Hondbóltur ? kvinnur
Hóskvøldið verður eitt slag av toppdysti, tá Stjørnan á heimavølli tekur ímóti Neistanum.
Verður sæð burtur frá einsamalla oddaliðnum úr Vestmanna, so eru tað júst hesi bæði, sum hava gjørt mest um seg í grundspælinum, og í nógvar mátar tykist dysturin hóskvøldið verða ein dystur um annað plássið á stigatalvuni.
Tá liðini hittust í fyrra dystinum í grundspælinum, vann Stjørnan ein sannførandi sigur, og mugu tær tí metast sum favorittar undan hesari uppgerðini.
Tann leikluturin gerst heldur ikki minni av, at avrikini hjá Neistanum seinastu vikurnar hava verið alt annað enn sannførandi. Stigini hava tær bláu út Havn tó fingið burtur úr hesum dystum, og tær hava áður víst, at tær væl eru førar fyri at stríðast, tá tørvur er á tí, so lætt verður tað neyvan hjá heimaliðnum.
Dysturin er settur at byrja klokkan 18.15.










