Ódámligt hulduspæl við landsins ognum

Oddagrein

 

Nakrir huldumenn eru í loyndum farnir at leggja ætlanir um tveir berandi stólpar í føroysku fiskivinnuni ? Fiskasøluna og Fiskavirking. Hetta spælið í loyndum fer fram, uttan at leiðslurnar í hesum feløgum vita nakað stórvegis um ætlanirnar. Og landsstýrismaðurin í vinnumálum er bara leysliga kunnaður, sigur hann.


Men tað loyva vit okkum at ivast í. Letur hann ikki bara sum um hann einki veit? Er kanska talan um onkran politiskan tvangstanka ? kanska eina ætlaða privatisering ? nakrar fáar mánaðir undan einum møguligum stjórnarskifti í landinum?


Veit landsstýrismaðurin einki um ætlanirnar hjá Framtaksgrunninum, sum eigur Fiskavirking og Fiskasøluna, er spurningurin álvarsamur og prinsipiellur, tí leiðslan í Framtaksgrunninum er jú bara tann longdi armurin hjá landsstýrismanninum! Hinvegin hava vit áður sæð, at embætismenn í Vinnumálastýrinum hava stoypt hugsjónarligar ætlanir, sum eru víttgangandi og borgarligar so tað forslær.


Vit hava nú havt eina rættiliga støðuga javnvág ? stabilitet ? í føroysku fiskivinnuni við rættiliga góðum úrsliti. Men slíkt hulduspæl, sum nú er komið undan kavi, er alt annað enn gagnligt. Hesi ódámligu »signal« hava longu elvt til afturljóð úr útlondum. Fólk í útlendskari fiskivinnu spyrja longu nú, hvat hendir í Føroyum. V.ø.o. er hulduspælið hjá Framtaksgrunninum ? og kanska eisini Vinnumálastýrinum ? signal um óstabilitet og meira ella minni totaliter fyribrigdi!


Enn vita vit so lítið um hulduspælið hjá Framtaksgrunninum og Vinnumálastýrinum. Men gitt verður, og tað skilst av nógvum brøgdum, at Fiskasølan og Fiskavirking skulu leggjast saman. Fyribils eru nevndirnar samskipaðar, men tað løgna er, at bara ein nevndarlimur í gomlu nevndini hjá Fiskasøluni er í tí nýggju samskipaðu nevndini. Henda nýggja nevnd hevur fingið ein nýggjan formann, stjóran í Formula, sum eisini eigur Vestmanna Timburhandil og sum eisini er nevndarformaður í Kalli, óivað óførur, men eingin sigur seg av álvara kenna henda mann, sum knappliga verður tikin fram at stjórna »lokomotivinum« í føroyska búskapinum! Virkar tað álitisskapandi? Skuldi hann ikki havt arbeitt seg upp í skipanini, og hvør er grundgevingin fyri at seta ein løgfrøðing og ikki ein persón við fiskivinnuútbúgving ella búskaparfrøðing?


Verða Fiskavirking ella Fiskasølan løgd saman í eina risastóra fyritøku ? ein mastodont ? fer tað óivað at elva til órógv í fiskivinnuni. Sum er selja fleiri privat fiskavirki gjøgnum Fiskasøluna. Hvussu verður, tá tann nýggja fyritøkan ? fiskavirkis-sølufyritøkan ? bæði skal kappast um ráfisk við onnur virki, og samstundis skal selja fyri hesi virki?


Í hesi atløgu skulu vit ikki koma inn á ætlanir ella møguleikar at privatisera Fiskasøluna ella Fiskavirking. Vit kunnu bara staðfesta, at í løtuni fer eitt ódámligt og ófrættakent hulduspæl fram við landsins ognum ? við ognunum hjá tær og mær ? samstundis sum fólksins tænari ? landsstýrismaður ? bara er kunnaður! Hvat er á vási og verða atgerðirnar framdar, tí tað stendur so illa til hjá Fiskasøluni og Fiskavirking?