Nakrir huldumenn eru í loyndum farnir at leggja ætlanir um tveir berandi stólpar í føroysku fiskivinnuni ? Fiskasøluna og Fiskavirking. Hetta spælið í loyndum fer fram, uttan at leiðslurnar í hesum feløgum vita [...] ein nevndarlimur í gomlu nevndini hjá Fiskasøluni er í tí nýggju samskipaðu nevndini. Henda nýggja nevnd hevur fingið ein nýggjan formann, stjóran í Formula, sum eisini eigur Vestmanna Timburhandil og sum [...] vita nakað stórvegis um ætlanirnar. Og landsstýrismaðurin í vinnumálum er bara leysliga kunnaður, sigur hann. Men tað loyva vit okkum at ivast í. Letur hann ikki bara sum um hann einki veit? Er kanska talan
Neistanum. Verður sæð burtur frá einsamalla oddaliðnum úr Vestmanna, so eru tað júst hesi bæði, sum hava gjørt mest um seg í grundspælinum, og í nógvar mátar tykist dysturin hóskvøldið verða ein dystur [...] dystur um annað plássið á stigatalvuni. Tá liðini hittust í fyrra dystinum í grundspælinum, vann Stjørnan ein sannførandi sigur, og mugu tær tí metast sum favorittar undan hesari uppgerðini. Tann leikluturin
hoyvíkingarnar, og so kom veruliga lív í fámentu kyndilsfólkini í høllini. Hoyvíkingar fingu aftur nakað av ferð á, og fram móti dystarenda gjørdu teir ein seinasta vørr, í royndunum at vinna seg innaftur. Munurin [...] at byggja víðari á hetta, men komandi uppgávan fæst valla størri. Tá skal Kyndil á vitjan í Vestmanna. Dysturin í tølum: Kyndil-H71 26-23 (12-15) Málskjúttar: Kyndil: Høgni Klein 9, Bárður Johannesen 7(1) [...] teir grønu meira ella minni hava vant seg við í ár, har liðið er væl við, men har talan tó alla tíðina er blivin um teprar ósigrar. Hetta tykjast áskoðararnir í øllum førum at hava tikið til sín, tí talan
skjóta úti frá, og tá Bárður Nielsen í málinum dugdi væl at lesa skotini, fór einki inn um hjá honum. Í hinum endanum sóu vit veruliga, hvat meistararnir eru førir fyri í álopspartinum. Pressað varð upp alla [...] tey bestu í landinum, men hinvegin eru stig eisini mist móti øðrum liðum, og tað eru fyrst og fremst hesi, sum skulu vinnast, um teir skulu blanda seg upp í oddin hetta kappingarárið. Dysturin í tølum StÍF-VÍF [...] líkt til, at teir ? eins og í fjør - skuldu koppa á Skála. Ikki minst mundi hugurin hjá bæði ásoðarum og leikarum vera góður, tá StÍF bert átta minuttir undan leikloki økti upp í 20-17. Vestmenningar gjørdu
tað, so fór ferðin longur niður í seinna. Sigurin kom tó ongan tíð í vanda. Til tess var munurin millum liðini alt ov stórur, men tað er tó undrunarvert, at VÍF mest sum í hvørjum dysti sleppur undan at [...] at skula savna seg um dystin í samfullar 60 minuttir. Og í øllum førum kann hetta gerast ein vansi, tá tær um stutta tíð skulu royna seg í europeiskum høpi, tí sleppa tær ikki at royna seg undir trýsti her [...] stinnur liður í verjuni eins og í týdningarmikla kontraspælinum, men eftir at hon fyrst noyddist út við eymum ryggi, og síðani keikti sær tummilin, verður hon kanska noydd at hava ein steðg í nakrar dagar
