fara fram nú, og FM-ungdómskappingarnar byrja fyrsta dagin. Her verður spælt í aldursbólkum til og við 13 ár og til og við 16 ár. [...] anum. Finalan var millum Jón og Jóhan í Króki. Jóhan hevði í fjórðings- og hálvfinaluni víst sera gott spæl og hevði vunnið á FM 97-vinnaranum Martin Simonsen í einum sera spennandi dysti, ið vardi útvið [...] Pætur Dahl (fremstur á styrkilistanum áðrenn FM-kappingina) at spæla ímóti. Úrslitið her var 6-4, 6-1 til Jón. Finalan var vælspæld við nógvari ferð. Hetta mundi Jón vita var neyðugt, tí Jóhan hevði í hinum
vera føroyskur. Tað finst bara eitt útvarp í øllum heiminum, sum kann hava nakran sum helst áhuga at spæla føroyskan tónleik, og tað er ÚF. Men sum tað er nú, er tað í veruleikanum upp til tann Per ella [...] hava brúk fyri tænastum frá ÚF. Og tað er ikki so sjáldan. Nógvur føroyskur tónleikur var slettis ikki til, um útvarpið ikki hevði hjálpt til. Men eg haldi ikki, tað er ov nógv at ynskja, at ÚF setir sær [...] »enskan« tekst, kanska tað hevði verið betri um, prosentið var lægri, tí so slapst undan diskountframleiðslunum o.s.fr. Eg kann hava eina meining, onkur annar kann hava eina aðra. Og tað kann vera líka feitt
øll hugsanina aftan fyri tiltakið. Men tað skal heldur ikki skiljast sum so, at Internet-Sosialurin bara er til føroyingar í útlegd. Blaðið er so sanniliga eisini til føroyingar í Føroyum, sum á henda hátt [...] , sum hava staðið í Sosialinum seinasta árið. Tað ber til hjá haldarum at leita frítt í hesum greinum - bert við at skriva ávíst orð í leitiskipanina. Tað er fyritøkan Far-Com í Havn sum hevur gjørt og [...] seinasta árið. Í dátabásanum liggja gott og væl 7.400 greinar og tíðindastubbar, sum hesa tíðina hava verið í blaðnum - og talið økist sum vera mann hvønn dag. Út til lesarar um allan heimin Ætlanin við
útsjónd og til innihald. Taðer vón okkara, at vit við hesum verða við til at fylla tað tómrúm út, sum verður eftir Føringin og annars at taka á okkum ta stóru uppgávu, sum er at røkka út til allar føroyingar [...] okkara uppfatan, at tað er gott við sunnari kapping. Ein skuldi annars trúð, at tørvur var á einum slíkum blað, sum serstakliga vendi sær til teir mongu føroyingarnar, ið arbeiða og eru búsitandi uttan fyri [...] in er avmarkaður, tað eru lýsingarnar eisini. Og tað er greitt, at finnast tað nógv bløð, sum øll skulu hava fatur á lýsingunum, so verður lítið í part ella úrslitið verður - og tað var støðan fyri bert
higar - og tað man fara at smitta av til onnur, heldur Jóannes S. Hansen. Við nýggja sparikassanum í Havn er talið á peningastovnum kortini ikki hægri, enn tað fyrr hevur verið - og til tað sigur Jóannes [...] leggur eisini dent á, at tað ikki bara vóru suðringar, sum vitjaðu bankan. ? Nú komi eg úr Eysturoynni, og eg hava starvast leingi í bankaheiminum, so eg kenni nógv fólk. Tí er tað eisini so lætt hjá eitt [...] eitt nú eysturoyingum at spyrja Jóannes, sigur hann. Suðuroyar Sparikassi letur lán til privatfólk og til smærri vinnulívskundar á jøvnum føti við hinar peningastovnarnar, sigur Jóannes S. Hansen, sum hevur
