Í dag er ball á Velbastaðvegnum. Ja, ball er kanska so nógv sagt, men tað er í hvussu er 25 ára føðingardagur við Velbastaðvegin í dag.
Í hesum mánaðinum eru liðin 25 ár síðan barnagarðurin og vøggustovan við Velbastaðvegin varð latin upp á fyrsta sinnið.
Og á stovninum hava tey avgjørt, at hesin dagurin skal í hvussu er ikki fara aftur við borðinum uttan at okkurt sermerkt verður gjørt burturúr honum - og tað gera tey so.
Í dag klokkan tíggju hevur stonvsleiðslan boðið øllum foreldrum og systkjum hjá børnunum, sum ganga á stovninum, til eitt samkomu.
Eisini hevur stovnurin boðið umboðum fyri Tórshavnar Býráð, Almannastovuni og øðrum, sum tey samstarva við til samkomuna, so sigast má, at tað verða nógv fólk á Velbastaðvegnum í morgin
Tey vaksnu fáa kaffi og køkur, meðan tey yngru fáa okkurt annað og meira leskiligt at drekka.
Sjónleikur og sangur
Leiðslan á stovninum hevur syrgt fyri at seta eina fjølbroytta skrá saman og úr henni kunnu vit nevna at systrarnar Ria og Súsanna Tórgarð fara at spæla ein sjónleik, sum gjørdur er til løtuna.
Eisini verður sangur á skránni.
Stovnurin er so væl fyri at hava ein so royndan sangara, sum Maluna Thomsen í arbeiði og hon hevur saman við børnunum vant eina skrá til dagin.
Og blaðmaðurin kann siga foreldrunum, at tey hava gott í væntu. Tí tá vit báðir, Álvur, vóru á stovninum í gjár, vandu tey av hjartans lyst og tað ljóðaði øgiliga væl!
Harafturat verður skipað fyri andlitsmáling, posarenning, togtogan og onkrum øðrum eisini.
Og frá leiðsluni á stovninum skulu vit siga, at tey vóna at síggja nógvar gestir í dag og at tað er púra líkamikið um tað regnar, tí tiltakið verður so allíkavæl.
Starvast í 25 ár
Nú stovnurin hevur 25 ára føðingardag, so er tað ikki einasti merkisdagurin við Velbastaðvegin.
Tað er nevniliga so, at tað eru fleiri starvsfólk, sum hava starvast í húsinum í øll hesi 25 árini.
Tey eru Suni Hansen, sum er húsvørður, Sólgerð á Rógvu Olsen, sum er leiðari í Vøggustovuni, Mary Jensen, sum er reingerðingskvinna og Poulina Olsen, sum nú er reingerðingskvinna á stovninum, men sum eisini hevur starvast sum hjálparfólk á stovninum.
Hjá teimum er dagurin heilt serligur, tí tað er ikki so ofta, at so nógv fólk hava starvast í 25 ár á sama stað.
Tey koma afturíaftur
Og tað sær út til at leiðslan á stovninum er nøgd við tað úrslitið, sum er komið burtur úr teirra arbeiði, tí nú er onkur komin at arbeiða á stovninum, sum var í fyrsta bólkinum á stovninum, sum byrjaði fyri 25 árum síðan!
Sigfríður Clementsen, sum er kendur frá fótbóltinum starvast nú sum hjálparfólk á stovninum og tá hann kom á stovnin at arbeiða var Suni Hansen, tann fyrsti hann spurdi eftir, sigur Mona R. Mohr.
Tað ganga í løtuni 100 børn á stovninum við Velbastaðvegin og tey eru býtt soleiðis at 40 ganga í vøggustovuni meðan 60 ganga í barnagarðinum.
Sosialurin ynskir starvsfólkunum, børnunum og foreldrum teirra tillukku við degnum og vit vóna at tit fáa ein hugnaligan dag.
Veðurmaður okkara sigur í hvussu er at møguleikarnir eru til staðar.