Hondbóltur ? menn
Tríggir dystir í bestu mansdeidini eru á skránni um vikuskiftið.
Fyrstur av hesum er dysturin í Vestmanna leygardagin, har KÍF tekur ímóti StÍF. Fyri bæði liðini hevur higartil verið galdandi, at stabilitetur als ikki er nakað, sum hevur eyðkent avrikini, og frá at spæla mest sum upp til bestu liðini í deildini, hava liðini síðani ligið fyri lægri staddum liðum.
Hesa ferð hava tey so bæði ein møguleika at rætta upp á hesa gongdina, og ikki minst hevur hetta týdning fyri strandingar, sum helst skulu hava tvey stig, um teir skulu fylgja við hoyvíkingunum á triðja plássinum.
Oddasessurin í eygsjón
Tá tosað verður um oddalið, so verður VÍF alla tíðina nevnt, men sum støðan er á stigatalvuni, so eru teir í løtuni bert nummar tvey.
Neistin hevur tó leikt ein dyst fleiri enn vestmenningarnir, og tá havnarmenninir hava frí hetta vikuskiftið, hevur VÍF nú møguleikan at seta seg sjálvt á ovastu rók.
Hóast teir eru favorittar móti Kyndli, so fara vestmenningar tó neyvan at undirmeta mótstøðuna. Talan er framvegis um stóra klassikaran í føroyskum manshondbólti, og tí fara kyndilsmenn uttan iva at geva alt ? og helst nakað afturat ? fyri at fáa eitt gott úrslit við sær heimaftur. At teir so eisini fingu gongd á aftur stigasavnanina í dystinum móti H71 mikukvøldið, ger neyvan uppgávuna hjá VÍF lættari.
Samstundis, sum Kyndil vitjar í Vestmanna, verður dystur í Høllini á Hálsi í Havn, har H71 fær vitjan av Tjaldri.
Her er talan um tvey lið, sum bæði hava havt viðrák seinstu vikurnar, men fyri bæði var mikukvøldið eitt slag av Nemesis, har tey komu niður aftur á jørðina.
Tí ræður nú um at reisa seg, og hetta kann best gerast við einum sigri. Tó at hoyvíkingar eru væl betri fyri á stigatalvuni, so eigur favorittleiklutur teirra tó ikki at gerast ov stórur her, tí sæð burtur frá mikukvøldinum, so hava runavíkingarnir veruliga víst tenn seinastu tíðina, og teir vilja seta seg sjálvar til sættis við verandi fimta plássinum.










