.
Úr hálvleiksstøðuni megnaði Kyndil soleiðis eftir einum korterið at vinna seg fýra mál fram um hoyvíkingarnar, og so kom veruliga lív í fámentu kyndilsfólkini í høllini.
Hoyvíkingar fingu aftur nakað av ferð á, og fram móti dystarenda gjørdu teir ein seinasta vørr, í royndunum at vinna seg innaftur. Munurin varð minkaður niður í eittans mál, men tá Kyndil so svaraði aftur við tveimum á rað, var alt avgjørt.
Týðandi sigur
Við sigrinum fekk Kyndil um síður tvey harðliga tiltrongd stig, men sigurin hevði í nógvar mátar nógv størri týdning enn so.
Serstakliga man tað viga nógv sálarliga, at liðið nú endiliga hevur fingið staðfest, at tað loysir seg at stríðast, tí hóast liðið nú hevur verið niðast í eina tíð, so eiga teir enn fyrsta veruliga avsmurningin til góðar. Høvdu teir fingið onkran veruliga bank á vegnum, so kundu teir um ikki annað staðfesta, at stórur munur var upp til hini liðini, men tá talan alla tíðina gerst um teprar ósigrar, er ofta torført at seta ein fingur á, akkurát hvat bilar, og tí vil hetta ofta geva úrslit í frustratiónin. Bæði á og uttan fyri vøllin.
Fyri fyrst er Kyndil so sloppið úr hesum frustratiónum, og teir eru so eisini komnir av botnsessinum. Næsti setningur teirra verður so at byggja víðari á hetta, men komandi uppgávan fæst valla størri. Tá skal Kyndil á vitjan í Vestmanna.
Dysturin í tølum:
Kyndil-H71 26-23 (12-15)
Málskjúttar:
Kyndil: Høgni Klein 9, Bárður Johannesen 7(1), Allan Mørkøre 4, Jónleif Sólsker 3, Leif Mikkelsen 2, Janus Einar Sørensen 1
H71: Finnur Hansson 7(1), Bjarni Wardum 5, Halgir Dahl-Olesen 4(1), Olaf Vestergaard 3, Hallur Danielsen 3, Kristjan Petursson 1
Brotskøst: Kyndil 2, H71 3
Útvísingar: Kyndil 4, H71 2
Dómarar úr Neistanum/StÍF: Kristian Johansen & Pole Hansen