kenna til. Tú kanst eta hvat tú vilt, men tú mást busta tenninar væl, sigur Brynhild Zachariassen, sum er skúlatannlækni í Tórshavn. Tí um tú bustar tennirnar so brenna tær ikki. Tað er eisini gott at hava [...] . Árini 1959 til 1970 stovnsettu tær størru kommunurnar í landinum skúlabarnatannrøkt. Seinni komu tær smærru kommunurnar við. Í 1986 gjørdist orðið »fyribyrging« eisini lyklaorð, tá tað snúðið seg um [...] børn frá 0 til 16 ár, er komin, metir SEF-nevndin, at lunnnar eru lagdir undir eina líka góða skipan fyri smábørnini, sum higartil hevur verið galdandi fyri skúlabørn. Et hvat tú hevur hug til Tú mást ikki
hjartasuff, og tað er, at tað vantar ein rættiligur føroyskur sjómannatrúboðari á sjómansheiminum. ? Eg veit, at tit í Føroyum hava ein sjómannatrúboðara, og tað er gott, men eg haldi, at tað er størri tørvur [...] har Ørkin hevur eitt gott samstarv við ferðaskrivstovur. Ørkin bjóðar gestum sínum morgunmat, men ikki døgurða ella nátturða. Tað hevur verið roynt fyrr, men tað hevur víst seg, at tað ikki loysir seg peningaliga [...] dystinum, búðu á sjómansheiminum. Men tað eru ikki bert føroyingar, sum búgva her, hóast tað verður lagt áherðsla á, at hetta er eitt føroyskt hús. Í summar hava tað soleiðis verið nógv fólk úr Italia og
dag og at tað er púra líkamikið um tað regnar, tí tiltakið verður so allíkavæl. Starvast í 25 ár Nú stovnurin hevur 25 ára føðingardag, so er tað ikki einasti merkisdagurin við Velbastaðvegin. Tað er nevniliga [...] dagurin heilt serligur, tí tað er ikki so ofta, at so nógv fólk hava starvast í 25 ár á sama stað. Tey koma afturíaftur Og tað sær út til at leiðslan á stovninum er nøgd við tað úrslitið, sum er komið burtur [...] verður gjørt burturúr honum - og tað gera tey so. Í dag klokkan tíggju hevur stonvsleiðslan boðið øllum foreldrum og systkjum hjá børnunum, sum ganga á stovninum, til eitt samkomu. Eisini hevur stovnurin
nógvir føroyingar í Íslandi, og tað var stórur tørvur á eini tílíkari stovu. Tað hevði týdning fyri føroyingar at hitta aðrar føroyingar og frætta tíðindi heimanífrá. Tað gjørdist skjótt greitt, at Sjó [...] føroyingur, og sjálv sigur hon, at tað einasta sambandið, hon hevur við Føroyar, er, at hon kennir nógv fólk hiðani. ? Tað byrjaði við, at eg hjálpti eitt sindur til onkuntíð, m.a. sum náttarvørður. Tá [...] haldi meg merkja, at føroyingar eru glaðir fyri at koma her. Eirný vísir á, at tað hevði verið allarbest, um tað hevði borið til at havt tveir leiðarar á sjómansheiminum ? ein føroyskan og ein íslendskan.
ella studninginum. Tað skilir Andrea ikki so væl. ? Eg kann so avgjørt mæla ungum føroyingum til at koma til Reykjavíkar. Eg haldi, at universitetið her er á eins høgum støði og tað er í Danmark. Nógv [...] Reykjavík, blðm.), sum bara eru gongsgentur, men tað hevði eg als ikki hildið út. Gott at lesa í Reykjavík Nógvir føroyingar kundu hugsað sær at farið til Íslands at arbeitt ella lisið, men setast aftur [...] sum koma hendavegin fyri at útbúgva seg. Tað kundi annars verið tað mest nærliggjandi, tí londini eru so eins, og Reykjavík er ein deiligur býur at búgva í. Tað er kanska eitt sindur dýrt at liva her, men