Aberdeen er eitt upplagt ferðamál hjá føroyingum, ið fara uttanlands at ferðast í nakrar dagar. Býurin hevur ein heimligan dám, so at føroyingar kenna seg meira heima enn í øðrum stórbýum í Evropa.
Atlantic Airways hevur roynt at víst á hetta ferðamálið, og við túrum til Aberdeen og London hevur føroyska flogfelagið givið føroyskum ferðafólki møguleika at vitja hesar býirnar í Bretlandi, har føroyingar vanliga ikki ferðast.
Handilsmøguleikar
Flestu føroyingar hava handilsviðurskiftini ógvuliga frammalaga í huganum, tá teir velja sær eitt ferðamál.
Her dettur Aberdeen als ikki burturímillum. Býurin hevur nógvar handilsmiðstøðir, ið hava flest allar vørur, sum føroyingar vanliga hava hug at keypa, tá teir eru í uttanlands. Tí er Aberdeen væl egnaður at gera jólainnkeypið í ár.
Viðkomandi var so heppin at hava høvi at vitja allar hesar handilsmiðstøðir, og tær hava sanniliga sítt at bjóða, so at tey flestu høvdu fingið brell at ogna sær okkurt, ið ikki fæst í Føroyum.
Eitt handilshús, ið er vert at nevna, er E&Ms. Tað liggur miðskeiðis í býnum og er í tveimum bygingum. Handilshúsið hevur lagt seg eftir at hava eitt breitt úrval av vørum. Har er ein deild við klæðum fyri vaksin fólk, ein deild við innbúgvi og fleiri aðrar deildir, ið eru væl umtóktar.
Flogfelagið hevur skipað soleiðis fyri, at føroyingar, ið gera sítt innkeyp í E&Ms, fáa 10% í avsláttri. Tí er tað serliga lokkandi hjá føroyingum at gera síni innkeyp her.
Fleiri aðrar áhugaverdar handilsmiðstøðir eru eisini at vitja, og tí er tað upplagt at gera innkeypsferðir til Aberdeen. Her kunnu nevnast Bon Accord miðstøðin, Marks & Spencer og allir handlarnir í høvuðsgøtuni.
Onnur tilboð
Aberdeen hevur tó eisini onnur tilboð at stytta sær stundir um kvøldið og er ikki ein keðiligur býur, ið summi hava hug at halda.
Familjur við børnum kunnu leggja leiðina fram við Satrosphere. Hetta er ein stuttlig vísindalig framsýning. Hon er mest ætlað børnum, men vaksin kunnu avgjørt fáa okkurt burturúr hesum. Hetta er gjørt soleiðis, at alt, ið er víst fram, kann nertast, so at børnini hava frítt at fara í hesi framsýning.
Satrosphere er eitt væl umtókt og væl vitjað stað í Aberdeen. Tað verður eisini mælt vaksnum til at vitja framsýningina. Tað liggur úti við strondina, og í hesum økinum eru fleiri frítíðartilboð, sum ferðafólk kunnu vitja. Hetta er eitt serstak stuttleika øki, har man kann stytta sær stundir.
Umframt Satrosphere er ein stórur náttklubbi, sum verður nevndur Amadeus. Hann hevur pláss fyri eini 3000 fólkum og hevur fleiri ymiskar deildir. So tá er lag á manni at stuttleika sær. Kanska serliga tey ungu hava hug at leita sær út hagar. Eisini er bovlinghøll og biografur á staðnum.
Í sama øki eru eisini tilboð til tey ítróttaráhugaðu. Í eini stórari høll hevur tú møguleika at íðka fótbólt, squash, tennis og eisini er ein skoytubreyt, har føroyingar kunnu lata seg í skoyturnar, sum ikki er møguleiki fyri í Føroyum hvønn dag.
Pubbirnar eru nógvar í tali runt allan býin. Fleiri teirra hava ymiskt undirhald um vikuskiftini. Her er møguleiki at hoyra skotskan fólkatónleik, ið minnir nógv um tann írska, sum føroyingar kenna frá The Dubliners.
Eitt tað mest lokkandi tilboðið har á leið og í Skotlandi sum heild er golf. Henda ítróttargreinin hevur rættiliga tikið dik á seg seinastu árini, og nógv vitja Aberdeen fyri at spæla golf. Óteljandi golfbreytir eru at síggja uttanfyri býin.
Nú er eisini talan um at gera eina stóra golfbreyt í Hoyvík, so tað hevði ikki verið so býtt at fingið sær venjing, áðrenn golfbreytin her heima er liðug.
Aberdeen hevur eisini eitt fótbóltslið. Tað tekur einar fimm minuttir við bussi út til stadion, ið nevnist Pittodrie og hevur pláss fyri góðum 20.000 áskoðarum. Liðið er ikki millum tey bestu, men eftir nøkur vánalig kappingarár er felagið við at reisa seg aftur.
Vøllurin liggur nær við býin, og tí er tað upplagt at leggja leiðina út har leygardag seinnapart, um Aberdeen spælir á heimavølli. Felagið hevur júst bygt eitt nýtt áskoðarapláss, ið hevur allar hentleikar.
Fornminni
Aberdeen goymir eisini fleiri dýrgripir frá fornum tíðum, ið eru verdir at kanna nærri. Hetta økið, ið eisini verður nevnt Grampian, hevur verið miðdepil í gamla Skotlandi, har kríggj móti grannanum fyri sunnan nærum var gerandiskostur.
Í miðbýnum stendur ein partur av tí gamla býlinginum enn. Ein partur er burtur, men seinastu árini hevur stjórnin gjørt eitt stórt arbeiði fyri at varðveita hesi fornminni, og skotar eru sum heild ógvuliga ernir av minnunum frá fornum tíðum, tá menn sum William Wallace og Robert the Bruce bardust móti arvafíggindanum Onglandi.
Í einum av hesum gomlu bygningunum hevur býráðið gjørt eitt framúrskarandi museum, ið hýsir øllum, sum hevur tilknýtir til sjógvin. Tað verður nevnt The Maritime Museum og liggur sjálvandi niðri við havnina.
Fyri føroyingar er hetta serliga spennandi at síggja, tí vit kenna okkum aftur í hesum umstøðunum. Tær gomlu myndirnar minna um ta fyrstu tíðina við klippfiski.
Tó er hetta museum ikki bert ætlað fiskivinnu. Oljuvinnan hevur eisini fingið stórt pláss. Tað er spennandi at síggja, hvat vit føroyingar kunnu vænta okkum.
Tá tey vitjandi trína inn í The Maritime Museum síggja tey ein stóran boripall, ið spennir úr niðastu hædd og upp í ovastu.
Gistingarmøguleikar
Í Aberdeen eru sjálvandi alskyns møguleikar at gista. Tú fært bæði fyrsta floks gistingarhús og hotel og tað vanliga bed and breakfast, sum er nógv bíligari enn hotellini.
Nógv bretsk húsarhald fáa sær eina eyka inntøku við at hava bed and breakfast um summarið ella alt árið. Her fært tú eina song og morgunmat. Bíligt, men hentleikarnir eru ikki eins nógvir sum á einum hotelli.
Um tú velur at búgva á einum hotelli, so verður Ramada Jarvis Hotel viðmælt. Tað liggur miðskeiðis í býnum í Market Street, ið er ein síðugøta til høvuðsgøtuna í Aberdeen.
Samanumtikið er Aberdeen ein býur við fleiri góðum frítíðar møguleikum og verður avgjørt viðmæltur sum ferðamál.