hotelli, so verður Ramada Jarvis Hotel viðmælt. Tað liggur miðskeiðis í býnum í Market Street, ið er ein síðugøta til høvuðsgøtuna í Aberdeen. Samanumtikið er Aberdeen ein býur við fleiri góðum frítíðar [...] hjá føroyingum, ið fara uttanlands at ferðast í nakrar dagar. Býurin hevur ein heimligan dám, so at føroyingar kenna seg meira heima enn í øðrum stórbýum í Evropa. Atlantic Airways hevur roynt at víst á [...] høvdu fingið brell at ogna sær okkurt, ið ikki fæst í Føroyum. Eitt handilshús, ið er vert at nevna, er E&Ms. Tað liggur miðskeiðis í býnum og er í tveimum bygingum. Handilshúsið hevur lagt seg eftir at
Donsk orð í føroyskum hami Í talumáli - og í skriftmáli hjá summum við - yður í donskum orðum og máliskum, ið eru meira ella minni lagað at føroyskum. Hetta eru lúnskar málspillur, sum ikki altíð er so [...] at seta mark millum danskt og føroyskt, men ikki hevur altíð borið so væl til. Her verður gjørt vart við nakrar av hesum ?óbodnu gestum?. ?óansæð? er orð, sum hevur verið nógv at hoyra og síggja í seinastuni [...] unangesehen), sum hevur latið seg í føroyskan ham, men tað verður ikki føroyskt fyri tað. ?Óansæð hvørjir teir eru? kundi verið soleiðis orðað: ?Sama hvørjir teir eru?. Í staðin fyri ?Óansæð hvussu gongst
av heilsuhjálparum er í starvsvenjing í løtuni. Hetta er ein flokkur av næmingum, sum ongar arbeiðsroyndir hava, og sum tí skulu ganga í skúla í eitt ár. Tann flokkurin byrjaði í september og verður liðugur [...] gjørligt. ? So tað er onki at ivast í, at hetta prógvið er fult á hædd við støðið í hinum Norðurlondunum, sigur skúlaleiðarin á Tvøroyri. Hátíðarhald í gjár Á miðdegi í gjár var móttøka og hátíðarhald á [...] skúlast, byrjar í apríl og so byrjar aftur ein í oktober. Ætlanin er at hava tveir flokkar av heimahjálparum til skúlingar um árið, fyrri flokkurin skal byrja í apríl og seinni flokkur í oktober. Tað verða
gongd á aftur stigasavnanina í dystinum móti H71 mikukvøldið, ger neyvan uppgávuna hjá VÍF lættari. Samstundis, sum Kyndil vitjar í Vestmanna, verður dystur í Høllini á Hálsi í Havn, har H71 fær vitjan av [...] Hondbóltur ? menn Tríggir dystir í bestu mansdeidini eru á skránni um vikuskiftið. Fyrstur av hesum er dysturin í Vestmanna leygardagin, har KÍF tekur ímóti StÍF. Fyri bæði liðini hevur higartil verið [...] hoyvíkingunum á triðja plássinum. Oddasessurin í eygsjón Tá tosað verður um oddalið, so verður VÍF alla tíðina nevnt, men sum støðan er á stigatalvuni, so eru teir í løtuni bert nummar tvey. Neistin hevur tó
varð spæld 26. og 28. november. Tilsamans 31 pør spældu við í Føroyum. Í Havn 12 pør, í Fuglafirði 9 pør og í Klaksvík 10 pør. Úrslit 26. nov. í Tórshavn (pørini yvir miðal ? miðal er 165) 1. Hans Jacob [...] desember, er avlýst. Í staðin hevur Bridgedeild Kaggans einstaklingakapping í Bridgehúsinum 8. desember kl 14.00. Hetta er ein opin kapping, men fólk skulu melda seg til kappingina í seinasta lagi dagin [...] Eitt annað EV par í Bridgehúsinum, Jógvan Ranghamar og Carl Mikkelsen, meldaði og vann eisini 4hj, men teir vóru ikki duplaðir. Tey, sum hava hug at síggja hvussu pørini hava staðið seg í Evropa, kunnu fara