Á føroyska sjómansheiminum í Reykjavík merkja tey nógv til tær skiftandi árstíðirnar. Sjómansheimið verður lagt fram sum »Hotel Ørkin«, og heimið virkar eisini sum hotell um summarið.
Tað eru 20 kømur á sjómansheiminum, og ofta eru tey øll leigað út til ferðafólk. Seinasta vikuskiftið var nokkso merkt av, at íslendska steypafinalan í fótbólti var í Reykjavík. Tveir føroyingar vóru við í finaluni, og nógvir føroyingar, sum vóru og hugdu at dystinum, búðu á sjómansheiminum.
Men tað eru ikki bert føroyingar, sum búgva her, hóast tað verður lagt áherðsla á, at hetta er eitt føroyskt hús. Í summar hava tað soleiðis verið nógv fólk úr Italia og Hollandi, har Ørkin hevur eitt gott samstarv við ferðaskrivstovur.
Ørkin bjóðar gestum sínum morgunmat, men ikki døgurða ella nátturða. Tað hevur verið roynt fyrr, men tað hevur víst seg, at tað ikki loysir seg peningaliga.
Tað eru nógvar frálíkar matstovur í Reykjavík, og fólk vilja heldur fara út í býin at eta, meðan tey eru og ferðast í íslendska høvuðsstaðnum. Ørkin hevur kortini avtalur við tær nærmastu matstovurnar um avsláttur til tey, sum búgva á sjómansheiminum.
Meira friðarligt
um veturin
Um veturin er ikki so nógv virksemi á sjómansheiminum, sum tað er um summarið. Umleið helmingurin av kømurunum verður tá leigaður út til lesandi, sum kunnu búgva her fyri eitt sera rímiligt leigugjald. Tey lesandi hava eisini sín egna lítla køk, har tey kunnu gera sín egna mat.
Um veturin verður eisini skipað fyri møti hvørt sunnukvøld og bíbiltíma hvørt mikukvøld. Hesi kvøldini hava verið nógv vitjað, bæði av føroyingum og íslendingum.
Húsið er bygt við nógvari vælvild, og meginparturin av arbeiðnum hevur verið sjálvboðin. Sjómannatrúboðanin innan Heimamissiónina eigur húsið ? tað vil siga Heimamissiónin, sum fær starvsfólk og rekur húsið.
Tørvur á føroyskum sjómannatrúboðara
Eirný Ásgeirsdóttir, sum hevur verið leiðari á Ørkini seinastu tvey árini, leggur áherðslu á, at hetta er eitt føroyskt hús, og at føroyingar skulu kenna seg heima her.
Hon hevur kortini eitt hjartasuff, og tað er, at tað vantar ein rættiligur føroyskur sjómannatrúboðari á sjómansheiminum.
? Eg veit, at tit í Føroyum hava ein sjómannatrúboðara, og tað er gott, men eg haldi, at tað er størri tørvur á einum sjómannatrúboðara uttanfyri Føroyar. So her í húsinum er tað okkara størsta vón, at vit kunnu fáa ein føroyskan sjómannatrúboðara til Reykjavíkar, sigur hon.
? Sjálv kenni eg meg eitt sindur veika at fara umborð, men eg fari sjálvandi, tá tørvur er á tí. Og eg kenni eisini á mær, at teir eru glaðir, tá tú kemur umborð. Men tað hevði verið betri, um teir fingu ein føroying, og eg royni eisini at taka ein føroying við mær, tá eg fari umborð.
Í fjør var Havstein Ellingsgaard í Reykjavík í tríggjar mánaðir.
? Tað er serliga í tíðini beint aftan á jól og nýggjár, at tørvurin er størstur. Tað er ringasta tíð at vera á sjónum, og teir koma nógv inn her, bæði teir stóru rækjubátarnar, sum kunnu vera úti í tveir-tríggjar mánaðir ísenn, og teir smærru bátarnar, sigur Eirný Ásgeirsdóttir.
Hon sigur, at tað hjá henni ber illa til at fara aðrastaðni enn til Reykjavíkar og Hafnarfjørð, sum er beint við Reykjavík.
? Tá Havstein Ellingsgaard var her í fjør, fóru hann og Jens Petersen út um landið. Um vit fingu ein trúboðara hendavegin, hevði tað kanska eisini verið gott hjá honum at farið út um landið, tí vit vita, at tað búgva nógvir føroyingar í Íslandi, og ikki bert í Reykjavík.